Eli og Torkil bestir á Sundalagsstevnuni

Kappsúkklingin á Sundalagsstevnuni í Hósvík var fríggjakvøldið.

súkkling

Tað var Tórshavnar Súkklufelga sum skipaði fyri kappingini. Kappast varð bert fyri unglingar og vaksin. Eingin barnasúkkling var, tí mett var at trygdin til barnasúkkling, meðan stevnan var, var ikki nóg góð.

Start og mál var á landsvegnum í Hósvík. Súkklast skuldi úr Hósvík, eftir landsvegnum fram við Streymnesi, um Brúnna við streymin og niðan til rundkoyringina omanfyri Norðskála. Har varð vent og síðan varð súkkla sama veg aftur til Hósvíkar. Teinurin var 23,6 km. langur.

Fyrsti súkklarin byrjaði klokkan 19:00. Síðan vóru hinir sendir avstað við 2 minuttum ímillum hvønn.

Vinnari av kappingini gjørdist tann 20 ára gamli landsliðssúkklarin Eli Christiansen. Hann súkklaði teinin upp á 36 minuttir og 31 sekund. Hetta er ein miðalferð upp á 38,77 km um tíman. Eli er um av vera í toppformi nú, men til tíðarsúkkling skal servenjing til. Hana hevur Eli ikki fingist eins nógv við, sum hann hevur vant til langar teinar, sprintir, brekkur o.t. Men álíkavæl kláraði hann at vinna.

Hjá unglignunum vann tann 15 ára gamli Torkil Veyhe úr Havn. Hansara tíð var 40 minuttir og 23 sekund. Miðalferðin hjá Torkil var 35,6 km um tíman. Torkil var bert 1 minutt og 24 sekund frá tíðini hjá einum av landsliðssúkklarunum. Tað er ein sera góð tíð fyri ein 15 ára gamlan.

Av tí at súkkling er ein so hørð ítróttargrein, skulu súkklarar vera 18 ár fyri at vera við á oyggjaleikum. Men til oyggjaleikirnar 2007 verður Torkil umleið 6 mðr. ov ungur, so vil súkklufelagið arbeiða fyri, at hann álíkavæl kann verða við á landsliðnum tá. Sjálvandi skal hann kvalifisera seg, men mett verður, at um hann heldur á fram sum nú, so verður hann helst ein fongur fyri landsliðið og føroyska súkkling.