Nógv minni olja eftir í heiminum enn higartil hildið

Av ótta fyri at tað skal elva til ruðuleika, hevur altjóða orkustovnurin valt at dylja, at tað er nógv minni olja til í heiminum, enn almenningurin hevur fingið og fær at vita

Tað er tað viðurkenda bretska blaðið The Guardian, sum kemur við teimum skelkandi tíðindunum, og sambært blaðnum eru tey ikki tikin úr leysum lofti. Tvørturímóti sigur blaðið seg hava tíðindini frá einum týðandi embætismanni hjá altjóða orkustovninum IEA. Hann vil vera við, at IEA er vitandi um, at um ikki so langa tíð verður oljutrot, men at stovnurin hevur valt at dylja tað fyri at sleppa undan ruðuleika á marknaðunum.

Gevur USA skyldina
Keldan hjá The Guardian vil vera við, at USA hevur lagt trýst á altjóða orkustovnin fyri at fáa hann at geva eina ov ljósa mynd av teimum oljuleiðum, sum eru staðfestar, samstundis sum hann hevur verið ov bjartskygdur, tá tað snýr seg um vánirnar fyri at finna nýggjar oljuleiðir. Niðurstøðan hjá The Guardian er, at tey nýggjastu tølini hjá IEA kunnu ikki metast at vera eftirfarandi, og í øllum førum er orsøk til at seta spurnartekin við tey, skrivar blaðið.
-Fyri fýra árum síðani kunngjørdi IEA, at í 2030 verður heimsins oljuframleiðsla 120 milliónir tunnur um dagin. Stutt eftir bleiv metingin broytt til 116 milliónir tunnur, og í fjør noyddist IEA at rætta metingina eina ferð afturat til 105 milliónir tunnur, sigur keldan við The Guardian.
-Tann fyrsta metingin var burtur úr vón og viti, og at tann seinasta er heldur ikki røtt. Og tað veit IEA, sigur keldan við blaðið. Hon vil vera við, at tað er rættiliga vanlig uppfatan í IEA, at tað verður ómøguligt at fáa ta dagligu framleiðsluna upp um 90 milliónir tunnur um dagin í 2030. Men av ótta fyri ruðuleika á fíggjarmarknaðunum torir IEA ikki at lækka metingina meiri, enn gjørt varð í fjør.

Klára ikki meiri
The Guardian hevur eisini tosað við ein fyrrverandi embætismann hjá altjóða orkustovninum. Hann váttar tað, sum hin hevur sagt og leggur afturat, at í hansara starvstíð var tað umráðandi at gera forsagnir, sum amerikanararnir kundu góðtaka, sjálvt um tey, sum gjørdu metingarnar, vistu, at tað var ikki so nógv av olju eftir í heiminum, sum metingin segði.
-Vit hava longu rokkið mestamarkinum, tá tað snýr seg um heimsins oljuframleiðslu, og eg haldi, at støðan er álvarssom, sigur fyrrverandi IEA-starvsmaðurin, sum eins og hin ikki vil verða nevndur við navni.
Bretski tinglimurin John Hemming hevur leingi víst á, at IEA sigur heimsins oljugoymslar at vera munandi størri, enn tær í veruleikanum eru. Nú sigur hann við The Guardian, at greinin í blaðnum vísir, at heimurin kemur í oljutrot nógv fyrr, enn almenningurin hevur fingið at vita.

MYNDATEKSTUR:
Sambært teirri ónevndu kelduni hjá The Guardian er nógv minni olja eftir í heiminum enn higartil hildið (Mynd: Reuters).