SAMBANDSFLOKKURIN er ikki liðugur at sleikja sár. Javnaðarflokkurin er ikki liðugur at sóla sær í sigrinum. Fólkaflokkurin er ikki liðugur at rósa sær fyri kanónvalið. Og Tjóðveldisflokkurin er ikki liðugur at greina út, hví hann ikki gjørdist stóri sigursharrin á Fólkatingsvalinum.
NEI, hesi andsligu arbeiði taka tíð. Men samstundis sum hetta verður gjørt - og stórkavin tiðnar - heldur politiski leikurin um framtíð Føroya fram. Um tað verður neyðugt at telva, ella um danski forsætismálaráðharrin letur vera við at byrja talvið, fáa vit at vita næstu dagarnar, tá nýggi javnaðarleiðari Føroya skal hitta mannin, sum flestu føroyingar ikki elska í løtuni, danska javnaðarleiðaran.
VIT hava brúk fyri eini semju millum Jóannes og Poul, og vit hava brúk fyri eini avtalu millum Danmark og Føroyar, sum perspektiv eru í. Hana skulu Jóannes og Poul ikki gera. Tað eru øll, sum hava eitt vet av samfelagsligum innliti í, fullgreið um. Men ikki nakrir sambandsmenn, sum við peikifingri á lofti í síðstu viku, bóðu Jóannes halda fingrarnar burturi frá tí, sum er landsstýrisins lutur. Tað veit Jóannes fullvæl.
MEN sum ein rættiliga avgerandi fólkatingslimur - líka mikið um forsætisráðharrin fær eina avtalu við Sentrumsdemokratarnar og Kristiliga Fólkaflokkin ella ei - so kann hann vera við til at slóða fyri, so almennu Føroyar og stjórnin fáa eina semju um endurgjald fyri bankabjargingarnar og kanska eisini landskassaskuldina.
KANN ein fundur millum javnaðarformenninar so eisini leggja nýtt grundarlag fyri einum nýggjum komandi samstarvi millum teir báðar flokkarnar - uttan at føroyski javnaðarmaðurin verður limur í tingbólki danska javnaðarmanna so hava føroyingar vunnið nógv.
VIT eiga nevniliga ikki at gloyma, at tað er samstarvið millum hesar flokkar, sum gjørdi sítt til, at vit fingu vinnuliga nýskapan í tríatiárunum. At vit fingu almannalóggávuna í fimti árunum. At vit fingu fíggjarliga møguleikar at endurnýggja fiskiskipini í fimti- og sekstiárunum. At vit fingu tann grunn, sum skapti møguleikar at byggja upp føroyska vælferðarsamfelagið um sama mundið. Ein javnaðarpolitikkur, sum veruliga gjørdi enda av rakárunum í fimtiárunum og skapti føroyingum lívsfrælsi, so vanligi føroyingurin kundi reisa seg upp sum ein fríur maður og smíða sær eydnuna góða. Hetta fruktargóða samstarv má endurskapast - við broyttum fyritreytum og nýggjum málum.