SAMBÆRT veljarakanningunum verður borgarlig stjórn í Danmark við Uffe Ellemann-Jensen sum forsætisráðharra eftir valið mikudagin. Pípuroykjandi politikarin, sum ikki fýrir fyri at minna føroyingar á, at hann er »Føroyavinur«, tykist, nú hann kennir seg tryggan í forsætisráðharrasessinum, hava gloymt alt um Føroyar og sínar »føroysku røtur«. Vónirnar hjá føroyingum til Uffe byggja tí eftir øllum at døma á luftkastellir. Á »falske forventninger«.
HETTA má verða niðurstøðan eftir tey úttalilsi, sum Vinstraflokkurin nú vartar upp við í danskari pressu. Meðan tað fyri bert stuttari tíð síðani var altavgerandi at fáa danska fíggjarmálaráðharran fyri ein ríkisrætt og annars at fáa donsku javnaðarstjórnina at játta sína skuld í bankamálinum, hevur Uffepípan fáar dagar undan valinum fingið eitt heilt annað ljóð. Nú vilja vinstramenninir helst gloyma alt um bankamálið og heldur hyggja frameftir. Við øðrum orðum, teir hava ongan hug til at grava víðari í málinum og tað má so aftur merkja, at ein vinstraleidd stjórn ætlar sær ikki at ganga á odda fyri at ganga føroyskum krøvum um endurgjald á møti. Slíkt mál sum hetta eigur at fáa føroyingar at rakna við og ikki gloyma myndina av Uffe Ellemann-Jensen sum seyðin í úlvaskinni.
ENN er valið ikki avgjørt. Men skuldi tað hent, at hesin sokallaði »Føroyavinur« verður at stýra Danmark næstu fýra árini, so skal hann vita, at hann hevur nógv at liva upp til, soleiðis sum hann hevur roynt at lifra fyri føroyingum í bankamálinum. Borðið fangar. Hann hevur ásannað, at føroyingar eru snýttir. Hann heldur sjálvur, at donsku javnaðarmenninir hava alla skyldina. Hendir tað so, at hann tekur yvir eftir javnaðarstjórnina, so tekur hann eisini yvir ta ábyrgd, sum hann sjálvur hevur víst á, at javnaðarstjórnin átti. Við øðrum orðum verður Uffe Ellemann-Jensen í forsætisráðharrasesssinum noyddur til at ganga føroyskum krøvum um endurgjald á møti.
MEN tá vit vita, hvussu tætt og gott samband er millum Uffe og Edmund, so skuldi verið lagamanni hjá føroyingum at fingið tey krøv uppfylt, sum løgmaður aftur og aftur hevur júkað um. Nevniliga, at danir skulu taka alla skuldina í sambandi við bankabjargingina á seg.
VIT síggja Johannes Martin Olsen veitra við einum bíløgdum skrivi frá sama Uffe, sum sukursøtum orðum lovar føroyingum hetta og hatta, kemur hann til ræðið. Ja vit fáa at síggja. Eftir okkara tykki er einki, sum bendir á, at ein borgarlig stjórn fer at verða fús til at ganga føroyskum krøvum á møti - nú távinstramenninar longu hava drigið í land og umrøða bankamálið sum farin tíð - sum søga. Og tá vinstamenn nú vilja leggja lok á málið er tað tí, a teir vilja ikki hava kannaðan teirra egna leiklut í Føroyamálinum, tá teir seinast sótu í stjórn!!!
FORVTNISLIGT verður at síggja, um ein borgarlig stjórn verður eftir valið, hvat henda veruliga meinar um bankamálið. Er tað fortíð, tá má tað væl eisini merkja, at teir borgarligu ætla at stinga halan millum beinini og bara vísa til sosialdemokratarnar og siga, at Bankamálið er teirra borð. Nei so lætt gongur ikki. Uffe verður nú noyddur at vísa, um nakað innihald er í hansara »Føroyavinskapi«.