nevndarsessir aftur fyri at samvinna við stjórnina! Tað kann sýnast sum um at Nyrup her antin hevur verið gáloysin ella hevur tikið sum givið, at føroyski javnaðarmaðurin fór at atkvøða fyri sínum kandidati [...] EITT orð er eitt orð og ein maður er ein maður. Jóannes Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í [...] Í okkara verð er málið krystalklárt. Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur staðið við tað lyftið hann gav sínum veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At valið av formanninum
, sum jú eru tætt knýttir at Óla Breckmann, vilja gera alt fyri at hála teppið undan Eidesgaard. Tað vera so teir um. Men tað er við ikki sørt av bangilsi, at vit ásanna, at so týðandi danskir politikarar [...] føroyingum og Føroyum. At stjórnin skal byggja sína tilveru á slíkan flokk sigur okkum somikið, at føroyingar eiga at vera á varðhaldi. AT ein føroyskur fólkatingsmaður velur at halda síni vallyfti nú [...] rætt til at krevja nakað sum helst frá einum føroyskum fólkatingsmanni. At hava fingið trygd fyri valdagin, at føroyska umboðið fór ikki at fella eina javnaðarstjórn átti at verið nóg mikið. Tað má standa
trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara felags besta. Nú er umráðandi at forða løgmanni í at misbrúka sítt vald til egnan fyrimun. Edmund Joensen er Føroya løgmaður og sum so ikki [...] støðu. At hann gamblar og førir taktiskt spæl móti sínum egnu er hansara søk. Men hann eigur ikki atsleppa at gambla aftur við lagnu landsins. Við at taka alt landið sum gísla fyri at kunna vera sitandi [...] seinasta útspæl løgmans má hann metast at vera ein proformaleiðari. Tvs. at hann verður sitandi til eftir valið og so er hann heilt ?out?. Edmund Joensen fer tá at sanna, at hann liggur sum hann hevur reitt
Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur út. Við hesum [...] kort síni væl. Men tað er ikki nokk at vera dugnaligur kortspælari. Tú skal eisini hava eydnuna við tær. Men at gambla við Føroya framtíð fyri at kunna varðveita sítt politiska sess er einki minni enn á [...] asessin við danir, fer tað at taka luftina úr ballónini hjá Eidesgaard. Uppaftur ein trumfur hjá løgmanni vil so vera tann at seta so mikið stór krøv til Nyrup, at hesin fer at seta seg uppá bakbeinini
megnaði ikki at stýra landinum. EIN kann siga, at tað hóast alt hetta er gott at fáa reinsað luftina, men eftir okkara tykki er tað ikki sørt ábyrgdarleyst av løgmanni at skriva út val orsakað av innanhýsisstríði [...] betri at latiðløgtingið málið, sum so kundi valt ein fyribils løgmann at staðið fyri samráðingum við danir. Men hent er hent. Og tí mugu vit so bara siga gott tað sama. So er tað uppá tíðina, at aðrir [...] rættin til at skriva út nýval, tá orsøkin fyri at gera hetta, er innanhýsis stríð í sínum egna flokki. LØGMAÐUR sigur orsøkin til at hann hevur skrivað út val vera hana, at hann hevur frætt, at valfelagið
árið. MEN tað er so sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar [...] SLAN er sjálv meginlívæðrin í føroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman. At suðuroyingar krevja at hava eitt gott skip at røkja siglingina millum oynna og meginlandið er einki [...] suðuroyingum, tí er tað nakað, sum eigur at vísa slíkum álvarsmáli ans, so er tað nettup landsins hægsti maður. ANNARS er spurningurin um Strandferðsluna og samferðsluna sera átrokandi at taka upp. Vit hava
RIN er ikki liðugur at sleikja sár. Javnaðarflokkurin er ikki liðugur at sóla sær í sigrinum. Fólkaflokkurin er ikki liðugur at rósa sær fyri kanónvalið. Og Tjóðveldisflokkurin er ikki liðugur at greina [...] politiski leikurin um framtíð Føroya fram. Um tað verður neyðugt at telva, ella um danski forsætismálaráðharrin letur vera við at byrja talvið, fáa vit at vita næstu dagarnar, tá nýggi javnaðarleiðari [...] báðar flokkarnar - uttan at føroyski javnaðarmaðurin verður limur í tingbólki danska javnaðarmanna so hava føroyingar vunnið nógv. VIT eiga nevniliga ikki at gloyma, at tað er samstarvið millum hesar flokkar
kann væl vera, at henda strategiin fer at vísa seg at vera tann skilabesta, tá avtornar. Flokkurin hevur lagt uppskot fram um sjórnmálanevnd og fyri ikki at seta fót fyri hesi nevnd, áðrenn hon er farin til [...] halda vit eisini vera skilagott. Nú er at telva rætt samtíðis sum at vit og danir royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór fyri skeyti undir øllum bankamálinum. Eftir okkara tykki er hetta seinasta kanska [...] hevur syrgt fyri, at borgarliga sambandsumboðið ikki longur er á fólkatingi. At tað so eisini er formaður floksins og komandi løgmansevnið Jóannes Eidesgaard, sum hevur vunnið henda sess, er ikki so lítið
og samband. Skot okkara er eisini, at tað verður javnaðarflokkurin, sum fer at eiga komandi løgmann, og hann verður formaður floksins Jóannes Eidesgaard. Kann vera at hetta er at taka munnin ov fullan longu [...] væl at profilera flokkin. Hann tykist at vera komin í fremstu røð í føroyskum politikki og verður verandi har. Tað sýnist eisini sum at tað gongur bert tann eina vegin hjá honum og flokkinum, og tað er [...] megnaði at fáa annan mannin, hóast stóra framgongd. SOLEIÐIS sum gongdin hevur verið seinastu árini, so kom tað neyvan óvart á fólk, at fólkaflokkurin skuldi fáa eitt gott val. Tað sýnist sum um at raksturin
meinar um bankamálið. Er tað fortíð, tá má tað væl eisini merkja, at teir borgarligu ætla at stinga halan millum beinini og bara vísa til sosialdemokratarnar og siga, at Bankamálið er teirra borð. Nei so [...] til at grava víðari í málinum og tað má so aftur merkja, at ein vinstraleidd stjórn ætlar sær ikki at ganga á odda fyri at ganga føroyskum krøvum um endurgjald á møti. Slíkt mál sum hetta eigur at fáa [...] fáa føroyingar at rakna við og ikki gloyma myndina av Uffe Ellemann-Jensen sum seyðin í úlvaskinni. ENN er valið ikki avgjørt. Men skuldi tað hent, at hesin sokallaði »Føroyavinur« verður at stýra Danmark