Samrøða
Sosialurin hevur vitjað í eftirlitsrúminum og í maskinrúminum umborð á Norrønu, og vit hava tosað við maskinstjóran og glyvramannin, Ólav Gunnarsson.
Maskinrúmið umborð á Norrønu er stórt og hjá einum, sum ikki hevur havt høvi at verið í maskinrúminum umborð á einum slíkum skipi áður, tykist tað rættiliga stórt.
Norrøna hevur fýra høvuðsmotorar av slagnum Caterpillar M.A.K 6M 43, sum eru 7.500 HK hvør. Allir fýra motorarnir eru eins, og soleiðis er maskinorkan tilsamans 30.000 HK.
Ólavur Gunnarsson sigur, at tveir motorar ganga inn á hvørt gearið, og soleiðis hevur skipið tveir akslar og tvær skrúvur.
Mesta ferð í góðum líkindum er 20-21 sjómíl um tíman og løtuna, vit vitjaðu í maskinrúminum, lá ferðin um góðar 17 míl.
- Hava vit góðar stundir, sigla við ikki við øllum motorunum í senn. Vit kunnu sigla við trimum motorum, tveimum ella bara einum, um tað skal vera. Tá skipið kemur í havn, ella tá ið loyst verður, eru allir motorarnir í gongd. Hetta er eisini av trygdarávum, um eitt hvørt skuldi borist á.
Maskinstjórin sigur, at tá full ferð er á øllum fýra høvuðsmotorunum, er nýtslan av tungolju heili 4 tons um tíman.
Aftrat teimum fýra høvuðsmotorunum hevur Norrøna tríggjar hjálpimotorar ella ljósmotorar, sum teir eisini vera róptir.
- Tá siglt verður, eru tað aksilgeneratorarnir, sum standa inn á gearið, ið syrgja fyri uppgávunum hjá ljósmotorunum, sum soleiðis standa stillir. Aksilgeneratorarnir taka kanska eina hálva míl av ferðini, men hinvegin spara vit olju, tá ljósmotorarnir ikki eru í gongd.
Ólavur sigur, at vanliga nýtslan av streymi umborð á Norrønu liggur um 1200 kWh, men bara aksilgeneratorarnir klára at framleiða nógv meira enn tað, og soleiðis eru teir ríkiliga stórir til nýtsluna umborð á skipinum.
- Eru líkindini vánalig, hava vit vanliga ljósmotorarnar koyrandi, og hetta er eisini av trygdarávum, leggur hann aftrat.
Maskinstjórin sigur, at umleið 2000 ymiskir alarmar liggja inn á telduskipanina í eftirlitsrúminum, og uppi á kamari sínum kann hann eisini fylgja við, um alt koyrir, sum tað skal.
- Skipanin stendur í fyrsta lagi til ymiskar komponentar í maskinrúminum, men hon sigur eisini frá, um ólag eitt nú er á luftventilatiónini umborð. Eru avvik í skipanunum, sum ikki eiga at vera, fara alarmar í gongd.
Dugnalig fólk
Seinni í greinini fara vit at siga eitt sindur um leiðina hjá Ólavi - av Skála Skipasmiðju, har hann var í smiðjulæru, til hann fleiri ár seinni fyrst gjørdist hjálparmaður í maskinrúminum umborð á gomlu Norrønu og til seinast, men eftir lutfalsliga fáum árum, endaði á ovastu rók í maskinrúminum á okkara stoltleika innan ferðamannasigling.
Tað er út við eitt ár síðan, at glyvramaðurin gjørdist maskinstjóri umborð á Norrønu, og hann er sera væl nøgdur við tey fólk, hann hevur undir sær.
- Umframt maskinstjóran, hava vit ein 1. meistara og ein 2. meistara. Síðan hava vit tveir 3. meistarar, ein elektrikara og tríggjar maskinhjálparmenn ella assistentar, sum vit rópa teir. Tveir mans eru í apeteringini – ein, sum tekur sær av tí sanitera og ein “húsavørður”. At enda hava vit ein málara sum málar, pussar og ger ymiskt fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.
Maskinstjórin umborð á Norrønu er ikki beinleiðis vaktgangandi, men skal altíð vera tøkur. Soleiðis kunnu vit eisini siga, at hann er á vakt 24 tímar um samdøgnið.
- Eg siti altíð í eftirlitsrúminum við komu og fráferð, og tað gjørdi eg eisini, tá vit eitt nú sigldu inn eftir Bergensfjørðinum og úr aftur Bergen. Siglingin inn til Bergens tók tveir tímar, og síðan sigldu vit einar seks tímar innanskers úr Bergen á veg til Danmarkar. Meðan vit lógu við bryggju, slapst tú sjálvandi upp at fáa tær ein bita.
Vaktirnar hjá maskinfólkunum umborð á Norrønu eru annars skipaðar soleiðis, at 1. meistari hevur fyrrapartsvakt frá klokkan 08-12, 2. meistari tekur yvir og er á vakt frá klokkan 12-18, og síðan tekur 3. meistari vaktina frá klokkan 18-24. Nú eigur 2. meistari tørn aftur og er á vakt frá midnátt til klokkan 04, og síðan er 3. meistarin frá klokkan 04-08, tá 1. meistari aftur kemur á fyrrapartsvakt.
- Teir tríggir maskinhjálparmenninir ganga vakt saman við maskinmonnunum – ein við hvørjum manni, og tá vit hava tveir 3. meistarar, er annar ikki vaktgangandi í maskinrúminum, men hevur ekstern økir umborð á skipinum undir sær, eitt nú luftventilatón, ketil, hita-og kuldaskipanir.
Maskinstjórin sigur, at menninir í maskinrúminum arbeiða 11 tímar um samdøgnið, harav ein hálvur tími fer til skiftini við byrjan og enda av vaktunum.
- Eg haldi, at felagsstevið umborð á Norrønu er gott. Nógv samband og samstarv er millum maskinrúm og brúgv. Fólk draga somu línu, og hetta er neyðugt, um besta úrslitið skal spyrjast burtur úr.
Fekk tvinnar kostir
Men hvør er so glyvramaðurin Ólavur Gunnarsson, og hvussu hevur leiðin hjá honum úr fólkaskúlanum og niður í maskinrúmið á Norrønu verið?
Ólavur er føddur 30. juni í 1964. Pápin var Gunnar Olsen. Hann sigldi sum stýrimaður við Havørnini og druknaði í Esbjerg 2. februar í 1968. Líkið varð funnið aftur, og Gunnar liggur jarðaður í føroyskari jørð.
- Mamma mín var Kitty Olsen. Hon doyði í hampiliga góðum árum í 1999. Vit eru tveir brøður. Beiggi mín er Ingolvur Gunnarsson, sum er lærari og er hálvt annað ár eldri enn eg.
Maskinstjórin sigur, at tá pápin doyði, høvdu foreldrini nýligt bygt hús, og tí noyddist mamman at arbeiða rættiliga nógv fyri at fáa tingini at hanga saman. Hon arbeiddi í fiski, og hon arbeiddi í handli. Í nøkur ár hevði hon eisini pylsuvogn innanfyri Glyvra Bio. Omman flutti inn til tey at búgva, tá pápin doyði, og Ólavur heldur fyri, at omman virkaði meira sum mamma – og mamman, sum arbeiddi so nógv úti, virkaði meira sum pápin í húsinum.
Ólavur heldur ikki, at hann og bróðirin Ingolvur manglaðu nakað, sum onnur børn høvdu ella kundu.
- Eg haldi, at vit høvdu júst somu møguleikar, sum onnur børn høvdu, leggur hann aftrat.
Hin 11. juni var Ólavur og vitjaði mammu sína á Glyvrum, sum hann so mangan hevði gjørt áður, eftir at hann var fluttur út.
- Júst hendan dagin kom mamma mín at vísa mær, at nú vóru húsini útgoldin. Hon hevði stríðst nógv, og nú var hennara lívsverk lokið. Tríggjar dagar seinni doyði hon, sigur Ólavur álvarasamur, nú vit sita og práta inni í stóra kamarinum hjá honum umborð á Norrønu.
Tá Ólavur í 2002 gjørdist hjálparmaður í maskinrúminum umborð á gomlu Norrønu, hevði hann ongantíð verið til skips áður.
- Eg hevði góðan hug til sjógvin, og tá eg varð liðugur við realskúlan í 1981, hevði eg líkasum fingið lyfti frá reiðarínum Kenn á Glyvrum um at sleppa við farmaskipinum Norðlandiu. Men tá segði mamma mín nei. Ætlaði eg mær at sigla, so kundi tað vera seinni. Eg fekk tveir kostir í at velja – antin at fara á studentaskúla ella í læru.
Ólavur sigur, at hann slett ikki kendi mammu sína aftur í hesum, nú hon var vorðin so avgjørd. Tað plagdi ikki at vera hon. Seinni hevur hann hugsað, at tað, sum lá aftanfyri hesa treytaleysu avgerð hjá mammuni, ivaleyst var, at hon hevði mist mann sín á sjónum.
- Eg gjørdist rættiliga bilsin, tá hon var so avgjørd, og soleiðis kom einki burtur úr mínum ætlanum um sjólívið á ungum árum. Eg haldi, at mamma mín vildi vísa mær á møguleikar, soleiðis at eg sjálvur kundi taka avgerð um lívsleiðina, sum árini gingu, sigur hann.
Leiðin niður í maskinrúmið
Ólavur hevði ongan hug til skúlan og í staðin fyri at fara á studentaskúla, fór hann sama heyst, sum hann varð liðugur við realskúlan, í læru á Skála Skipasmiðju, har hann gjørdist maskinsmiðjur fýra ár seinni.
- Eg visti, at eg fór ikki at halda fram á Skála, tá eg varð liðugur, og eg gjørdi av at gevast sama dag, sum eg varð avlærdur. Meðan eg var í læru á Skála, hevði eg um kvøldarnar arbeitt á Bakkafrost, eins og eg árini undan hevði verið á virkinum í summarfrítíðini. Eg kendi formenninar á Bakkafrost, og nú eg varð liðugur at læra, fekk eg fast arbeiði sum maskinmaður á virkinum.
Ólavur arbeiddi øll árini frá 1985-1999 sum maskinmaður á Bakkafrost. Hann var við í allari tilgongini og menningini av virkinum, og hann var eisini við, tá virkið á Glyvrum frá at arbeiða pelagisk fiskasløg gjørdist laksavirki burtur av. Fleiri tey seinastu árini á Bakkafrost, hevði hann høvuðsábyrgdina av maskinaríunum, og í nøkur ár var hann eisini einsamallur maskinmaður á virkinum.
Honum dámdi ógvuliga væl á Bakkafrost og hevur alt gott at bera teimum fólkum, sum har stílaðu fyri og annars vóru í starvi á virkinum. Sjálvur sigur hann seg hava stóra virðing fyri teimum fólkum, sum hava stílað fyri gjøgnum hesi mongu ár. Í dag fegnast hann saman við øðrum, nú stjórin á virkinum, Regin Jacobsen, í ár er valdur til ársins leiðara í privatu vinnuni – og enntá í eini tíð, har flestu kurvar í vinnuni peika niður eftir. Enn í dag fylgir hann eisini gongdini á virkinum við stórum áhuga.
- Tey seinnu árini, meðan eg arbeiddi á virkinum, søkti eg fleiri ferðir um at sleppa á Maskinmeistaraskúla. Eg fekk eisini at vita, at eg kundi sleppa inn, men hvørja ferð meldaði eg avboð og útsetti skúlan. Eitt hálvt ár var millum upptøkurnar, og tá tíðin kom, helt eg hvørja ferð, at eg tað sama kundi bíða eitt hálvt ár aftrat.
Men umsíðir helt Ólavur, at skuldi hann fara aftur í skúla, so skuldi tað vera nú, og í 1999 tók hann stigið og fór aftur í skúla.
- Tá eg byrjaði á Mskinskúlanum, ætlaði eg bara at gerast maskinistur. Eg hevði ikki so stórar ambitiónir, men hóast fleiri ár vóru liðin, síðan eg var liðugur við 3. real, gekk hampiliga væl. Tað var serliga matematikkin, sum var trupul, men við knallhørðum arbeiði eydnaðist eisini at fáa hendan partin upp á pláss upp á normeraða tíð. Eg var miðvísur í, at eg skuldi gera mítt besta, og at útbúgvingin ikki skuldi stranda upp á mín innsast. Mær dámdi ógvuliga væl í skúlanum, og tá tað lá eitt ávíst trýst á mær frá familjuni at taka alla útbúgvingina, gjørdi eg av at ganga skúlan at enda. Tað eri eg fegin um í dag, sigur hann.
Tað var, meðan Ólavur gekk á maskinskúla, at hann giftist Katrinu Bjarnadóttir, og stutt eftir at hann varð liðugur við útbúgvingina, fingu tey tveir synir, annan í 2003 og hin í 2004.
Umframt synirnar, Dánial og Bjarna, eigur Ólavur eisini dóttrina Gunvá, sum er fødd í 1993 og býr í Danmark.
Ongantíð á sjónum
Tá Ólavur Gunnarsson hevði fingið sína maskinmeistaraútbúgving, byrjaði hann aftur at arbeiða á Bakkafrost, men hesaferð var hann bert í stutta tíð.
Meðan hann arbeiddi á virkinum, fekk hann á heysti í 2002 kjans sum hjálparmaður í maskinrúminum umborð á gomlu Norrønu.
- Tað var meira av tilvild, at eg tá fekk henda kjansin. Eg hevði slett ikki verið til sjós áður, tá eg kom á tal við manningarleiðaran á Norrønu. Onkusvegna havi eg sagt, at eg kundi hugsað mær at roynt okkurt nýtt, og nakrar dagar seinni ringdi hesin og spurdi, um eg hevði hug at koma við.
Ólavur sigur, at tá nýggja Norrøna kom tíðliga á sumri í 2003, byrjaði hann eisini her umborð sum hjálparmaður ella assistentur í maskinrúminum.
- Sama summar gjørdist eg 3. meistari umborð, men longu summarið eftir gjørdist eg 1. meistari. Eg hevði tá siglt so lítið, at eg noyddist at søkja Skipaeftirlitið um undantaksloyvi at vera 1. meistari.
Hann ásannar, at vegurin uppeftir stiðanum og upp á ovastu rók í maskinrúminum gekk skjótt.
- Í mars mánaða í fjør gjørdist eg so maskinstjóri umborð á Norrønu, og hetta hevur síðan byrjan verið ein sera spennandi avbjóðing. Mín uppgáva snýr seg í stóran mun um arbeiði á teldu við eitt nú íløguætlanum, bílegging av eykalutum og samskifti við teir menn, eg havi undir mær, eins og við yvirmenninar á brúnni. Eg kann altíð vera tilkallaður og eri soleiðis altíð tøkur – á degi sum á nátt.
Ólavur er fýra vikur umborð á Norrønu í senn og síðan fýra vikur í landi.
- Kona mín er leiðari á dagstovni, og tá eg eri heima, taki eg mær av húsi og børnum. Soleiðis kann eisini hon leggja sítt arbeiði til rættis eftir, nær eg eri heima.
Tá fólk vanta á dagstovninum, tí forfall eru, og torført er at finna fólk at taka hesi pláss, kemur meira enn so fyri, at Ólavur tekur nakrar tímar í barnagarðinum eisini.
- Eg taki ikki plássini hjá øðrum, men standi niðast á listanum sum avloysari, tá eingin annar kann, sigur hann brosandi.
Eitt deiligt jobb
- Eg haldi meg í løtuni hava verðsins besta jobb. Mær dámar serstakliga væl umborð á Norrønu, og eg stórtrívist við hesi ábyrgd og saman við teimum fólkum, eg starvist saman við. Eg føli meg heima á hesum postinum, og eri sera takksamur fyri góðu og dugnaligu manningina. Tá eg var so stutt umborð á gomlu Norrønu, føli eg, at nýggja Norrøna er mítt skip, sum hann tekur til.
Ólavur dylur ikki, at honum dámar væl at hava ávirkan, har hann er, og hann dylur heldur ikki, at hann hevur lyndi til at bjóða seg fram. Hinvegin dámar onkrum øðrum betri at standa aftanfyri ein annan. Soleiðis eru vit nú einaferð ymisk av lyndi.
- Eg havi ikki trokað meg framat, men eg havi heldur ikki hildið meg aftur. Eg eri glaður og lættur av lyndi, og eg eri fyri eini liberalari leiðslu, sum skapar arbeiðsgleði. Fólk skulu kenna, at tey eru ein partur av liðnum, eins og tey eru við í teimum avgerðum, sum tiknar vera.
Hann viðgongur, at eitt, sum eyðkennir mannin av Glyvrum, er, at honum dámar at seta sær mál og síggja, hvussu langt hetta kann røkka.
- Men eg hevði ikki droymt um, at hetta kundi ganga so skjótt. Tó føli eg, at eg eri minst líka so væl útrustaður til hetta starv sum nakar annar. Eg eri ikki føddur maskinmeistari, tí eg kundi eins væl verið bakari. Eg elski at seta meg inn í ting sum viðvíkja fakinum, og tað er ikki lítið av faklitteraturi, eg lesi um maskinfakið, ásannar Ólavur Gunnarsson, maskinstjóri umborð á Norrønu í samrøðu við Sosialin.