i í útvarpi og bløðum. Skipasýnið og løgreglan vóru eisini møtt. Fartscertifikatið varð tikið av skipinum, skiparin varð lagdur í hondjørn og fluttur á løgreglustøðina til avhoyringar, og har varð hann [...] tonsara, og skiparin á Norðvíkingi heitti á teir um at hyggja at botninum. Leygarmorgunin 5. juni varð sjónbandsfilmur tikin av botninum, og tað var týðuligt, at skipið var heilt illa farið, og at fleiri [...] hvussu leikur mundi fara. Bæði sunnudagin 6. og mánadagin 7. juni royndu teir at kava, men úrslitini vóru eingi. Týsdagin 8. juni var so nógvur vindur, og hann sveiggjaði so mikið fyri akkerinum, at tað
mentunarlívið. Og hóast restin av landinum lá í andaleypi royndi hann, við at bjóða eitt mentunartilboð fyri og annað eftir, at fáa føroyingar at venda eyguni frá kreppuni eina løtu og vísa okkum og umheiminum [...] staðið illa til, og at fá tiltøk verið. Tí sá eg tað sum eina uppgáva at halda hýrinum á fólki uppi og at skapa nøkur áhugaverd tilboð og tiltøk. Tiltøk, sum skuldu vísa bæði útlendingum og føroyingum, at [...] duga og tjena nøkur oyru. Tiltakið Føroysk Dansinátt í juli mánað tóku vit stig til og tað var sera væl umtókt. Vit góvu út fýra ársbøkur við greinum um føroyskt og norðurlendskt mentunarlív, og hetta
friðhalga og skínur á hyllunum, meðan vit fara eftir brúkaranum og siga við hann: skamma teg at tú keypur og brúkar hasa vøruna, tú veist jú, at tað er vandamikið. Man roynir við bæði illum og góðum og við øllum [...] elvdur av royking og teir, sum doyggja í hesum aldursbólkinum missa eini 22 ár av lívinum. Roykingin er fremsta identifiserbara og modifiserbara orsøkin til sjúku og deyða í vesturheiminum og elvir til fleiri [...] Nikotin er at samanbera við heroin og kokain og er verri enn alkohol og hash, tá talan er um bundinskap. Flestu roykjarir angra, at tey nakrantíð byrjaðu at roykja, og tey royna at leggja av. Av 100 roykjaum
leiðslum og starvsfólkum hjá tí almenna og úr vinnuni, men uttan at hesi hava neyðuga førleikan og royndirnar at fara undir ferðina. Harafturat verður farið avstað, hóast nógv útgerð manglar. Og tann útgerð [...] útgerð og tey amboð, sum er til taks, virkar fyri tað fyrsta ikki, og fyri tað næsta er talan um útgerð og amboð, sum ongin hvørki torir ella dugir at brúka. Og tað er púra greitt, at vandin fyri fiasko [...] spurnartekin við endamálið og úrslitið, sum fór at koma burturúr. Eg spurdi, hví løgmaður og vinnan ikki vitjaðu OECD fyrst, og har fingu innlit í, hvørja idealstøðu Føroyar og vinnan skulu liva upp til
útlondini verður størri og størri, ræður tað um, at føroyingar halda saman, virða seg sjálvan og virða fedrarnar og teirra livimáta fram fyri útlendskan sið, sum kann fáa kropp og sál at vikna. Tað ræður [...] bygdastevnan og fyri hvørt ár verður gjørt meira og meira burturúr, soleiðis, at stevnan mennist í innihaldi og dygd. Hvalba, mín heimbygd, er nakað serligt. Her búgva øll, sum eru einum kærast og øll kenna [...] Kosovu og allastaðir har menniskju er, ið líða undir órættvísi og óndskapi, og trongja til hjálp. Meðan vesturlendsku fjølmiðlarnir skíra Milosovic persónliga fyri at hava skyld í øllum ruðuleikanum og ræ
Kl. 10:00 Bønarløta fyri kvinnur. Allar gentur og kvinnur eru vælkomnar. Kl. 17:30 Familjudøgverði og bønarløta Sunnudagin 19. febr. Kl. 10:30 Morgunmøti og barnaansing Kl. 12:00 Sunnudagsskúli Kl. 12:00 [...] Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Ebenezer Mánakvøldið kl. 20.00 Kvinnumøti. Elisabeth Guttesen og Bjørg Wesenberg. Tala um evnið: “Ótti og aðrar kenslur.” Týsdagin [...] Højgaard, trúboðara, og Lenu Askham. Tórskvøldið kl. 20.00 møti við Jónsvein Bech, presti, og Helenu Petersen. Mouritz Viderø syngur. Fríggjakvøldið kl. 20 møti við Marjan Nielsen og Katrin Mortensen. P
leggja eitt uppskot fyri Fólkatingið, og trygdin fyri, at lógin hevði tað rætta løgfrøðiliga sniðið og innihaldið lá sostatt hjá donsku umsitingini, stjórnini og Fólkatinginum. Eisini skuldi eitt landsstýri [...] alur fyrst og fremst. Tað hevði so eisini við sær, at ein ella fleiri tænastumenn vóru ofta burturi saman við løgmanni og landsstýrismonnum. Í januar 1989 kom eg aðru ferð í Landsstýrið, og tað er synd [...] ein-streingjaðu umsitingini við einum skrivstovustjóra og í staðin skipa 6 aðalstýri, sum seinni hava fingið heitið aðalráð. Vit fingu í roynd og veru 6, 7 ella 8 landsumsitingar í staðin fyri eina. Hetta hevur
Ungarn. Lagið á teimum gott og væl tvey hundrað norðurírsku áskoðarunum var sera gott. Tað bæði sást og hoyrdist. Føroysku áskoðararnir mistu ongantíð mótið. Teir heppaðu og sungu, og fram ímóti dystarenda sungu [...] frá høgru og til Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði. So bendi nógv á fínt føroyskt avrik og gott úrslit, inntil málskjúttin sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt. Tá varð mótbrekkan ov brøtt, og norðurírar [...] Christian Lamhauge Holst. 75) 1-3 1-3: Lafferty Eftir álop í vinstru og flatt innlegg og eitt sindur av aftur og fram sleppur Lafferty leysur og skorar úr stuttari fjarstøðu. Ikki so sannførandi verjuspæl. 75)
vitjað í eftirlitsrúminum og í maskinrúminum umborð á Norrønu, og vit hava tosað við maskinstjóran og glyvramannin, Ólav Gunnarsson. Maskinrúmið umborð á Norrønu er stórt og hjá einum, sum ikki hevur havt [...] eftirlitsrúminum við komu og fráferð, og tað gjørdi eg eisini, tá vit eitt nú sigldu inn eftir Bergensfjørðinum og úr aftur Bergen. Siglingin inn til Bergens tók tveir tímar, og síðan sigldu vit einar seks [...] meistari tekur yvir og er á vakt frá klokkan 12-18, og síðan tekur 3. meistari vaktina frá klokkan 18-24. Nú eigur 2. meistari tørn aftur og er á vakt frá midnátt til klokkan 04, og síðan er 3. meistarin
sjálv, uttan fyri heim teirra og úti í stóra heiminum. Tey skulu læra at kjakast, at flyta fram røður og at málbera seg snøggliga og smidliga á sínum egna máli – eins væl og á øðrum. Kortini hongur alt soleiðis [...] 1980, s. 171) (Støðufast tvímæli og tví-mentan kunnu ikki varðveitast við opnum og óavmarkaðum samskifti millum minniluta- og meirilutabólkar. Opin fíggjarlig atgongd og óavmarkað samskifti millum bólkar [...] bólkar er gott fyri ymisk nýtilig og hugsjónarlig endamál. Í roynd og veru halda vit hetta vera hugsjón at miða seg eftir í einum og hvørjum samfelagi, bæði úr lógar- og samfelagsligum sjónarmiðum, hóast