Politikarar og fyrisiting

Í einari undanfarnari Tinghellugrein greiddi Kári á Rógvi við viðmerkingum frá einari ráðstevnu um ?samstarv millum politikarar og fyrisiting?. Eg var ein teirra, sum helt fyrilestur á ráðstevnuni. Henda greinin er ein dagføring av tí, eg segði

Tað er vist ikki serliga gjølla lýst í okkara søguskriving, hvussu politikarar og embætismenn skiltu støðuna, tá Føroyar fingu heimastýri í 1948. Frammanundan høvdu vit eitt ráðgevandi Løgting og eina løgtingsskrivstovu, sum umsat tað sindrið, sum var at umsita. Nú skuldi ? hvat vit so annars siga um heimastýrislógina ? annað lag koma á. Løgtingið fekk heimild at gera løgtingslógir í yvirtiknum málum. Bara tað var jú ein stór broyting frá tí, sum hevði verið. Frammanundan kundi Tingið mæla Ríkisstýrinum til at leggja eitt uppskot fyri Fólkatingið, og trygdin fyri, at lógin hevði tað rætta løgfrøðiliga sniðið og innihaldið lá sostatt hjá donsku umsitingini, stjórnini og Fólkatinginum.
Eisini skuldi eitt landsstýri verða skipað við í minsta lagi trimum limum. Haraftrat skuldi Landsstýrið hava embætisfólk.
Mær tykir, at ongin rættiliga gjørdi sær greitt, at uppgávurnar vóru heilt aðrar og størri enn frammanundan. Tað sæst kanska eina best av tí, at løgmaður og teir báðir landsstýrismenninir vóru ikki til arbeiðis hvønn dag, heldur ikki hvønn gerandisdag. Landsstýrið kom saman til fundar í Tinganesi eina ferð um vikuna. Hinar dagarnar vóru tað embætisfólkini, sum einsamøll tóku sær av fyrisitingini. Helst hevur politiska stýrið hildið, at arbeiðið fór at vera umleið tað sama, sum tað hevði verið hjá Landsnevndini.
So einfalt var tað ikki. Broytingin var, at løgtingslógirnar skuldu bara samtykkjast í Løgtinginum, meðan lógir, sum eftir áheitan frá Løgtinginum kanska fóru ígjøgnum Fólkatingið, eisini vórðu viðgjørdar í fyrisitingini hjá stjórnini og síðani í Fólkatinginum. Nú hekk tað á føroyingum sjálvum at gera lógararbeiðið nóg gott.
Umframt hetta kom ein fittliga stór umsiting av øllum teimum málum, sum Løgtingið samtykti at yvirtaka beinanvegin, og tey vóru ikki so fá. Hóast alt hetta varð fyrisitingin hjá Landsstýrinum hildin á so lágum støði sum gjørligt. Hon skuldi fyrst og fremst vera bílig.
Alt bar brá av, at føroyingar lupu útí nakað nýtt og høvdu ikki fyrireikað seg til tað. Ivaleyst hevði tað verið rættari, um nakrir føroyingar høvdu arbeitt í stjórnarumsiting onkra aðrastaðni, td í Danmark, í eina tíð, áðrenn fyrisitingin hjá Landsstýrinum varð skipað. Tað er sjálvandi lættari at siga tað í dag, enn tað var tá í fjørutiárunum, tí tað breyt í bæði borð politiskt.
Nú talan er um at útvega føroyingum víðari ræsur á uttanríkispolitiska økinum eigur hetta sama at verða havt í huga. Íslendingar høvdu fólk í danska uttanríkisráðnum árini frá 1918 til 1944 við tí endamáli at læra at føra uttanríkispolitikk. Tað er vist mangt, sum bendir á, at uttanríkispolitiskt hava íslendingar í fullveldistíðini verið líka varnir, sum danir plaga at vera.
Landsstýrið hevur ætlanir um at seta fólk á danskar sendistovur víða um heim. Vónandi verður hetta lagt konstruktivt til rættis, so at hesi fólkini kunna læra diplomati og at virka í uttanríkispolitiska umhvørvinum, sum er sera krevjandi.
Eftir 1974
Støðan í fyrisitingini í 1948 var ikki so ógvuliga nógv broytt 27 ár seinni, tá eg fyrstu ferð gjørdist landsstýrismaður í januar 1975. Teir tænastumenn, sum vórðu settir í starv, tá Heimastýrið kom, ella stutt eftir, vóru framvegis í starvi. Onkur nýggjur var tó komin aftrat. Fatanin var framvegis, at umsitingin skuldi vera bílig. Tað var tí kanska ikki so lætt hjá fyrisitingini sjálvari at biðja um meira fólk. Tað var jú heldur ikki óvanligt, at politikarar tosaðu um ta alt ov stóru og dýru umsitingina.
Eftir valið í 1974 var farið undir at samráðast um eina nýggja samgongu, sum hevði verið óhugsandi bara fá ár frammanundan. Eina samgongu millum tríggjar stórar flokkar: Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.
Eg var annar teirra, sum samráddust vegna Tjóðveldisflokkin, og eg minnist, at ein dagin eftir ein samráðingarfund passaði táverandi skrivstovustjórin Jóhan Djurhuus sær løgir at fáa orðið á meg. Tað, hann vildi, var at siga mær, at umsitingin vónaði, at talið á landsstýrismonnum fór at vera lítið, tí annars bleiv ov nógv at gera hjá umsitingini.
Tíverri kann eg ikki siga, at vit eftirlíkaðu ynskjunum hjá honum og umsitingini annars, tí í januar varð eitt Landsstýri skipað við 6 landsstýrismonnum ? tað mesta nakrantíð til ta tíð. Síðani hava teir klárað at yvirhála okkum fleiri ferðir.
Tað einasta var ikki, at talið á landsstýrismonnum vaks. Haraftrat komu yvirtøkurnar, sum settu uppaftur fleiri krøv til fyrisitingina, bæði tá mál skuldu yvirtakast og síðani, tá tey skuldu umsitast. Landsstýrið var varugt við tey øktu krøvini, og umsitingin varð nakað útbygd, men ikki nóg mikið.
Neyvan var nakað at siga til, um fyrisitingin ikki var ment at gera alt, sum gerast skuldi. Í summum førum varð tí arbeiðsmegi keypt í býnum, eitt nú at gera uppskot um Ráfiskagrunn, og í øðrum førum noyddust landsstýrimenninir sjálvir at gera nakað av tí arbeiði, sum fyrisitingin átti at gjørt. Tað gjørdi tað ikki frægari, at fleiri av tænastumonnunum, sum vóru settir, tá Heimastýrið var nýtt, vóru farnir at eldast, allir í senn. Tann bráða útbyggingin av landsumsitingini, sum hevur verið tey seinastu árini, skapar vanda fyri, at tað sama hendir einaferð aftrat.
Tað var heldur ikki hugsingur um, at fyrisitingin sjálv kundi gera nakað granskingararbeiði og lata Landsstýrinum upprit um tað. Í slíkum førum var altíð neyðugt at lata onkran í býnum gera arbeiðið, og tað varð lítið brúkt. Einasti stovnur, sum javnan gav Landsstýrinum tilmæli í einstøkum málum, var Búskaparráðið, og har má tíverri ásannast, at skiftandi landsstýri fylgdu sjáldan ráðunum.
Lítil broyting eftir mongum árum
Tann lítla landsumsitingin, sum var, skuldi ikki einans nøkta tørvin hjá Landsstýrinum, men eisini vera skrivstova hjá Løgtinginum. Tað var ikki fyrr enn væl seinni, at Løgtingið aftur fekk sína egnu skrivstovu. Tað var ein ódámlig samanblanding av lóggávuvaldi og umsitingarvaldi, at landsumsitingin var skrivstova hjá Løgtinginum.
Alt Landsstýrið helt til í Tinganesi, og tað kundi vera ein fyrimunir. Tað var lættari hjá landsstýrismonnum at fáa orð hvør á annan, og tað var eisini lættari at hava samskifti millum tað politiska Landsstýrið og ta einstreingjaðu umsitingina.
Hesi árini var tað eisini, at tann nógva uttanlandsferðingin hjá landsstýrismonnum rættiliga tók dik á seg, tí við loyvi frá stjórnini fekk Landsstýrið víðari heimildir enn fyrr at samráðast sjálvt, um fiskiveiðuavtalur fyrst og fremst. Tað hevði so eisini við sær, at ein ella fleiri tænastumenn vóru ofta burturi saman við løgmanni og landsstýrismonnum.
Í januar 1989 kom eg aðru ferð í Landsstýrið, og tað er synd at siga, at viðurskiftini vóru stórvegis batnað tey 10 árini, sum vóru liðin síðan mítt fyrsta umfar í Landsstýrinum. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum skuldi eg gera uppskot til eina broytta fíggjarlóg, har í minsta lagi 100 miljónir skuldu skarvast burturav tí uppskoti, sum lá frammi. Umsitingin í fíggjarmálum var lítil, og tá so fleiri fólk á deildini lógu sjúk, er tað enn ein gáta fyri mær, hvussu tað yvirhøvur læt seg gera at koma við einum uppskoti um ein hóp av broytingum. Men tað varð so gjørt.
Triðju ferð, eg kom í Landsstýrið, var tað ringa kreppuárið 1993, í apríl mánaði. Aftur hevði eg fíggjarmál. Umsitingin á økinum var nakað útbygd tá, men ikki nóg mikið. Stjórnin hevði fleiri ferðir á máli, tá samráðingar vóru um lántøku, at um-sitingin hjá Landsstýrinum var ov veik. Tað skuldi ikki skiljast sum atfinning at teimum, sum starvaðust har, men var ein ásannan av, at manningin var ov lítil. Tey vóru ov fáment á fíggjarøkinum ? eins og øðrum økjum.
Landsumsitingin nýskipað
Kjarnin í problematikkinum í einum samfelag er ikki proportionalur við landsins stødd ella fólkatal. Í prinsippinum eru problemini líka stór í einum fámentum sum einum fjølmentum samfelag. Tað er td líka torført at gera eina skattalóg fyri 48.000 fólk sum 5 miljónir fólk. Ella skúlalóg. Ella almannalóg.
Hjá okkum hevur tað í heilt stóran mun verið soleiðis á skúla- og almannaøkinum, at vit hava skrivað danskar lógir av. Einki ilt um tað, tí tað munna vera nakrir av bestu heilum Danmarkar, sum hava skrivað hesi lógaruppskot. Men tað hevði kanska verið rættari at gjørt meira við at laga lógirnar til tey serligu føroysku viðurskiftini.
Eftir kreppuárini fyrst í nítiárunum kom danskur serfrøðingur higar, boðsendur av Landsstýrinum, at gera tilmæli um ný-skipan av landsumsitingini. Hansara uppskot var, at vit skuldu gevast við teirri ein-streingjaðu umsitingini við einum skrivstovustjóra og í staðin skipa 6 aðalstýri, sum seinni hava fingið heitið aðalráð. Vit fingu í roynd og veru 6, 7 ella 8 landsumsitingar í staðin fyri eina.
Hetta hevur økt talið á starvsfólki til tað fleirfaldaða, og sjálvandi hava útreiðslurnar fylgt við. Nú er so hetta skipanin, og eg haldi tað ikki vera ráðiligt at gera nýggjar skipanir fyri landsumsitingina aðruhvørja løtu. Nú má tað stórt sæð standa sína roynd, í hvussu so er í eina tíð. Kanska kundu onkrar av dupultfunktiónunum verið skornar burtur fyri at spara nakað. Í hvørjum ráði er ein lógardeild og ein lønardeild. Mundi tað ikki verið nóg mikið við einari lógar-deild og einari lønardeild fyri øll ráðini?
Sum landsstýrismaður havi eg tríggjar ferðir starvast undir teirri gomlu skipanini við fámentari, einstreingjaðari landsumsiting, meðan eg ongantíð havi starvast undir hesi nýggju skipanini. Tað, eg kenni til hesa skipanina, er sum borgari í samfelagnum og løgtingsmaður. Sum borgari havi eg ta atfinning, at avgreiðslan tykist ikki at ganga skjótari enn fyrr. Eg havi bara einaferð sum borgari sett hesi nýggju umsitingini ein skrivligan fyrispurning. Tað tók tvey ár ella meir at fáa svar. Harafturímóti, tók tað onga tíð sum politikari at spyrja táverandi løgmann um hernaðarmálið.
Sum løgtingsmaður skal eg harafturímóti rósa umsitingini fyri tað tilfar, sum hon letur úr hondum. Nú er umsitingin so væl útgjørd við væl útbúnum fólki, at tað ber til at lata Løgtingið fáa greint tilfar til aðalorðaskifti. Somuleiðis er framløgan av fíggjarlógini munandi betri enn fyrr. Umframt sjálva fíggjarlógini við øllum greinum og undirgreinum, fáa tingmenn eisini eitt hefti við lyklatølum, sum er sera hent.
Nú er bara at ansa eftir, at ikki ov nógv tilfar rekur inn um Tingsins dyr. Eg hugsi her um, at skal ein fólkatingsmaður lesa alt tað, hann fær upp í hendi í Fólkatinginum, so ger hann einki annað uttan at lesa alt árið. Ta støðu eiga løgtingsmenn ikki at koma í.
Góð álitisviðurskifti millum politikarar og fyrisitarar eru altavgerandi fyri at fáa góð úrslit. Eru viðurskiftini millum politikarar og fyrisitarar vánalig, ber einki til.
Tað næsta er, at allir politikarar eiga ikki at hava sum sítt fremsta mál at broyta alt, hvørja ferð eitt stýri skiftir. Nakað verður skapt av nýggjum, og nakað verður broytt, men tað kann gerast heldur troystarleyst hjá embætisverkinum alla tíðina at sita og broyta alt tað, sum sama embætisverk hevur verið við til at sett í gongd beint frammanundan. Tað man vera lítið eggjandi at sita í fleiri ár og gera eina skipan saman við einum landsstýrismanni og so beint aftaná, at alt er farið at virka, at fáa ein annan landsstýrismann, sum vil hava alt tað gamla vekk. Ongin okkara tímir serliga væl at gera arbeiði okkara umaftur.
Vit skula minnast til, at embætisverkið eigur at vera óheft, og tað er skyldan hjá tí at virka loyalt fyri tí til eina og hvørja tíð sitandi stýri. At embætisverkið skal vera loyalt merkir ikki, at tað ikki skal gera politiska valdið varugt við, hvørjar lógir og reglur eru galdandi. Tað hevur ikki altíð verið gjørt. Einaferð samtykti Tingið at geva Landsstýrinum heimild at veita veðhald fyri skipabygging upp til 25 mió.kr. Mong ár seinni fekk eg at vita, at vísandi til hesa lógina vóru veðhald givin fyri fleiri 100 mió.kr. Ikki minnist eg, at nakar gjørdi vart við, at veðhaldini vóru farin langt upp um loyvda hámarkið.
Politikarin hevur ábyrgdina
Tað er altíð politikarin, sum hevur ábyrgdina av tí, sum verður gjørt. Eisini í teimum førum, tá onkur í fyristingini hevur gjørt feilin. Tað kann tykjast eitt sindur órímiligt, men gerst kanska ikki øðrvísi. Hetta er so tann skipan, sum er galdandi í danska ríkinum. Tó segði Poul Schlüter á ráðstevnuni herfyri, at hevði ein ungur og nýggjur starvsmaður gjørt ein feil, hevði politikarin neyvan ?hingið uppá tað?. Var tað onkur í hægri starvi, so var tað politikarin, sum hevði ábyrgdina.
Tí var tað eisini politiska valdið, sum hevði alla ábyrgdina av teirri trongstøðu, sum tað almenna kom í fyrst í nítiárunum.
Síðani hava vit fingið eina størri, betri og sterkari fyrisiting. Og lat meg siga tað bart út: stundum tykir mær, at tænastumenninar stinga nøsina heldur langt fram. At teir hava hug at taka ræðið av politikarunum. Hetta gjørdi seg serliga galdandi eftir, at kreppan hevði tikið seg upp. Men tað eigur ikki at henda, at vit fáa eitt embætismannastýri, tí embætismenninir skula ikki standa veljarunum til svars í minsta lagi fjórða hvørt ár. Latum okkum so heldur hava eitt politikarastýri við øllum teimum veikleikum, sum tað kann hava við sær. Veljararnir kunna skifta politikararnar út, men ikki embætisverkið.
Politikararnir eiga at fara væl við embætisverkinum, men kortini vera varnir uttan tó alla tíðina at illteinkja øll fyri alt ilt. Tað kann jú vera nokkso lætt hjá einum embætismanni at lokka politikaran út á djúpt vatn.
Eg veit einki beinleiðis dømi um, at tað er gjørt í Føroyum. Men tað er altíð klókt at lesa alt tað gjølla ígjøgnum, ein sum landsstýrismaður hevur við at gera. Annars kann tað henda, sum hendi einum landsstýrismanni fyri mongum árum síðani, at í hansara uppskoti um friðingarlóg var komið at standa okkurt um seyðalík í haganum. Tað plaga vit annars at kalla deyðseyða.
Í hesum sambandi kann eg illa lata vera við at nevna Bjørn Westh, fyrrverandi danskan ráðharra, sum var her í Føroyum tvær ferðir, tá bankakanningin var fyri. Sum løgmálaráðharri setti hann forboð fyri, at Salman Rushdie fekk innferðarloyvi til Danmarkar at taka ímóti einari heiðursløn. Tað elvdi til mikið rok bæði innan- og uttanlands, og forsætisráðharrin noyddist at broyta avgerðina.
Tá stjórnin varð skipað av nýggjum, gjørdist Bjørn Westh ferðslumálaráðharri. Hann legði uppskot fyri Fólkatingið um at broyta ferðslulógina. Ein av broytingunum hevði við sær, at tilflytarar sluppu ikki at koyra hýruvogn í Danmark. Eisini tað mátti rættast.
Eg havi hvørki lisið um tað ella hoyrt tað nakrastaðni, men eg havi ein grumman illtanka um, at onkur í embætisverkinum vildi hava ráðharran at blamera seg. Fyrst í løgmálaráðnum og síðani ferðslumálaráðnum.
Strutsurin og høvdið í sandinum
Eg havi hug til at nevna ein politikara, sum læt embætismann lumpa seg:
Vit kenna øll málberingina ?at stinga høvdið í sandin sum strutsurin og ikki síggja nakran vanda ella trupulleika?. Eg sigi bara: takið ikki hatta upp á tungu, um ein avstraliari er til staðar, tí vandi er fyri, at hann kódnar í látri. Avstraliarin veit nevniliga, at strutsurin stingur ikki høvdið í sandin, tá vandi er á ferð, tí so hevði hann helst verið kvaldur. Grunar hann ein vanda, sum er langt burturi, leggur hann seg skerflatan og toyggir hálsin frameftir, so hann sær, um vandin nærkast. Nærkast vandin, ger strutsurin sum flest øllum onnur dýr: spelar avstað at finna tryggleika onkrastaðni. Tað er bara tann klóka uglan, sum blundar og heldur, at tá hon einki sær, síggja hini heldur einki.
Hvussu ber tað so til, at handan søgan um strutsin er vorðin so kend? Jú, tað er tí, at amerikanski forsetin Woodrow Wilson helt eina talu 1. februar í 1916, har hann fyrireikaði amerikanarar uppá, at USA kundi ikki sum frá leið halda seg burtur frá krígnum í Evropa. Hann tók soleiðis til:
?Amerika kann ikki vera sum ein strutsur og stinga høvdið í sandin og siga, at eg síggi ikki Evropa.?
Gud náði tann embætismann, sum hevði skrivað ta taluna.