Líkt er til, at føroyingar í 2010 skulu uppliva, at tað eru fyrst og fremst okkara egnu, ið syrgja fyri at beina móðurmálið út aftur úr skúlanum og á tann hátt geva málinum fyrsta deyðasárið. Tað er so, at hann, ið er góður við málið og ørkymlast um framtíð tess, er um at forfarast.
Í 1912 slapp føroyskt á fyrsta sinni inn um skúlagátt sum lærugrein ein tíma um vikuna, og var hetta sama árið, sum Louis Zachariassen varð koyrdur frá fyri at hava tosað føroyskt í skúlastovuni. Heilt til 1938 var málið illa kúgað av hjálandamálinum. Tá tók danski undirvísingarmálaráðharrin umsíðir til vit og strikaði hina vanvirðisligu §7 úr skúlalógini, sum segði, at danskt skuldi vera einasta undirvísingarmál í føroysku skúlunum. Um hendingina í 1912 er at siga, at rætt so stóð danskur embætismaður fyri avgerðini um at koyra Zachariassen frá, men søgan sigur okkum eisini, at hann fekk góðan stuðul frá Sambandsmonnum í hesi illgerð (sí t.d. Poulsen et al. 2004, s. 97; Sandvik 1974). Fleiri málfrøðingar eru so statt rættiliga samdir um, at alla tíðina hava eisini verið føroyingar, ið hava arbeitt ímóti føroyska málinum. Serstakliga hava hetta verið Sambandsmenn, ið hava vart danskt í Føroyum, har ið framburðarsinnaðir føroyingar hava stríðst fyri móðurmálið og rættindi føroyinga at brúka tað á øllum økjum. Hvør ræðslan hjá Sambandsmonnum var fyri føroyskum í 1938, veit søgan eisini at siga okkum: føroyskt fór at gerast eitt haft í allari útbúgving. Hvør ræðslan er í dag, áttu Sambandsmenn, við Edmundi Joensen á odda, at sloppið at gjørt greiði fyri.
Við hesum viðmerkingum mínum eri eg sjálvandi í orrustu ímóti ørkymlandi nýggju lóggávu um danskt á A-stigi og sum ‘mentanarberandi mál’ í føroyska miðnámsskúlanum. Henda álegging frá donsku undirvísingarmyndugleikum, ið skal “tryggja føroyskum næmingum sama atgongurættin til hægri lærustovnar”, hava føroyskir myndugleikar góðtikið uttan at seta mótspurningar. Áleggingin er av teimum send víðari til føroyska Mentamálaráðið til tess at føroysk ung, ið ætla sær undir hægri lesnað í Danmørk um dagarnar skulu velja danskt fram um føroyskt á miðnámsskúlastigi. Størri stuttskygni einum hóttum máli viðvíkjandi skal ein leita leingi eftir í framkomnum londum, vit eiga at samanbera okkum við.
Hjá mær verður við hesum púrasta greitt, at politikarar sum heild – Tjóðveldismaðurin Høgni Hoydal undantikin – duga ikki á at skyna støðuna, ið føroyska málið er í. Eisini varð eg beinleiðis vónbrotin, at tá ið Sambandspolitikarin Edmund Joensen varð spurdur um hesa illgerð sína ímóti móðurmálinum, tykist hann hava sloppið undan við bert at gera mótálop á andstøðuna og skuldseta hana fyri at gera “danan til fanan”. Aðrar ákærur eru, at teir “rópa uttanfyri, meðan samstarvað verður innanfyri”, og sigur Joensen víðari, at “hetta er mátin, vit arbeiða uppá í Ríkisfelagsskapinum, við at tosa saman og samstarva” (sí Dimmalætting, 13. apríl, 2010). Hetta má sigast at vera óhóvligur málburður hjá politikara. Uppaftur verri er illgerðin ímóti føroyska málinum, ið á okkara døgum er brotsverk at rokna ímóti lítlum máli.
Fyri eitt lítið mál, sum føroyskt, ið er illa kroyst av øðrum, nógv størri málum tætt at sær, er tílík lóggáva eitt so risastórt afturstig, at eg rokni ikki við, vit finna líknandi hending í nøkrum framkomnum landi á okkara døgum. Kring allan heimin stríðast fólk fyri at tryggja rættindi hjá smáu, hóttu málunum, so at yngra ættarliðið skal fáa best møguliga innlæring áðrenn farið verður undir hægri útbúgving. Hetta er alneyðugt, tó at lesast skal á øðrum máli uttan fyri landoddarnar seinni. Her skal dentur leggjast á, at tílík málstevna fyri móðurmálið als ikki gongur ímóti at raðfesta høgt at læra fremmand mál. Og hví er móðurmálslæra so alneyðug?
Eg skal royna og siga eitt sindur um spurningin, tí at mær tykist ómetaliga týdningarmikið at lýsa støðuna hjá føroyska málinum. Duga føroyskir politikarar ikki at skilja hví, ja, so má onkur royna og læra eitt sindur upp á teir.
Júst í aldrinum 12-18 ár skal móðurmálið hjá teimum ungu mennast bæði í orðfeinginum og í orðalagnum á ein hátt, ið skal fyrireika tey til at málbera seg um alt, ið liggur uttan fyri tey sjálv, uttan fyri heim teirra og úti í stóra heiminum. Tey skulu læra at kjakast, at flyta fram røður og at málbera seg snøggliga og smidliga á sínum egna máli – eins væl og á øðrum. Kortini hongur alt soleiðis saman, at tann, ið fyrst og fremst dugur sítt egna mál til fulnar, so at hann hevur eitt stórt og ríkt orðfeingi á sínum egna máli, fer eisini altíð at hava ein fyrimun, tá ið tað snýr seg um at menna orðfeingið á fremmandum málum. Sama er við bending og góðum málburði og orðalagi. Tað er ikki soleiðis, at jú minni ein dugur av sínum egna, jú betur gongst á fremmandu málunum. Allar týðandi (nýggjar) kanningar í frálærufrøðini vísa øvut. Kanningar vísa eisini, at einstaklingur má rættiliga ungur skifta mál heilt, og leggja móðurmálið burtur, skal hitt fremmanda á ein nøktandi hátt koma í staðin fyri móðurmálið. Vit vita í dag, at fátæksligur málburður á móðurmálinum hevur sum avleiðing, at málbrúkarin gerst heldur ikki kringur á fremmandu málunum. (Eg eigi at nevna, at eg tosi ikki her um “at klára seg” á hinum málinum, men at gerast kringur, so at ein málber seg beinrakið og smidliga.) Vit vita eisini í dag, at bert at læra seg hópin av fremmandum orðum og ‘brongla’ tey inn í móðurmálið, ger ongan kringari í fremmandum máli.
Eg havi skrivað vísindaliga grein, har spurningur verður settur um, hvussu vit tryggja móðurmálinum góðar karmar, og samstundis nøkta tørvin at læra fremmand mál. Hetta er ikki ógjørlig verkætlan. Ei heldur er hetta verkætlan, føroyingar eru einsamallir um at royna. Í somu greinini royni eg at lýsa, hvør støðan er hjá smáu málunum undir ógvisligum árini uttaneftir – ein støða, ið er munandi broytt um borið verður saman við føroysku støðuna upp ígjøgnum farnar tíðir. Týðandi er at gera sær greitt, at tó at føroyskt hevur livað hampiliga væl lið um lið við danamál, er hetta støða, ið nú er broytt av alheimsgerðini. Ómetaliga týðandi er at skilja, at verjan í fjarskotnu tilveruni, føroyskt einaferð var í, er ikki til longur, Vit eiga tískil at kunna okkum um, hvat heimsins samfelagsmálfrøðingar siga um støðuna hjá teimum smáu málunum, ið kann samanberast við føroysku støðuna.
Nútíðarsamfelagið hevur aðrar karmar og leggur øðrvísi trýst á einstakling enn gamla bónda- og/ella fiskimannasamfelagið. Tráan hjá einstaklingi eftir framburði og trýstið úr samfelagnum um framburð gera, at vit leita út í heim eftir møguleikum. Nútíðar enska heitið ‘upward mobility’ – førleikin at sleppa sær upp og fram – er dygd, ið verður væntað av einstaklingum. Onnur mál mugu verða lærd, so at vit kunnu samskifta við aðrar tjóðir, og at duga fremmant mál er týðandi treyt fyri tílíkan framburð hjá einstaklingi. Sjálvt á heimligum grundarlagi gera fremmandu málini seg galdandi av altjóðagerðini í miðlunum. Av tí, at fremmanda málið gerst neyðugt hjá einstaklingi fyri at koma fram í sínum egna samfelagi, er hetta í roynd og veru fíggjarliga heimsveldisstevnan (‘economic imperialism’), ið Fasold, málfrøðingur, tosar um (Fasold 1984, s. 10). Stutt sagt: hava smáu málini áður verið undir trýsti av hjálandamálum hvørt á sínum staði, so er støðan so mikið hættisligari fyri hesi málini av broytingunum í samfeløgunum. Tí, at føroyska samfelagi ikki kann bjóða yngra ættarliðinum allar skúlabøkur á móðurmálinum til miðnámsskúlaprógvið er lokið, so at tey læra móðurmálið fullvæl, er áskoðan mín, at føroyskt er í somu hættisligu støðu sum onnur smá mál. Henda nýggja álegging dana um danskt á A-stigi í føroyska miðnámsskúlanum (– skulu føroyingar hava somu atgongurættindi til lærustovnar sum áður), ger støðuna bert so mikið hættisligari.
Í áðurnevndu grein tosi eg so statt um hugtakið “Heilsugott tvímæli”. Hetta er støða, har málbrúkarin dugur móðurmálið til fulnar, samstundis sum hann kann brúka og fáa nyttuna av bæði tveimum, trimum og uppaftur fleiri fremmandum málum á nóg høgum stigi. Vísandi til heimskenda málfrøðingin Davies, tosar Edwards (2004) um týdningin av heilsugóðum tvímæli (fleirmæli) fyri at verja smáu móðurmálini. Edwards kemur við álvarsamari ávaring, og sigur hann, at um heilsa og stinni ikki eru í móðurmálskunnleikanum, so fer tvímæli at gerast
an unstable and impermanent way-station on the road to a new monolingualism (in the dominating variety [...]) (Edwards 2004, s. 485).
[ein óstøðug og ikki varandi miðstøð á vegnum til nýtt einmæli (á størra málinum) ...]
Heilsugóð støða hjá móðurmálinum er tengd at, hvussu væl málbrúkarar læra málið, og í fyrsta umfari er hetta tengt at, hvussu móðurmálið er í fastari legu, áðrenn onnur mál skulu verða lærd. Í øðrum umfari er umráðandi at styrkja móðurmálskunnleikan á framhalds- og miðnámsstigi. Í triðja umfari gerst móðurmálskunnleikin grundvøllurin undir hugburði, málbrúkarin fær til móðurmálið. Um hugburð er mikið at siga, ið ikki kann takast við her, men vísast skal kortini til Edwards (1982), ið hevur viðkomandi hugleiðing um tey bæði hugtøkini ‘samanhald í bólki’ og ‘trúfesti til móðurmálið’. Hetta eru fyribrigdi, ið síggjast aftur í viljanum hjá bólkinum at varðveita móðurmálið (Edwards 1982, s. 20). Av hesum og ríkiliga tilfarinum hjá øðrum málfrøðingum (nevndir í vísindaligu grein míni) skilja vit, at jaligi hugburðurin til móðurmálið er í roynd og veru ein treyt fyri, at móðurmálið skal liva í framtíðini. Uttan jaliga hugburðin til móðurmálið taka tey yngru eitt annað mál fram um móðurmálið, ið fer at geva framburð uttansamfelags.
Eisini kendi samfelagsmálfrøðingurin Fishman (faðir at ástøðinum um ‘breitt skiftismæli’ (‘broad diglossia’), sí Pauladóttir 2008) tosar um hóttanina ímóti lítla málinum, ið liggur í tvímælisstøðu í samfeløgum, har málini hava ójavna støðu, og kemur hann við uppaftur harðligari ávaring:
Stable bilingualism and biculturalism cannot be maintained on the basis of open and unlimited interaction between minorities and majorities. Open economic access and unrestricted intergroup interaction may be fine for various practical and philosophical purposes. Indeed, they strike us as highly desirable legal and social principles; but they are destructive of minority ethno-linguistic continuity. (Fishman 1980, s. 171)
(Støðufast tvímæli og tví-mentan kunnu ikki varðveitast við opnum og óavmarkaðum samskifti millum minniluta- og meirilutabólkar. Opin fíggjarlig atgongd og óavmarkað samskifti millum bólkar er gott fyri ymisk nýtilig og hugsjónarlig endamál. Í roynd og veru halda vit hetta vera hugsjón at miða seg eftir í einum og hvørjum samfelagi, bæði úr lógar- og samfelagsligum sjónarmiðum, hóast møguleikarnir forkoma samleika- og málsliga framhaldið hjá minnilutabólkinum.)
Uppáhald mítt verður so statt, at skulu vit ikki missa tað, ið er okkum kært, mugu hesi evni meiri fram í føroyska málkjakinum sum heild, eins væl og í føroyskari gransking.
Sum nevnt áður, er føroyskt enn í teirri sera vandamiklu støðu, at næmingar fáa ikki allar lærubøkur á føroyskum. Hetta er ein álvarsligur vansi fyri móðurmálskunnleikan. Nýggj kanning í miðnámsskúlanum (Hansen 2009) bendir á, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar í ávísan mun longu nú velja móðurmálið burtur, ella høvdu valt at skriva á øðrum máli, stóð tað teimum í boði. Í nevndu kanning svara umleið 35%, at danskt ella enskt er lættari hjá teimum at skriva (rættiliga javnt býtt í hvør sína helvt). Við at stiðja meg til gransking í øðrum samfeløgum kring heimin í somu støðu, eins væl og til granskarnar, eg havi nevnt omanfyri, verður uppáhald mítt, at dugdu føroysku næmingar móðurmálið nóg væl, hevði ein størri meiriluti svarað annarleiðis.
Tó, at hetta eru ørkymlandi tøl, hevði eg kortini verið sera bilsin, um hesi 35%-ini vístu seg vera millum teirra, ið fáa hægstu próvtølini í føroyskum. At hesir somu næmingar, ið ikki skriva væl á føroyskum, kortini megna hampiligari próvtøl í øðrum málum, fær tey tíverri at billa sær inn, at tey duga hitt málið betur. Ein og hvør, ið hevur lisið mál á hægri stigi og/ella undirvíst í fremmandum málum, veit væl, at hetta er ikki so. Næmingar eiga tískil at verða kunnaðir um, at avrikini tykjast toluligari á hinum málunum einans tí, at krøvini eru lægri, og ikki tí, at teir nú duga hitt málið betur enn móðurmálið. Eisini hesin kunnleikin hevði verið við til at ávirka hugburð teirra til móðurmálið øvuta leið av hugburði um, at “ikki ber til at læra seg føroyskt”, føroyskt er alt ov trupult at læra seg”, o.s.fr.
At føroyskir miðnámsskúlanæmingar við hægstu próvtølunum, sum er, kortini duga danskt nóg væl til at fara undir víðari lesnað, tá ið miðnámsskúlaprógvið er í hond, man vera lítil ivi um. At føroyskir miðnámsskúlanæmingar nú afturat skulu lúka nýtt krav um at hava lært danskt A-stigi, er ein ræðuligur ágangur ímóti føroyska málinum, og er hetta eisini hjálandahugburður burturav – ja, hjálandahugburður úr myrkari tíð, ein trúði langt síðani varð lagdur aftur um bak.
Í hesum málsliga spurninginum tykist mær eisini týðandi at minna um, at aftan á lokna útbúgving uttan fyri landoddarnar skulu nógvir ungir føroyingar heimaftur at røkja týðandi størv í landinum. Man veruliga vera so, at føroyingar sum heild halda tað vera í lagi, at hesi fólkini duga ikki føroyskt? At málið, hesi lærdu noyðast at brúka og arbeiða við, verður danskt ella eitt hálvbrotið danskt, har bert nakrar føroyskar bendingareindir eru eftir? T.e. eitt mál, ið málfrøðingurin Nancy Dorian nevnir ‘hálvmæli’, ið er eykenni fyri lítla málið, sum í doyggjandi støðu er við at missa øki til hitt størra málið, ið hevur fingið tign og virðing í samfelagnum! (Dorian 1980). Eru vit longu í teirri støðu, at vit mugu ásanna – aftur við orðum Dorians – at føroyskt er um at verða ‘vanvirt til deyða’? (Dorian 1998, s. 3). Spurningurin er viðkomandi, hugsa vit um málpolitikkin hjá Sambandsmonnum í skrivandi løtu!
Bókmentir:
Davies, A. 2004. “The Native Speaker in Appliced Linguistics”. Í: The Handbook of Applied Linguistics. Davies, Alan and Elder Catherine (ritstjórar). Blackwell Publish Limited: Malden, USA/Oxford, UK. 431-449.
Dorian, N. 1980. “Language shift in community and individual: The phenomenon of the laggard semi-speaker”. Í: International Journal of the Sociology of Language 25. 85-94.
Dorian, N. 1998. “Western Languages Ideologies and Small-language Prospects.” Í: Endangered Languages: Language Loss and Community Response. Grenoble, L.A and Whaley, L.J (ritstjórar). Cambridge University Press: Cambridge. 3-21.
Edwards, J. 1982. “Language attitudes and their implications”. Í Attitudes towards Language Variation: Social & Applied Context. Ryan, E.B. and Giles, H. (ritstjórar). Edward Arnold: London. 20-33.
Edwards, J. 2004. “Language Minorities”. Í: The Handbook of Applied Linguistics. Davies, Alan and Elder Catherine (ritstjórar). Blackwell Publish Limited: Malden, USA/Oxford, UK. 451-475.
Fasold, R. W. 1984. The sociolinguistics of society. Basil Blackwell Publisher Limited: Oxford, New York.
Fishman, J. 1980. “Minority language maintenance and the ethnic mother-tongue school”. Í: Modern Language Journal, 64. Monterey, California. 167-1972.
Hansen, M. 2009. “En undersøgelse af færøske gymnasieelevers holdninger til det færøske skriftsprog”. Óprentað. Móttikin beinleiðis frá rithøvundanum.
Pauladóttir, M. 2008. “Skiftismæli í føroyskum?” Í: Fróðskaparrit, 56. bók. Faroe University Press: Tórshavn. 63-96.
Poulsen, J.W.H. 2004. Mál í mæti. Greinir eftir J.H.W. Poulsen, 1963-2002, útgivnar í samband við sjeyti-ára dagin. Johansen, Anfinnur og Patursson, Tróndur (Ritstjórar). Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Sandøy, H. 1974. “Eit språk i kamp. Om færøysk målreising”. In Mål og Makt, No. 3. Fjell, Grevsgard, Anne, Bjarne, Grønvik, Oddrun, Kvammen, Dagrunn, Nordang, Øystein Njaal (Ritstjórar). Oslo: Forlagstrykkeri. 2-21.









