TB og Shell longt samstarvið

-

Sponsorsáttmáli

Mánakvøldið skrivaðu Shell og TB undir nýggjan sponsorsáttmála, sum inniber, at høvuðsstuðulin hjá TB tey bæði komandi árini framhaldandi verður Shell.
Tá avtalan varð undirskrivað, førdi nýggi formaðurin hjá TB, Sofus Laðanberg, fram, at týdningurin av hesi avtaluni var sera stórur fyri TB.
Ikki minst legði formaðurin dent á, hvussu trupult tað ofta er hjá uppflytarunum at standa seg í fyrstu deild, og at tað tí er týdningarmikið at vera til reiðar at taka ímóti hesi avbjóðing.
Og Sofus Laðanberg heldur eisini, at bæði felagið og leikararnir eru so væl fyrireikaði, sum til ber. Venjingarnar byrjaðu um miðjan januar, og umframt hópin í fjør, so hevur felagið styrkt seg nakað til árið. Avtala er gjørd við tveir nýggjar jugoslaviskar leikarar, harav annar hevur spælt í fyrstu deild, og av føroyskum leikarum eru porkeringurin, Olivur Abrahamsen, og hvalbingurin, Allan Michelsen, komnir til felagið, so hóast felagið eisini hevur mist nakað av fólki, so tykist hópurin at vera hampuliga væl fyri.
Umframt at tað hevur týdning fyri TB, so meta tey í Shell sjálvandi, at tey eisini fáa nakað burtur úr einum slíkum samstarvi. Erling í Liða, marknaðarleiðari, hjá Shell, leggur eisini dent á, at teir eru væl nøgdir um samstarvið við TB.
- Nú hava vit í nøkur ár verið stuðul hjá TB, og tí er tað ikki annað enn náttúrligt at halda fram, nú teir eru komnir í fyrstu deild. Ikki minst tí at liðið tá í nógv størri mun er í fokus, sæð í mun til at spæla í aðru deild.
- Tað tykist eisini sum um teir royna at gera eitt gott arbeiði í fyrireikinginum til árið, og eins og tvørámenn eru vit sjálvandi sera spentir um, hvussu komandi kappingarárið fer at hilnast, sigur Erling í Liða at enda.