Poul Olsen
Fíggarliga støðan hjá Tvøroyrar kommununi er soleiðis hátta, at ein stórur partur av inntøkunum fer til at gjalda skuld við, og soleiðis má tað vera eina tíð framyvir. Fara mettu inntøkurnar at halda, so kann kommuna verða skuldarfrí um ikki so nógv ár, um hildið verður fast við verandi gjaldshátti. Kommunan kann sostatt síggja fram til at fáa eitt nógv størri fíggjarligt frælsi
Tá ið fíggarligu karmarnir eina ferð loyva tí, hevði tað ikki vera av vegnum at fingið eina nýggja svimjihøll bygda onkrastaðni í býnum. Hetta er nakað, ið kann verða øllum borgarum at gagni, ungum sum eldri. Eftir mínum tykki skulu borgarnir hava eina gularót, og eisini fyri at lokka fólk at flyta til kommuna.
Eitt av valevnunum til býráðsvalið í Tórshavn skrivar, at nú er vorðið so trongligt í svimjuhøllini har, at tey standa sum sild í tunnu. Tað verður valla trupulleikin hjá okkum, men skulu vit gera nakað við trivnaðin, og tað eg áður havi nevnt, so eiga vit at fremja slíka ætlan í verki.
Verkætlanir og smærri arbeiði, sum hava stóran týdning fyri núverandi og framtíðar borgarar eru í gongd. Hesar útbyggingar mugu halda fram og gerast lidnar eftir tíðarætlanini. Ein tíðarætlan er gjørd fyri, at hon skal haldast! Hettar hevur alstóran týdning fyri, at kommunan kann fara undir aðrar verkætlanir, sum t.d. at gera økir byggibúgvin, útbyggja havnalagið og bátahyl til stuttleikabátar burturav.
Vit hava brúk fyri ný-hugsan á fleiri økjum, ikki minst á tí vinnuligi.
Nú tað liggur í luftini at leggja málsøki út til kommunurnar at umsita, so er tað av stórum týdningi, at vit hava eina sterka kommunala eind. Tað vil siga, at vit mugu leggja kommunurnar í Suðuroynni saman.
Farið á val og veljið lista C!
Gott val.