Tað er alt ov stórur vandi fyri, at visjón 2015 hjá landsstýrinum endar í fiasko
Tað metir Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla.
Hóast hann er stjóri í Føroya Handilsskúla, er tað mest við sínum 10 ára leiðsluroyndum í viðførinum, at hann setir eitt stórt spurnartekin við visjónsætlanina hjá landsstýrinum.
Og hann metir rætt og slætt ikki, at føroyska samfelagið hevur tann neyðuga grundvøllin at byggja visjón-2015 omaná.
Tí mælir hann staðiliga til, at landsstýrið parkerar visjónsætlanina í eini trý ár.
Hesi trý árini skulu so brúkast til at fáa tær grundleggjandi fortreytirnar í rættlag til at byggja eitt framtíðar samfelag omaná.
Við hesum hevur hann sostatt ikki sagt, at tað er høpisleyst at hava eina visjón fyri føroyska samfelagið.
Tað eiga vit at hava. Men skal visjón 2105 hava ein veruligan møguleika at eydnast, verður fyrst neyðugt at fáa nøkur grundleggjandi viðurskifti í føroyska felagnum í rættlag, sum vit síðani kunnu byggja víðari á.
- Hevur tú eina fyritøku, har nógv ikki riggar, og har onki skil er á framleiðsluni, fert tú ikki at gera eina ætlan fyri, hvussu hendan fyritøkan kann verða nummar eitt í verðini.
Tú mást fyrst fáa tey innanhýsis viðurskiftini í rættlag fyri at hava eitt grundstøðið at standa á, áðrenn tú fert víðari og ger eina ætlan fyri at menna fyritøkuna til at verða heimsis bestu.
Eg kenni eina fyritøku, har ongin tordi at taka telefonina tá ið hon ringdi, tí tey stúrdu fyri klagum. Og tú fert altso ikki at leggja eina ætlan fyri at gera hesa fyritøkuna til heimsins bestu, fyrrenn tey grundleggjandi innanhýsis viðurskiftini eru fingin í rættlag!
Betur at liggja í songini
Og stjórin á handilsskúlanum nevnir eitt annað dømi: Fert tú til lækna, verður tú fyrst gjølliga kannaður fyri at vita, hvussu standurin er, áðrenn læknin skrivar reseptina, sum skal til fyri at grøða sjúklingin.
Í øllum strategiskum arbeiði er tað vanligt at gera eina støðulýsing fyrst. Tá ið hon er gjørt, hevur tú ein pall, har visjónin kann lagast omaná. Men visjónin má verða lagað til støðuna, sum hon veruliga er.
Og Reidar Nónfjall metir, at tað er akkurát tað sama, sum skal til í føroyska samfelagnum, áðrenn vit kunnu stinga eina visjón út í kortið.
Áðrenn vit stinga eina visjón út í kortið, mugu vit vita, hvussu støðan er, bæði fíggjarliga, vinnuliga, innan lóggávu og innan ymsar samfelagsligar skipanir.
Tá ið vit hava fingið eina fullgreiða mynd av tí, vita vit, hvat skal rættast og hvat útgangsstøðið fyri visjónini skal vera.
Men sjálvur er hann ikki í iva:
Føroyska samfelagið hevur í løtuni so stórar innanhýsis leiðsluligar-, bygnaðarligar- og fyriskipanarligar trupulleikar og veikleikar, at visión 2015 eigur at verða parkerað.
Eitt, sum hann hugsar um í hesum førum er, at vit hava so nógvar kommunur, at tað er ómøguligt at skapa eitt veruligt innihald í tí kommunala arbeiðnum.
Hann vísir eisini á, at vinnan verður spjaðað sundur í alt ov smáar eindir við nógvum, smáum flakavirkjum og øðrum virkjum.
Samstundis hava vit stuðulsskipanir, sum binda vinnuna fasta í mynstrið sum er og sum sostatt forða vinnuni í at laga seg til broyttar tíðir og broyttar umstøður.
Vinnupolitikkurin í dag er framvegis ein leivd frá fortíðini, tá ið vinnupolitikkur var sosialpolitikkur, bygdapolitikkur og vina- og kenningapolitikkur. Men tað vísir seg ikki sum um at vit ikki rættiliga vilja royna at koma burturúr hesi støðuni fyri at hugsa meiri vinnupolitiskt og rationelt.
Vit eru greið yvir, at føroyskar fyritøkur eru í kapping við útlendskar fyritøkur. Men sum samfelag eru Føroyar eisini í kapping við onnur samfeløg. Hendir tað seg, at føroyingar ikki trívast í Føroyum og ikki fáa avbjóðandi størv í Føroyum, flyta teir í onnur lond at búgva. Vit skulu ikki taka tað sum ein sjálvsagdan lut, at føroyingar vilja búgva í Føroyum fyri einhvønn prís. Og mangan vísir tað seg, at tað eru tey við góðum útbúgvingum, sum rýma og teimum taka onnur samfelag ímóti við opnum ørmum.
Stór vandi fyri fiasko
Hesi komandi try árini eiga vit sostatt ístaðin at brúka orku og tíð upp á at fáa hesar trupulleikar í rættlag og at fáa tey grundleggjandi fortreytirnar í rættlag.
Hann sigur, at við teimum trupulleikum og veikleikum, sum bæði landið, kommunurnar og vinnan hevur í løtuni, er vandin sera stórur fyri, at øll verkætlanin um visjón 2015 endar í fiasko.
Í løtuni er tað sum um, at landsstýrið ætlar sær at klintra upp á ein høgan fjallatind saman við leiðslum og starvsfólkum hjá tí almenna og úr vinnuni, men uttan at hesi hava neyðuga førleikan og royndirnar at fara undir ferðina. Harafturat verður farið avstað, hóast nógv útgerð manglar. Og tann útgerð og tey amboð, sum er til taks, virkar fyri tað fyrsta ikki, og fyri tað næsta er talan um útgerð og amboð, sum ongin hvørki torir ella dugir at brúka.
Og tað er púra greitt, at vandin fyri fiasko veksur munandi, jú verri førleikin er hjá teimum, sum skulu lyfta uppgávuna at gera Føroyar til heimsmeistarar og jú hægri málini eru og jú skjótari tey skulu røkkast og jú truplari sjálvskaptu fortreytirnar eru.
Reidar Nónfjall sigur, at eitt dømi um tað, er, at vit mangla hagtøl í Føroyum á nógvum økjum og tað hevur Hagstovan eisini gjørt vart við ferð eftir ferð.
Hvussu kunnu vit stýra einum samfelagi við ongum hagtølum, tí við ongum hagtølum kenna vit ikki støðuna og kenna vit ikki støðuna, ber ikki til at stýra frameftir, tí vit kenna ikki útgangsstøðið.
Við mínum royndum sum leiðari í skjótt 10 ár, er tað mítt páhald, at vórðu fleiri kanningar, sum PISA-kanningin, gjørdar um onnur viðurskifti í føroyska samfelagnum og í vinnuni, var úrslitið nógva staðni líka skelkandi.
Tað mest skelkandi er, at nú eru øll samd um, at tey eru skelkað av Pisa-kanningini. Tað eri eg ikki, tí hetta hava verið sjónligir trupulleikar í nógv ár. Hetta eru eisini trupulleikar, sum øll hava vitað um, men ábyrgdarhavararnir hava bara latið staðið til.
Verður visión 2015 ikki rætt fyrireikað og framd í verki, kann henda lættliga seta Føroyar enn fleiri ár aftur í tíðina.
Reidar Nónfjall sigur, at í nýggjari tíð hava vit dømi um, at stórar og visjonerar politiskar ætlanir, hava steðgað arbeiðinum við framtíðini hjá Føroyum, tí politiski førleikin og evnibi at seta slíkar verkætlanir í verk vóru ikki til staðar.
Hann sigur, at í hesum sambandi hugar hann ikki minst um fullveldisætlanina hjá undanfarna landsstýri.
Onki kom burturúr og onki kemur burturúr
Reidar Nónfjall minnir á, at herfyri vóru føroyingar í India á vitjan.
Tá setti eg spurnartekin við endamálið og úrslitið, sum fór at koma burturúr. Eg spurdi, hví løgmaður og vinnan ikki vitjaðu OECD fyrst, og har fingu innlit í, hvørja idealstøðu Føroyar og vinnan skulu liva upp til.
Hann sigur, at enn er púra ógreitt, hvat vit skulu liva upp til í Føroyum, eitt nú tí at heimsins fremstu lond í OECD eru so ymisk búskaparliga og eru í ávísum førum eisini heilt øðrvísi samfelagsliga.
Í skjótt eitt ár, hava vit ikki hoyrt annað enn, at vit skulu samanbera okkum við heimsins fremstu lond í OECD. Men politiski myndugleikin hevur ikki gjørt sær greitt, hvat tað veruliga inniber.
Tað hevði verið ógvuliga náttúrligt fyrst at avstemma Føroyar við heimsins fremstu lond í OECD og síðan vitja fjarðskotin lond um eitt ella tvey ár.
Seinastu tíðina er so Pisa-kanningin komin, har Føroyar kunnu gera samanberingar við onnur lond. Úrslitið bara staðfestir, at tað var burturvið at vitja India, áðrenn vit hava fingið skil á okkara heimliga umhvørvi.
Onki ítøkiligt er heldur komið burturúr ferðini og onki fer at koma burturúr, sigur Reidar Nónfjall.
Nú er at tora at vitja framkomin lond í OECD, har summi eisini eru okkara næstu grannar, og gera enn fleiri samanberingar og síggja sannleikan í eyguni.
Skulu vit gera okkum nakrar vónir um at bjóða okkum fram sum strategiskir samstarvsfelagir ella at selja okkara framleiðslu, mugu vit gera eitt sera umfatandi og professionelt heimaarbeiði hjá tí almenna og í vinnuni.
Tað er í roynd og veru hetta, sum, tað ræður um hesi komandi trý árini, sigur Reidar Nónfjall.
Hann staðfestir, at tað er onki galið í, at føroyska samfelagið og vinnan royna at leggja seg uppat, hvat hendir á altjóða stigi og at vit vilja samanberast við onnur framkomin lond.
Men vit hava vitað um vánaligu støðuna í skúlunum í fleiri ár og tað er skeivt og ábyrgdarleyst at lata standa til, inntil vit hava fingið lík á borðið ella til ein OECD-kanning sker støðuna út í papp fyri okkum.
Hetta er at flýggja undan ábyrgd og tað sigur seg sjálvt, at slíkur passivitetur, hevur við sær, at vit verða langt afturútsigld á flestu økjum og tann, skaði, sum er hendur, bøtist ikki aftur.
Reidar Nónfjall heldur ikki, at hetta er í andsøgn til, at hann vil hava útlendskar stovnar at gera eina støðulýsing av føroyska samfelagnum, tí skal tann strategiska menningin eydnast, mugu vit taka samanum, finna útav, hvar samfelagið stendur og hvørjir trupulleikarnir eru, so at vit kunnu loysa teir í felag.
Ov nógvar bulldog-skipanir
Í hesum sambandi sipar Reidar Nònfjall eisini til eitt enskt orðatak, sum sigur: Don´t give a bulldog lipstick, ella á føroyskum: Gev ikki einum bulldog varrasmyrsl.
Hetta verður sagt um tað at sminka nakað andskræmuligt, sum heldur eigur at verða grundleggjandi broytt ella nútímansgjørt.
Vit hava ov nógvar bulldog-skipanir í Føroyum, staðfestir stjórin í Handilsskúlanum.
Men hann staðfestir eisini, at ein støðulýsing av øllum tí føroyska samfelagnum og vinnuni eigur at gerast av óheftum fakfólkum á einum útlendskum stovni, so at landsstýrið og aðrir týðandi áhugabólkar ikki hava nakra ávirkan á úrslitið.
Síðan eigur landsstýrið og vinnan at syrgja fyri at rudda verður upp í øllum teimum trupulleikum, sum eru í samfelagnum og vinnuni
Hann sigur, at tástaðni er klárt at stinga eina politiska visión- 2020 úr í kortið.
Hvussu kunnu vit í Føroyum gera okkum galdandi í kappingini um tøkniliga nýskapan, íverkseting og framleiðslu í vitanartungum vinnum við einum tali av verkfrøðingum, sum er 0,7% av arbeiðsmegini, har talið á verkfrøðingum í Danmark er 2,5% av arbeiðsmegini og har verkfrøðingarnir í OECD- londunum í miðal eru 4% av arbeiðsmegini, spyr Reidar Nónfjall.
Og hvussu kunnu Føroyar gerast heimsmeistarar um níggju ár við vánaligasta fólkaskúla í OECD, spyr hann eisini.
Og hann spyr víðari:
Hvussu kunnu Føroyar gerast best í OECD uttan professionella politiska toppleiðslu og professionella leiðslu í vinnuni.
Tá ið hann tosar um politiska toppleiðslu, hugsar hann um landsstýrið.
Hvørji krøv seta vit til landsstýrisfólk? Krevja vit, at tey skulu hava vinnuligar og leiðsluroyndir? Nei, tað gera vit ikki, tí í Føroyum kunnu fólk koma inn av gøtuni og beint í landsstýrið. So lætt er tað ikki at gerast ráðharri í londunum rundanum okkum, tí í framkomnum londum verður roynt at fáa ordiligar profilar í landsins stjørn.
Hvussu kunnu Føroyar gerast best í OECD, sjálvt um nógv í Føroyum framvegis gongur út uppá at røkja egin áhugamál og vina- og kenningarpolitikk?
Hann staðfestir, at vina- og kenningapolitikkur blomstrar í hesum landi og í nógvum førum eru vit sum ein stór familja.
Vit eru altso bara sløk 50.000 fólk í hesum landi, men kortini hava vit einar 230 kommunalpolitikarar, 32 løgtingslimir, umframt øll hini, sum onkusvegna fáast við politikk. Tað ger, at vit møta politikarum við fótbóltsvøllin, í svmijihøllini og í náttklubbanum og tí er óneyðugt at kjakast so leingi um, hvussu vanligur vina -og kenningapolitikkurin er í hesum landi.
Hvussu kann føroyska samfelagið og vinnan gerast best í OECD við leiðslum og starvsfólkum, har nøkur í dagliga arbeiðnum stríðast við rúsdrekkatrupulleikum og ringari uppmøting.
Hetta seinasta sigi eg ikki av ongum, tí hetta havi eg upplivað fleiri ferðir.
Hann vil ikki nevna dømi, men hann hevur fleiri ferðir verið úti fyri, at rúsdrekka hevur verið uppi í, tá ið føroyingar hava umboða okkara vinnulív og myndugleikar í útlendskum høpi.
Kanska er hetta lítisvert at nevna, men at slíkt yvirhøvur kemur fyri nú á døgum, sigur eitt sindur um skeivan hugburð og manglandi professionalismu og her skal broyting koma í, skulu vit gera okkum nakrar vónir um at vinna fram á leið.
Eg skal ikki skera øll yvir ein kamb, verri enn so, men bara tað, at slíkt ikki er óvanligt, er so skaðiligt fyri umdømið okkara uttanlands at tað er ikki til at sleppa av aftur við slíkt umdømi.
Samstundis vísir hann á, at vit hava havt hall á fíggjarlógini í trý ár á rað, og tað enntá í hampiliga góðum tíðum og tað skal so fíggjast antin við lántøku ella við innistandandi.
Visjónir eru fyri sunn samfeløg
Reidar Nónfjall sigur, at onkur vil kanska halda fast um, at júst hetta vánaliga útgangsstøðið og skelkandi úrslitið frá Pisa-kanningini er prógv um, at vit eiga at fara undir visjón 2015.
Men her má eg vísa til eina gamla sannroynd, sum er, at visjónert arbeiði og strategisk menning eru bara fyri eitt sunt samfeløg, sunnar stovnar, og sunnar vinnur og fyritøkur.
Hetta merkir í myndatalu, at er sjúklingurin veikur og illa fyri, er frægast at lata hann liggja í songini, tí verður hann noyddur fram á gólv, er alt ov stórur vandi fyri, at hann doyr.
Tað skal ein grundleggjandi grøðing til, áðrenn sjúklingurin kann fara á føtur aftur og taka eitt tak.
Føroyar liva ikki upp til minstukrøvuni
Reidar Nónfjall sigur sostatt, at á nógvum økjum liva Føroyar í løtuni ikki upp til minstukrøvuni fyri at reka eitt væl skipað og demokratiskt samfelag og ein professionellan almennan sektor og eina pofessionella vinnu.
Fantastum, droymarum og tosi hava við nokk av tað sum nú krevst, er at taka nakrar prinsippiellar avgerðir og at handla. Politiskar visjónir og politiskur kreativitetur uttan handling, kann gerast enn skaðiligari fyri samfelagið og vinnuna, enn tað vit hava sæð higartil.
Eitt tað fyrsta, sum má gerast, er, at vit sjálvi skifta inkompetentar leiðslur og starvsfólk út, bæði hjá tí almenna, í politisku skipanina og í vinnuni.
Tað verður ein harður kostur, men hann er lívsneyðugur, sigur Reidar Nònfjall.
At fara undir at profilera, ella at branda Føroyar og føroyska vinnu, er eitt vandamikið spæl at fara undir, tí ið vit vita, hvussu veikar og óprofessionellar skipanir nógv byggir á.
Tað má tí ikki henda, at farið verður út í stóru verð við einum branding av Føroyum og føroyskari vinnu, sum byggir á nakað óektað, falskt ella fupp, sigur stjórin á handilsskúlanum.
Áðrenn nakra branding, má ruddast upp og altjóða standardir setast fyri dygd og professionalismu allastaðnis í samfelagum og vinnuni, leggur hann afturat.