Tað var katastrofalt fyri føroyska fótbóltslandsliðið, at fremsti álopsspælarin og málskjúttin í 1. hálvleiki, Jóan Símun Edmundsson, miðskeiðis í 2. hálvleiki sá gult kort fyri aðru ferð, og harvið varð rikin av vølli í EM undankappingardystinum á heimavølli ímóti Norðurírlandi.
Tá vísti máltalvan 1-1, og fyrstu løtuna eftir steðgin hevði føroyska liðið havt gott tak á spælinum, og tað kendist sum um, at Føroyar enn einaferð høvdu kós ímóti úrsliti, sum fór at vekja ans í altjóða fótbóltsheiminum.
Reyða kortið bar við sær, at norðurírarnir fingu betri tak á spælinum. Eftir frísparksinnlegg úr spískum í vinstru løgdu teir seg framum 2-1, og lítla løtu seinni øktu teir til 3-1 eftir ikki sannførandi føroyskt verjuspæl í høgru.
Síðstu løtuna var tað mesta tómgongd. Fleiri skiftingar vórðu gjørdar, ferðin minkaði, og norðurírar vóru væl nøgdir við 3-1 sigurin, meðan teir hugsaðu alt meiri um heimadystin mánakvøldið ímóti Ungarn.
Lagið á teimum gott og væl tvey hundrað norðurírsku áskoðarunum var sera gott. Tað bæði sást og hoyrdist.
Føroysku áskoðararnir mistu ongantíð mótið. Teir heppaðu og sungu, og fram ímóti dystarenda sungu teir tjóðsangin.
Eftir fyrra hálvleik sá tað gott út. Norðurírland legði seg framum 1-0 eftir fríspark í brotsteigin og ikki sannførandi føroyskt verjuspæl. Tá hálvur tími var farin, fekk heimaliðið tak á spælinum. Eftir langt innkast frá Jónasi Tór Næs og eitt sindur av aftur og fram legði Sonni Ragnar Nattestad flatt út frá høgru og til Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði.
So bendi nógv á fínt føroyskt avrik og gott úrslit, inntil málskjúttin sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt. Tá varð mótbrekkan ov brøtt, og norðurírar vóru ovurfegnir, tá ið týski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 1-3.
Lars Olsen og hansara menn skulu nú venda huganum ímóti Finnlandi. Landsliðið fer av landinum í morgin, og dysturin í Finnlandi verður mánakvøldið.
Fyrireikingarnar eru órógvaðar av, at nú skal nýggjur maður manna fremstu álopsódnina. Mánakvøldið verður Jóan Símun Edmundsson leikbannaður, og tá verður tað ivaleyst toppskjúttin í føroysku kappingini, Klæmint A. Olsen, sum verður fremsti maður. Klæmint avloysti í kvøld Brand Henriksen.
Føroyar-Norðurírland 1-3 (1-1)
0-1: McAuley 12.
1-1: Jóan Símun Edmundsson 36.
1-2: McAuley 71.
1-3: K. Lafferty 75.
Dómarabólkur úr Týsklandi: Felix Zwayer, Thorsten Schiffner, Marco Achmüller, Jan Seidel, Tobias Stieler og Sascha Stegemann
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Gilli Sørensen – Fróði Benjaminsen (Rógvi Baldvinsson, 87.), Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Henriksen (Klæmint A. Olsen, 83.), Christian Lamhauge Holst (Pól Jóhannus Justinussen, 76.) – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Erling Jacobsen, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen, René S. Joensen, Finnur Justinussen
Venjari: Lars Olsen
Reytt kort: Jóan Símun Edmundsson 65. (2 gul)
Norðurírland: Michel McGovern – Conor McLaughlin (Josh Magennis, 70.), Jonny Evans, Garet McAuley, Chris Brunt (Shane Ferguson, 83.) – Steven Davis, Chris Baird, Oliver Norwood, Stuart Dallas – Niall McGinn, Kyle Lafferty (Paddy McNair, 78.)
Á beinkinum: Alan Mannus, Roy Carroll, Aaron Hughes, Craig Cathcart, Corry Evans, Paddy McCourt, Will Grigg, Billy McKay, Liam Boyce
Venjari: Michael O`Neill
Gult kort: Conor McLaughlin
--
LIÐUGT
1-3
92) 1-3
Hallur Hansson sendir fríspark væl omanfyri málið.
90) 1-3
3 minuttir lagdir aftrat.
89) 1-3
Tómgongd!
87) 1-3
Fróði Benjaminsen fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Rógvi Baldvinsson á vøllin.
85) 1-3
Gunnar Nielsen bjargar sera væl og umvegis stólpan og til horna í vinstru, sum einki spyrst burturúr. Skotroyndina átti Magennis.
83) 1-3
Brandur Henriksen fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Klæmint A. Olsen á vøllin.
Sean Ferguson kemur á vøllin í staðin fyri Chris Brunt.
82) 1-3
Klæmint A. Olsen riggar til at verða skiftur inn.
80) 1-3
Ferðin er minkað. Norðurírar eru ivaleyst farnir at fyrireika seg til dystin mánakvøldið, tá ið teir fáa vitjan av Ungarn.
78) 1-3
Lafferty fer av vøllinum, og í hansara stað kemur McNair - verjuspælari á vøllin í staðin fyri álopsspælara. Norðurírsku áskoðararnir eru í heilt góðum lag. Taå bæði sæst og hoyrist.
76) 1-3
Pól Jóhannus Justinussen kemur á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
75) 1-3
1-3: Lafferty
Eftir álop í vinstru og flatt innlegg og eitt sindur av aftur og fram sleppur Lafferty leysur og skorar úr stuttari fjarstøðu. Ikki so sannførandi verjuspæl.
75) 1-2
Pól Jóhannus Justinussen ger seg kláran at verða skiftur inn. Ivaleyst verður tað fyri Christian Lamhauge Holst.
72) 1-2
Magennis sær gult fyri ófantaligt fríspark, og lítla løtu seinni ger hann aftur fríspark, sum verður lagt í brotsteigin, men einki spyrst burturúr.
71) 1-2
1-2: McAuley
Hann stýrir bóltin í málið mitt fyri og tveir metrar frá málstrikuni. Hetta var eftir frísparkið, sum varð sent innfyri úr høgru.
Føroyingarnir eru sera misnøgdir við dómaraavgerðirnar.
70) 1-1
Føroysku spælararnir eru ikki væl nøgdir við dómaran, sum vísir Halli Hansson gult kort, tá ið Gilli Sørensen ger fríspark aftarlaga í vinstru.
69) 1-1
C. McLaughlin, sum hevur gult kort, verður tikin av vøllinum, eftir at hann síðstu løtuna hevur gjørt tvey fríspørk. Í staðin fyri hann verður meiri framrættaði Magennis settur á vøllin.
68) 1-1
Nú var um reppið, at Norðurírland fekk risa møguleika. Steven Davis varð spældur leysur millum miðverjarnar, men hann kiksaði.
67) 1-1
Enn hevur Lars Olsen onga broyting gjørt á føroyska liðnum, síðani Jóan Símun Edmundsson varð vístur av vøllinum, og føroyska liðið harvið varð undirmannað. Spurningurin er, um hann yvirhøvur fer at gera nakra broyting.
65) 1-1
Jóan Símun Edmundsson sær gult eftir ov seina takling á norðurírsku hálvuni. Dómarin vísir honum gult fyri aðru ferð í kvøld, og harvið sær fremsti maður á føroyska liðnum reyða kortið.
63) 1-1
Føroyska liðið megnar nú væl at varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum.
60) 1-1
Nú er Sølvi Vatnhamar so sera eyðsýndur í álopspartinum. Hann vinnur fríspark frammarlaga í høgru. Brandur Henriksen leggur innfyri til handara stólpa, har fríspark verður dømt ímóti Sonna Ragnar Nattestad.
59) 1-1
Gunnar Nielsen er tryggur í luftspælinum og loftar eftir horna.
58) 1-1
Hallur Hansson ger fríspark miðskeiðis á føroysku hálvuni í høgru. Eftir innlegg endar tað við horna til Norðurírland í høgru.
57) 1-1
Í samanspæli er føroyska liðið fremri enn mótstøðuliðið. Norðurírar spæla klassiskt bretskt. Ein ella tvær sendingar og so verður lagt fram í brotsteigin ella fram í borðið og síðani innlegg. Í løtuni kennist hetta ikki at vera vandamikið.
55) 1-1
Fínt føroyskt samanspæl frammarlaga á norðurírsku hálvuni, og tað var um reppið, at Sølvi Vatnhamar fekk møguleika at smekka til, men tað varð blokerað, og so stóðu tveir føroyskir spælarar í bíðirøð fyri at skjóta.
54) 1-1
Síðstu ferðirnar hevur Sølvi Vatnhamar verið so sera eyðsýndur í høgru. Tað hevur hann ikki verið higartil í kvøld. Norðurírar ansa honum sera væl.
52) 1-1
Gott føroyskt samanspæl í vinstru - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.
50) 1-1
Norðurírar hava fyrstu løtuna eftir steðgin roynt at jagstra og pressa mótstøðumenninar, og harvið er tað torført hjá føroyingunum at fáa skipa spæl +í lag.
48) 1-1
Heimamenninir hava fingið boð um, at teir skulu royna at hava bóltin á vøllinum og ikki í luftini.
46) 1-1
Føroyar geva bóltin upp, og nú hava føroyingarnir lotið ímóti. Allir teir somu 22 eru komnir á vøllin, sum vóru við frá fyrsta bríksli.
--
Spælararnir eru á veg undir tak eftir 1. hálvleik, sum leingi var eyðkendur av órudduligum og tilvildarligum avriki. Tað komst av, at norðurírar vóru so grammir og jagstraðu føroysku spælararnar kring allan vøllin. Tá var fjáltur á føroyingunum, sum gjørdu nógv mistøk og sparkaðu nógv og skeivt.
Norðurírland legði seg framum í 12. minutti eftir fríspark úr høgru og fram í brotsteigin, har miðverjin Gareth McAuley var púra blankur, tá ið hann mitt fyri málinum stútaði bóltin í málið.
Eftir hálvan tíma mentist føroyska liðið. Hallur Hansson, Brandur Hendriksen og Christian Lamhauge Holst royndu at fáa tak á samanspælinum, og eftir langt innkast úr høgru og flatt innlegg frá Sonna Ragnar Nattestad var tað Jóan Símun Edmundsson, sum úr stuttari fjarstøðu og við nærra stólpa setti bóltin í málið.
Hetta var í 36. minutti, og síðstu løtuna hekk samanspælið betri saman hjá føroyingunum, sum fluttu seg væl fyri høvrjum øðrum.
-
HÁLVLEIKUR
1-1
Ein minuttir lagdur aftrat.
45) 1-1
Eftir innlegg úr høgru hevur Lafferty risa møguleika, men hann kiksar totalt, tá ið hann við høvdinum og úr góðari støðu sendir bóltin væl omanfyri málið.
43) 1-1
Tað er framvegis trupult hjá føroysku miðverjunum at verja bóltin út frá til sínar liðfelagar, og harvið eru álopini hjá norðurírum í so long.
42) 1-1
Nú er tað mest aftur og fram kring miðstrikuna.
40) 1-1
Christian Lamhauge Holst, Hallur Hansson og Brandur Hendriksen royna at skipa samanspælið.
38) 1-1
Síðstu 8-10 minuttirnar hevur føroyska liðið fingið tak á spælinum, og norðurírar pressa og jagstra ikki eins nógv, sum teir gjørdu fyrsta hálva tíman.
36) 1-1
Tað var eftir langt innkast úr høgru frá Jónasi Tór Næs og eitt sindur av aftur og fram, at miðverjin Sonni Ragnar Nattestad vann bóltin og av baklinjuni í vinstru legði flatt út frá til Jóan Símun Edmunsson, sum við nærra stólpa setti bóltin í handara síðunetið. Gott lag á Tóirsvølli!
36) 1-1
1-1: Jóan Símun Edmundsson
36) 0-1
Bólturin verður blokeraður eftir skot frá Gilla Sørensen, og tað endar við innkasti í høgru.
35) 0-1
So riggar samanspælið betri. Fyri fyrstu ferð hava heimamenninir havt bóltin í ein minutt, og teir hava hann framvegis!
32) 0-1
Eftir føroyskt fríspark úr vinstru og diagonalt leggur Sølvi Vatnhamar innfyri aftur, og tað endar við horna í høgru, men einki spyrst burturúr, tá ið Hallur Hansson roynir at snitta bóltin víðari eftir innlegg frá Brandi Hendriksen.
30) 0-1
Aftur fríspark til Norðurírland miðskeiðis á føroysku hálvuni. Hesa ferð í vinstru eftir at Jónas Tór Nær skumpaði í ryggin. Einki spyrst burturúr.
29) 0-1
Jónas Tór Nær kastar fyri fimtu ferð langt inn úr høgru. Nú var vandamiklari, enn tað hevur verið fyrru ferðirnar, men tað endar við, at málverjin fær bóltin.
28) 0-1
Ferðin er minkað eitt vet, og harvið er fótbóltsspælið batnað nakað.
26) 0-1
Bólturin hevur síðstu løtuna verið á norðurírsku hálvuni.
25) 0-1
Føroyska liðið fær ikki frið at samanspæla, tí mótstøðumenninir eru á teimum beinanvegin.
23) 0-1
Jóan Símun Edmundsson roynir seg við skoti langt úti frá, og málverjin bjargar fyrstu føroysku royndini í kvøld.
22) 0-1
Skjótt føroyskt álop í vinstru. Hallur Hansson verður óregluliga steðgaður í gjøgnumbroti, og C. McLaughlin sær gult. Brandur Henriksen leggur frísparkið í brotsteigin, men einki spyrst burturúr.
21) 0-1
Horna til Norðurírland í høgru, og so aftur horna í høgru.
20) 0-1
Føroysku spælararnir verða jagstraðir, og tað gongur framvegis sera illa at fáa sasmanspæl í lag niðri á vøllinum.
18) 0-1
Nýtt horna til Norðurírland í vinstru, men Gunnar Nielsen loftar, tá ið lagt verður innfyri til handara stólpa.
16) 0-1
Føroysku miðverjarnir hava trupulleikar, tá ið teir við høvdinum stýra bóltin út frá aftur eftir innlegg. Mest sum hvørja ferð endar bólturin hjá mótstøðumonnunum.
15) 0-1
Føroyska liðið hevur lotið undan, og tað verður framvegis bíðað eftir, at tað skal eydnast at fáa skipað samanspæl í lag.
12) 0-1
0-1: Gareth McAuley
Eftir fríspark úr høgru og mitt inn fyri føroyska málið er miðverjin Gareth McAuley púra blankur, tá ið hann við høvdinum og úr stuttari fjarstøðu sendir bóltin í málið. Gunnar Nielsen er púra sakleysur. Alt annað enn sannførandi verjuspæl.
12) 0-0
Aftur norðurírskt fríspark miðskeiðis á føroysku hálvuni í høgru.
11) 0-0
Framvegis sera órugguligt og nógv ping pong.
9) 0-0
Enn verður bíðað eftir fyrsta skipaða álopinum. Ferðin er høg, og hvørgin parturin megnar at fáa skipað samanspæl í lag.
8) 0-0
Gilli Sørensen tveitir so langt inn í brotsteigin, at málverjin loftar bóltin.
7) 0-0
Gilli Sørensen kastar inn frammarlaga í vinstru, og Føroyar vinna sær nýtt innkast, sum Gilli Sørensen ætlar at kasta langt inn í brotsteigin.
6) 0-0
Jóan Símun Edmundsson sær gult fyri fríspark, sum norðurírar vinna sær í vinstru og miðskeiðis á føroysku hálvuni. Gunnar Nielsen fær fatur á bóltinum.
5) 0-0
Norðurírar pressa øgiligt, og nú hava teir vunnið sær fríspark miðskeiðis á føroysku hálvuni í høgru.
4) 0-0
Tað er fjáltur á, og spælið er ikki skipað - hvørki hjá øðrum ella hinum partinum.
3) 0-0
Eftir langa framlegging endar tað við norðurírskum málsparki. Lagið millum føroysku fjepparnar er framúr, og teir bæði hoyrast og síggjast.
2) 0-0
Norðurírland horna í høgru, og tað endar við málsparki.
1) 0-0
Norðurírar geva bóltin upp.
5 minuttir til dystarbyrjan:
So eru týski dómarin, hjálpardómararnir og spælararnir klárir at ganga inn á vøllin. Lagið er gott millum áskoðararnar, og Fróði Benjaminsen, sum í kvøld spælir á landsliðnum fyri 85. ferð, gongur fremstur á føroyska liðnum.
Norðurírsku áskoðararnir eru í grønum troyggjum, og teir eru sera mælskir.
Nú ljóma tjóðsangirnir yvir Gundadal, her tað er turt og ikki sørt blátt í erva.
-
Tað er langt síðani, at øll atgongumerkini vóru seld, og harvið verður tað fullsett kring vøllin í kvøld. Enn er tað verri enn so fullsett, men nú er streymurin av áskoðarum støðugur.
-
Høgættin er góð í Havn, plagar at verða tikið til. Soleiðis hevur tað eisini verið í dag. Meðan tað hevur verið vindur og regn norðanfyri, so hevur tað verið turt og ikki so nógvur vindur í høvuðsstaðnum.
Nú tað verður riggað til EM undankappingardystin á Tórsvølli kennist lotið vera frískt, og tað er meiri enn hálvkølið í Gundadali. Meðan tað fyrr í vikuni var rættiligt summar, so er tað meiri heystligt í kvøld.
Vøllurin er so væl girdur inni av húsum og skýlum, at vindurin neyvan fer at darva, tá ið bólturin verður hildin niðri á vøllinum. Einstakir dropar kennast úr honum, men higartil hevur tað hvørki regnað ella sirmað.
Føroyar-Norðurírlandi klokkan 19.45
Dómarabólkur úr Týsklandi: Felix Zwayer, Thorsten Schiffner, Marco Achmüller, Jan Seidel, Tobias Stieler og Sascha Stegemann
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Gilli Sørensen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Henriksen, Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Erling Jacobsen, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen, René S. Joensen, Klæmint A. Olsen, Finnur Justinussen
Venjari: Lars Olsen
Norðurírland: Michel McGovern – Conor McLaughlin, Jonny Evans, Garet McAuley, Chris Brunt – Steven Davis, Chris Baird, Oliver Norwood, Stuart Dallas – Niall McGinn, Kyle Lafferty
Á beinkinum: Alan Mannus, Roy Carroll, Paddy McNair, Aaron Hughes, Craig Cathcart, Shane Ferguson, Corry Evans, Paddy McCourt, Josh Magennis, Will Grigg, Billy McKay, Liam Boyce
Venjari: Michael O`Neill