Serligi Kærurætturin hevur gjørt av, at eitt sakarmál ímóti einari kvinnu og manni í Føroyum skal ganga umaftur, tí høvuðsvitnini í málunum søgdu ósatt.
Tíðindastovan Ritzau skrivar, at Eystari Landsrættur í mai mánaði í 2000 dømdi kvinnuna og mannin seka í at hava kynsliga misnýtt fleiri børn. Kvinnan fekk tvey ár í fongsli og maðurin nýggju mánaðir.
Tey bæði søgdu seg alla tíðina vera ósek, men rætturin valdi at trúgva teimum trimum børnunum, sum greiddu frá um kynsligu misnýtsluna.
Viðurkendu lygnir
Kvinnan og maðurin hava sitið dómin, men nú eru nýggjar upplýsingar komnar fram í málinum, og tað hevur fingið Kærurættin at leggja upp í og áseta nýtt sakarmál. Hetta er sera óvanligt.
Gentan og tveir dreingir, sum vóru høvuðsvitni í málinum, hava viðurkent, at tey søgdu ósatt um mammu sína og mann hennara, og at tað var stjúkmamman, sum noyddi tey at lúgva.
Eitt ár eftir at Landsrætturin kom við sínum dómi, fór dóttirin til løgregluna í Íslandi og segði, at hennara frágreiðing um mammuna var íspunnin. Seinni viðurkendu báðir synirnir eisini, at teir høvdu logið.
Kærurætturin heldur, at var hetta komið fram undir sjálvur rættarmálinum, so vóru kvinnan og maður frífunnin, og tí skal nýttar rættarmál verða.
Krevja endurgjald
Bjørn á Heygum er sakførari hjá manninum, og hann væntar, at málið verður tikið upp aftur í heyst.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Bjørn á Heygum, men hann sigur við Ritzau, at hann roknar við, at kvinnan og maðurin verða frífunnin
? Og so fara vit at krevja endurgjald, tí tað er ein natúrliga fylgja av dóminum, sigur hann við donsku tíðindastovuna.
? Tað er nógv, sum bendir á, at tað er hent eitt mistak hjá ákærumyndugleikanum, í býarrættinum og í landsrættinum, sigur Bjørn á Heygum.