er fram í miðlunum, at lesitilfar á føroyskum í m.a. náttúruleirugreinunum, t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fl [...] almenna at syrgja fyri, at øll hava somu møguleikar at læra, og vit kunnu ikki góðtaka, at undirvísingartilfar til fólk, ið eru orðblind og lesiveik, ikki er teldutøkt ella nóg gott,” sigur Beinta Løwe
ófriði í og uttan fyri KÍ-høllini. Fólk fóru til hendurs, og ein varð so illa sligin og sparkaður, at hann fór á sjúkrahúsið í Klaksvík. Fleiri fólk vóru stødd har, og politiið roynir at finna fram til, hvør [...] hvør tað var, sum leyp á. Á sama staði varð ein annar maður tikin fyri at hava niðurgjørt og brúkt ljót orð móti politinum. Hann kann vænta sær eina skuldseting fyri at hava gjørt seg inn á tænastumenn
hjá Føroyum og Grønlandi at gerast partur av nýggju avtaluni. Kuupik Kleist og Annika Olsen eru á einum máli um, at tað er umráðandi, at Danmark sjónliga arbeiðir fyri, at bæði Grønland og Føroyar verða [...] inna, og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hittust undir ársfundinum hjá nordurlandaráðnum í Stokkhólmi. Evnið á fundinum var nýggja veðurlagsavtalan, sum skal samtykkjast í Keypmannahavn, og møguleikarnir [...] verða við í nýggju veðurlagsavtaluni. Henda boðskap fara tey bæði hvør í sínum lagi at bera fram mótvegis danska veðurlagsráðharranum Connie Hedegaard, sigur innlendismálaráðið.
í Smiðjuni í Lítluvík við Susanne Hansen úr Esbjerg og Elsu Zachariasen og Birgit Kirke úr Havn. Tær sýna fram málningar og skulpturar. Tað at Elsa og Birgit eru ættaðar úr Føroyum sæst aftur í málningunum [...] skir og abstraktir, og hava serstakan íblástur úr føroysku náttúruni, har ljósið og landslagið er sermerkt. Skulpturarnir er lívsmyndir gjørdir úr endurnýtslutilfari. Framsýningin er opin til og við týsdagin
vápn og evni, sum kunnu brúkast til at gera spreingievni við. Løgreglan kom fram á vápnini og evnini undir einari húsarannsókn nærhendis Middelfart á Fyn. -Tað snýr seg um riflur, vanligar byrsur og evn
rin millum Føroyar og Skotland verður í dag klokkan 19. Hondbóltssambandið sigur, at dysturin verður streamaður beinleiðis á http://www.hsf.fo og trýst á play. Streamingin fer fram gjøgnum heimasíðuna
Um gongdin við smittutølunum heldur fram næstu tríggjar dagarnar, so eru vit uppi á 75 smittaðum um dagin í miðal um vikuna. Og tá koma vit til reyðu ferðsluljósini hjá landsstýrinum. Sum in.fo skilir [...] kunna hava opið frá 17 til midnátt. At koronukanning aftur verður av øllum, sum ferðast um landamarkið. Og at skúlarnar fara at hava longri jólafrí. Tíðindafundurin hjá landsstýrinum verður í morgin klokkan
verður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í kvøld, har tvíburarnir Marnar og Árni Andreasen syngja og spæla. Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru [...] 19.30 syngja og spæla tvíburarnir Árni og Marnar Andreasen í kantinuni á heiminum. Aftaná mentanartiltakið týskvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin
Í Kirkju og Missiónshúsinum á Argjum hava tey í eina tíð arbeitt við hugskotinum um at hava gudstænastuna og sunnudagsskúlan um somu tíð. Farið varð undir hesa skipanina fyrr í mánaðinum, sunnudagin 12 [...] Her koma tey so at syngja saman og eisini hava dagsins bíbliutekst. - Hetta kemur at virka á einum royndarstøði fyri fyrst. Men fer tað at roynast væl, verður hildið fram við tí, verður sagt.
bilum og motorsúkklum. Flottir bilar verða sýndir fram undir móttøkuni hjá Bilrøkt, sum t.d.: Audi A5, BMW X5 og Ford Mustang, umframt Harley Davidson framsúkklur. Har er nakað til bæði børn og vaksin [...] vaksin. Pylsuvognur og tað sum annars hoyrir eini slíkari farmsýning til. Mánadagin 14. apríl verður fyrsti arbeiðsdagur í nýggju virkisbygningunum, har tilsamans níggju fólk koma at starvast.