Tað tykist ikki vera semja millum Tjóveldi og Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð um ætlanina um at økja um vinnuøkið á Sundi við at fylla upp 50.000 fermetra stórt øki eystan fyri verandi vinnuøki við gróti úr Eysturoyartunlinum.
Tað var týsdagin, flaggdagin, at farið varð undir at leggja rør og fylla grót í Sundsá, sum skuldi vera byrjanin til verkætlanina.
Tá in.fo morgunin eftir, mikumorgunin, tosaði við Turið Horn, sum er forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, kundi hon boða frá, at ætlanin longu var steðgað, og at grótið fór at verða tikið uppaftur úr ánni – og at býráðið sama dag á samgongufundi fór at tosa um, hvussu tey skuldu finna eina nýggja loysn, sum ikki skaddi umhvørvið so nógv.
Hon segði, at kommunan kortini fegin vil hava grótið úr tunlinum, og at kommunan veruliga ynskir at brúka grótið. Hon vísti á, at serkøn søgdu, at tað er ov smátt til havnarúrbyggingina í Havn.
– Men brúkast skal tað, og vit finna eina loysn, segði hon og vísti á, at hetta fór at verða viðgjørt á samgongufundi seinnapartin mikudagin klokkan 16.
Turið Horn segði, at hon helt, at grótið heldur skuldi leggjast í ymisk sár, sum eru, og nevndi eitt nú niðurløgd grótbrot ella onnur støð, har grótið kundi goymast, til brúk var fyri tí.
Mikukvøldið, tá samgongufundur hevði verið, hevði in.fo sum avtalað aftur samband við Turið Horn, men tá vildi hon einki annað siga enn, at samgonan var samd um, at áin og ósin skulu varðveitast.
– Eg havi ongar viðmerkingar um grótið beint nú, var tað einasta hon vildi siga.
Bogi Andreasen, formaður í vinnu- og havnarnevndini kendi tó einki til, at útbyggingin á Sundi skuldi steðgast ella broytast – annað enn tað, at ein grønur geiri skal gerast ímillum gomlu og nýggju útfyllingina upp á 4-6 metrar, soleiðis at Sundsá kann renna frítt. Soleiðis kundi havnarnevndin ganga ynskjunum hjá teimum á møti, sum vilja varðveita ánna sum gýtingará hjá sjósílum.
– Vit vilja varðveita ánna og ganga teimum ynskjunum á møti. Men tað ber ikki til at steðga ætlanini við at víðka vinnuøkið á Sundi. Tað løbið er koyrt, segði Bogi Andreasen.
Hóast in.fo og Rás2 fleiri ferðir hava roynt at fingið eina viðmerking frá Turið Horn, so er einasta viðmerkingin, at hon hevur ongar viðmerkingar beint nú.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu á Rás2 við Jóhann Mortensen, sum er journalistur, ið hevur stóran alsk til náttúrna, og sum býr í Kaldbak, siga sína hugsan um støðuna hjá Tórshavnar býráð.