Deyðilig luftdálking

Tubbaksroyking er stórsta umhvørvisdálkingargølan í heimssøguni

Tað er menniskjaligt at søkja tryggleika og at royna at burturbeina allar hóttanir móti sínari vælferð og lívskvaliteti. Flest øll eru frá barnsbeini von við at hugsa um reinføri sum ein nátúrligan hátt at fyribyrgja sjúkum og harvið verja lív og heilsu. Øll vilja sum eina sjálvfylgju hava eitt reint umhvørvi, reinan mat og reina luft. Tað er blivið til eina politiska grøna bylgju, sum nú eisini slær ígjøgnum her hjá okkum. Fjølmiðlarnir hava seinastu vikurnar verið nógv upptiknir av at "avdúka" eina dálkingargølu fyri og aðra eftir. Fólk harmast. Tað mest aktuella er, at føroyingar lata CO2 í stórum mongdum út í atmosferuna. Umhvørvistilvitaði fólk krevja at landstýrismaðurin ger okkurt beinanvegin (fleiri av teimum roykjarar). Onkur helt enntá, at hann eigur at verða koyrdur frá.
Nógv verður granskað og nógv verður gjørt fyri at tryggja reinføri
Vit hava eina heilsufrøðiliga starvsstovu, sum ger eitt stórt arbeiði at tryggja at matur, sum verður framleiddur her á landi ella innfluttur, ikki er eitraður eitt nú av salmonella ella øðrum smákyktum. Køkar skulu lúka strangar treytir um reinføri. Drekkivatn verður kontrollerað, dioxin í luftini verður mált. Sjógvurin verður kannaður. Øll fiskavirkir skulu lúka strangar treytir um reinføri. Alt hetta fyri at minka vandan fyri eitran og heilsuskaða á tey, sum skulu eta matin ella anda luftina.
Heiluskaðilig evnir eru funnin í okkara grind og fiski, hetta verður sum nakað heilt nátúrligt tikið í stórsta álvara, tí heilsan hjá okkara børnum er hótt. Dygdargóð gransking hevur víst, at børn, sum t.d. hava kyksilvur í kroppinum, gerast eitt vet verri fyri heilsuliga og mentalt enn onnur børn. Tí verður ávarað ímóti at eta grind meira enn eitt ávíst tal av ferðum um vikuna, og fólk rætta seg sjálvandi eftir tí.
Á altjóða pallinum verður eisini nógv gjørt t.d. sáttmálar um hægstumørk fyri útlát av ymiskum evnum í nátúruna, um so er, at hesi teoretiskt kunnu hugsast at skaða umhvørvið. Koyoto avtalan er bara eitt dømi: Hvør minnist ikki sendingarnar av høsnarungum, sum komu til landið til eini jól. Har var funnin salmonella í onkrum unga, og tí var øll sendingin send aftur av landinum. Hvør minnist ikki, tá tær reyðu pylsurnar blivu gráar, tí at illgruni var um at litevnið, sum tá var brúkt, kanska kundi skaða brúkaran.
Eftir at illgruni varð reistur um at neytaøði møguliga kann hugsast at smitta menniskju og geva Creutzfeld-Jakob sjúkuna, var allur kjøtídnaðurin lagdur um, og tað bleiv bannað at nýta beinmjøl og heila/møn av neyti til mannaføði. Fleiri stjórnir ivast í um tað er rætt at loyva gen-manupuleraðum mati á marknaðin fyrr enn tað er 100% tryggja, at hann er óskaðiligur.
Alt gott um hesi fyribyrgjandi tiltøk og gransking, tey er neyðug, og tey gerast alt meira umfatandi og tey fyribrygjandi tiltøkini strangari.
Tann stóri skógurin, sum ikki sæst fyri trøum
Her í Føroyum selja vit í hvørjum matvøruhandli og hvørjari kiosk eina nýtsluvøru, sum er so eitrandi, at hon drepur einar 80 føroyingar hvørt ár og ger eina rúgvu av fólki sjúk. Hon gevur frá sær eini 4000 evnir, sum eru direkta eitrandi. Talan er um sjálvgjørda dálking hjá teimum, sum roykja aktivt og innhalera roykin direkta niður í lunguni, og ósjálvvilja (passiva) dálking fyri restina av føroya fólki íroknað børn. Av teimum vanaroykjarum, sum roykja aktivt verður roknað við, at uml. 50% doyggja av roykingini og restin gerast meira ella minni sjúk. Ein passivur roykjari hevur uml. 30% øktan vanda fyri at fáa lungnakrabba, um hann býr saman við einum roykjara. Á arbeiðsplássum, har roykjarar og ikki-roykjarar sita saman, hevur ikki-roykjarin 19% øktan vanda fyri at fáa lungnakrabba. Deyðatilburðir av passivari royking svarar nøkulunda til talið av fólki, sum doyr í ferðsluni.
Í altjóða høpi verður roknað við, at í 90'unum doyðu einar 3 milliónir av fólki um árið av royking og, at hetta talið fer at økjast til 10 milliónir um árið í 2020'unum. Sum nú er verður roknað við, at í aldrusbólkinum 35 til 69 ár er uml. 3. hvør deyðatilburður hjá mannfólki elvdur av royking og teir, sum doyggja í hesum aldursbólkinum missa eini 22 ár av lívinum.
Roykingin er fremsta identifiserbara og modifiserbara orsøkin til sjúku og deyða í vesturheiminum og elvir til fleiri deyðatilburðir enn onnur dálking, vanlukkur (íroknað ferðsluvanlukkur), sjálvmorð, morð, alkoholmisnýtsla og narkotika tilsamans. Tað gleðiliga er, at hendan orsøkin kann fyribyrgjast ella heilt beinanst burtur, um vit vilja.
www.druglibrary.org/schaffer/tobacco/who-tobacco.htm
Vanligi roykjarin roykir ikki av fríum vilja
Nikotin er at samanbera við heroin og kokain og er verri enn alkohol og hash, tá talan er um bundinskap. Flestu roykjarir angra, at tey nakrantíð byrjaðu at roykja, og tey royna at leggja av.
Av 100 roykjaum, sum royna at leggja av uttan hjálp, eru uml. 90% byrjaði at roykja aftur, tá 1 ár er farið. Um roykjarin fær hjálp (roykiavvenjingarskeið, medisinka viðgerð við tyggigummi, tablettum) so eru tað kortini 70 til 80%, sum byrja aftur at roykja eftir einum ári. Roykjarin identifiserar ofta seg sjálvan við tubakkið. Hetta vísir seg á tann hátt, at hann følir seg hóttan sum persón, tá talan er um at skerja ella burturbeina tubbakið; hann sigur at fyribyrgjararnir eru úti eftir at avskaffa seg (roykjaran), sjálvt um tað veruliga motivið jú er at forða fyri, at roykjarin avskaffar seg sjálvan. Fleiri hugsa at fyribyrgjararnir vilja ikki, at roykjarin skal "vera til" í samfelagnum, sjálvt um tað veruliga motivið jú er, at roykjarin skal vera millum okkum sum longst (sum eks-roykjari). Summi siga bart út, at tey vilja heldur doyggja enn at gevast at roykja; ella roykjarin gevur tilkennar ta vælkendu fatalistisku, resignerandi støðuna "vit skulu jú øll doyggja av onkrum" (við øðrum orðum, so kunnu vit líka so gott fáa tað skjótt yvirstaði og roykja okkum í hel). Sum verju reagerar hann ofta við sarkasmu, ironi ella svørtum humor, tá roynt verður at umrøða trupulleikan seriøst.
Bundinskapurin er so stórur, at royking í dag í læknaverðini verður roknað sum ein sjúka (á enskum addiction). Í altjóða diagnosu-skránni hjá WHO er nikotin-bundinskapur bólkaður samanvið heroin- og kokainnarkomani.

Hetta er ikki skrivað fyri at niðurmeta roykjaran á nakran hátt, hann er í veruleikanum tað óseka offrið í hesum spæli:
Roykjarin (80 - 90%) er byrjaður at roykja sum tannáringur, áðrenn hann hevði sítt vaksna skil og dømikraft. Hann er, sum omanfyri frágreitt, svert bundin av nikotininum og kann ikki lata vera við at keypa tubbak og roykja. Tað er hann, sum leggur kropp til at blíva sjúkur. Tað er hann, sum skal doyggja áðrenn tíðina (við 50% sannlíki) av roykingini. Ein steinur omaná byruna er so tað, at áðrenn tað kemur so vítt, hevur hann goldið eina rúgvu av peningi fyri tubbakið (hjá teimum flestu meira enn _ millión kr.).
Royking og kvinnur, sum eru við barn
Eitt syrgiligt dømi um, hvussu turvelvandi nikotin er, er roykingin hjá gravidum kvinnum. Allar vilja sjálvandi teirra barni alt tað besta og ynskja sær sum nakað heilt sjálvfylgiligt eitt sunt og vælskapt barn. Tær fáa upplýsing frá lækna/jarðamóður um fylgirnar av royking. Hóast hetta vísa kanningar eitt nú í Bretlandi, at 70% av roykjarunum halda fram við at roykja, meðan tær ganga við barninum. Av teimum, sum leggja av beint áðrenn ella við byrjan av graviditetinum, byrja 19% at roykja aftur seinni meðan tær ganga við barninum.
Fylgjurnar eru øktur vandi fyri spontanari abort, føðing fyri tíðina, lágari burðarvekt, deyðføddum barni. Børn hjá kvinnum, sum hava roykt, meðan tær hava verið við barn, hava øktan vanda fyri at doyggja pinkubarnadeyða og vøggudeyða (knappligan ávæntaðan deyða), tey eru í størri vanda fyri at fáa astma og bronkittis í fyrsta liviári, og seinni hava tey tarnaðan likamligan vøkstur og klára seg verri í útbúgvingini enn børn hjá møðrum, sum ikki hava roykt.
Føroyingar roykja illa
Spurnarkanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fyribyrgingarráðið í sept. 2002 vísir, at 37% av føroyingum 15 ár og eldri roykja hvønn dag. Hetta samanborið við 30% av danskarum.
Í aldursbólkinum 20 til 29 ár roykja heili 52%, hetta merkir, at vit kunnu rokna við, at umleið ein fjóringur (25%) av øllum, sum nú eru unglingar í 20 - 29 ára aldri, fara at doyggja av royking.

Roykitíttleikin í ymisku londunum kann lesast á hesari heimasíðuni hjá WHO:
cisid.who.dk/tobacco/Consolidated/TCP1.asp

Tað er trupult at samanbera millum lond, tí aldursbólkar og tað at roykja, er definerað ymiskt í kanningunum hjá teimum ymisku londunum.
Alt, sum verður brúkt í Føroyum av tubbaki, verður innflutt, og er hetta ein brúkbarur parametur at meta nýtsluna út frá., Her verður roknað við, at smugling og tað, sum ferðafólk hava við sær, er týdningarleyst samanborið við ta ovurstóru total-nýtsluna. Besti parameturin er innflutningurin í kg. av tubbaksvøru pr. íbúgva 15 ár og eldri. Innflutninguri liggur í 2001 á samað støði sum í 1997. Nýtslan var í hæddini í 2000 og er minkað eitt vet frá 2000 til 2001.
Sum í øðrum londum er talið av fólki, sum roykir av og á ("festroykjarum") lítið, eini 4%.
Roykjarin roykir í meðal 12,8 sigarettir um dagin.
Hvat er at gera ?
Altjóða tiltøk móti tubbaki.
Í 1987 kunngjørdi europeiska skrivstovan hjá WHO sum tann fyrsta í heiminum eina verkætlan móti tubbaki kallað: The First European Action Plan on Tobacco 1987 -1991. WHO tilmælti limalondunum at seta í verk restriktiónir í tubbaksframleiðsluni, útbreiðsluni og marknaðarføringini. At hækka prísin á tubbaksvørum, verja ikki-roykjaran, at set í verk heilsufremjandi og upplýsandi virksemi, undirvísing av fakfólki innan heilsuverkið, og praktiska hjálp til tey, sum leggja av. Limalondini vóru eisini biðjin at "monitorera" t.v.s. at fylgja við gongdini við at gera regluligar kanningar av roykivanum og tubbaksnýtsluni.
Í 1992 var onnur verkætlanin orðað, nú nevnd verkætlan fyri tubbaksfríum Europa: Second Action Plan for a Tobacco-free Europe 1992 - 1996. Hetta skjalið legði serligan dent á at fáa limalondini at samskipa arbeiðið og at játta meira pening til tubbaksfyribyrging. Um miðuna av 90?unum var gjørt upp, at í vestureuropesiku limalondunum (stórt sæð tað samað sum ES) og í Norðurlondum var tubbaksnýtslan fallandi og deyðatilburðir av royking millum mannfólk fallandi, meðan deyðatilburðirnir av royking millum konufólk var hækkandi. Í Eystueuropeisku limalondunum var bæði tubbaksnýtlsan og deyðatilburðir av tubbaki hækkandi.
Í 3. verkætlanini fyri tubbaksfríum Europa (The Third Action Plan for a Tobacco-free Europe 1997 - 2001) vórðu sett upp ítøkilig mál, sum limalondini skuldu náa í hesum tíðarskeiðinum viðvíkjandi príshækkan, atkomiligheit, lýsingum, tiltøk móti smugling, produkt-regulering, roykfríum umhvørvi, stuðlan av roykiavvenjing, og upplýsing og undirvísing av almenninginum.
Úrslitið av hesum tiltøkum var umrøtt og almannakunngjørt í einari frágreiðing frá ráharrafundi í Warsjawa í februar 2002.
Hendan frágreiðingin kann lesast á alnótini: www.euro.who.int/document/tob/tobconf2002/edoc8.pdf

Frágreiðingin er bygd á hagtøl og standardiseraðar spurnakanningar í limalondunum og vísa, at við endan av tíðarskeiðinum 1997 til 2001 er talið av vaksnum roykjarum í limalondunum sum heild 30%. Í vestureuropeisku londunum er talið fallandi og óbroytt í eystureuropeisku londunum. Millum ung 15 til 18 ár var talið av roykjarum eisini 30%, men einki land kundi vísa á fallandi tal av roykjandi ungfólki.
Í Mið- og Vestureuropa var standardiseraði títtleikin av lungnakrabba fallandi hjá mannfólki men hækkandi hjá konufólki. Hetta kemst av at í flestu samfeløgum byrjaðu konufólk ikki rættiliga at roykja fyrr enn roykingin hjá mannfólki varð komin í hæddina.
Tað mest órógvandi við hesum tølum er, at talið av roykjandi ungfólki er ikki minkað. Minkingin er altso millum tey eldru. Nøkur leggja av, meðan tíð er, áðrenn tey gerast sjúk. Onnur gevast, tá tey føla, at tey eru við at gerast sjúk (roykjaralungur = "orka ikki at roykja meira"). Onnur doyggja av roykingini. Tann stóra íløgan við peningi til upplýsing, viðgerðartilboðum og forboðum hevur við øðrum orðum ikki gjørt tann stóra munin fyri tann týdningarmesta málbólkin.. Sokallaða cost-benefit av strate-giini higartil er lítil. Fremst er Svøríki, har tað er eydnast, at pressa roykjaratalið niður á uml. 20%; men svenskarar brúka so ístaðin snús og skrá í stóran stíl.
Tað, sum fyribyrgjarar rokna við og bíða eftir, er at avmarkingar, restriktiónir, upplýsing og viðgerðartilboð eftirhondini blíva so umfatandi, kostnaðarmikil og tilfeingiskrevjandi, at samfelagið kemur til eitt "tipping point", har man hálsar um og sigur: hví ikki fara eftir bóltinum ístaðin fyri eftir manninum. Altso at vøran verður tikin av hillunum.
Tiltøk her heima
Her í Føroyum gera vit, sum okkara grannalond gera: vøran stendur friðhalga og skínur á hyllunum, meðan vit fara eftir brúkaranum og siga við hann: skamma teg at tú keypur og brúkar hasa vøruna, tú veist jú, at tað er vandamikið. Man roynir við bæði illum og góðum og við øllum snildum at fáa roykjaran at lata vera. Men sum oman fyri nevnt: roykjarin roykir óansæð, tí hann er bundin "avhengigur". Cost-benefit er lítil.
Hóast cost-benefit er lítil, so skulu vit sjálvandi gera tað, sum gerast kann eftir umstøðunum. Sum nevnt eru tað nøkur, sum hóast alt leggja av, og her eru so nøkur mannalív at spara:

1)at hækka prísin á tubbaksvøru hevur víst seg aðrastaðni at minka nýtsluna.
2)roykibann allastaðni har almeningurin kemur og í øllum almennum bygningum og stovnum. Hetta kann fáa tubbaksnýtsluna at minka hjá teimum, sum eru til arbeiðis, har roykibann er. Tá er tað ein treyt, at arbeiðsplássið ikki gevur roykjarunum eitt rúm ella ein krók at roykja í. Haraftrat verjir tað ikki-roykjaran í ein ávísan mun móti passivari royking.
3) bann móti reklamum, eisini teirri reklamu, sum fer fram í sølubúðum (t.v.s. framvísing av vøruni).
4) hækka aldursmarkið fyri at kunna keypa tubbak til 18 ár ella hægri.
5) upplýsing, sum skal vera so erlig og realistisk, at hon er ræðandi. Hyggjarakanningar í USA vísa, at hesin upplýsingarhátturin virkar best. Stuttligar og undirhaldandi lýsingar/ sjónvarpsinnsløg verður av øllum, bæði roykjarum og ikki-roykjarum, mett at vera nyttuleys.
6)tilboð um hjálp til tey, sum ætla at leggja av at roykja. Hetta kann vera avvenjingarskeið, sum fakfólk standa fyri. Givið verður samrøðuterapi/atferðarterapi antin til einstaklingar ella bólkar. Tekur oftast einar 5 vikur við nøkrum tímum um vikuna. Er serliga effektivt um ein uppfylging verður gjørd við t.d. regluligari kontakt millum roykjara og terapeut.
Nikotintyggigummi, plástur, súgvitablettir, nikotininhalator og nasapístr. Tablettir bupropion. Hetta er apoteksvøra, sum kann hjálpa roykjaranum móti abstinensum og vera ein stuðul undir avvenjingini. Tað krevst ein vegleiðing fyri at brúkarin skal vita, hvussu vøran skal brúkast rætt.
Hesar vørur kundu hugsast at gerast meira populerar, um tær vóru bíligari.
7)undirvísing av skúlabørnum um royking og vandan við royking.

Teir spurningar og tær viðmerkingar, sum børnini koma við í hesum tímunum, eru serliga hugvekjandi.
Tann vanliga skeptiska viðmerkingin er hendan: "Tað kann ikki passa, at tað er so vandamikið, sum tú sigur, tí so hevði tubbak langtsíðani verið bannað".

Spurningurin, sum altíð verður spurdur er hesin:
"Hvussu ber tað til, at tað er loyvt at selja ?", svar skyldigur.
Hvør kann koma við einum góðum svari ? Tað hevði verið gott at fyngið eina debatt um hetta.

Tey, sum vilja vita meira, kunnu lesa hesa avbera góðu ritgerðina á heimasíðuni hjá Royal College of Physicians í London:
www.rcplondon.ac.uk/pubs/books/nicotine/