Hildur Eyðunsdóttir
Valevni Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð
www.eydunsdottir.com
?????????????
Tað fer eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði fram í ítróttarfeløgunum at menna um kropsliga og sosiala trivnaðin hjá børnum og ungum. Tí fáast íløgurnar, sum verða gjørdar í ítróttin, fleirfalt aftur, og vit skulu áhaldandi betra um umstøðurnar hjá øllum ítróttargreinum.
Fimleikurin
Tað eru hundraðtals virknir fimleikarar í øllum aldri, frá nýføðingum til pensjonistar, men henda stórsta ítróttargrein av øllum hevur út av lagi vánaligar umstøður.
Nú eigur ein rættilig fim-leikahøll at vera bygd til bæði fimleikafeløgini í býnum, sum hevur umstøður bæði til amboðs- og rýtmiskan fimleik.
Nýggja høllin skal sjálvandi uppfylla altjóða kappingarkrøv.
Frælsi ítrótturin
Rættiligt stadion skal byggjast til frælsa ítróttin.
Tey eru rættiliga mong sum íðka frælsan ítrótt í dag, men einki er at ivast í, at áhugin hevði verið nógvar ferðir størri, um umstøðurnar vóru betri.
At hesar eru eisini sera áskoðaravinarligar ítróttargreinir, verða vit javnan mint á, seinast við olympisku leikunum, og eisini á oyggjaleikunum.
Góðar umstøður til fimleik og til frælsan ítrótt eru ein alneyðug fortreyt, skulu vit aftur gerast før fyri at bjóða okkum fram sum vertir á oyggjaleikunum.
Fólkaheilsa
Fáa vit hesar ítróttarkarmar upp á pláss, er nógv vunnið á leið at fremja eina góða fólkaheilsu, tí fimleikurin og frælsi ítrótturin kunnu íðkast og njótast av fólki í øllum aldri.
Gerast trygt og hugnaligt at renna og súkkla
Fólkaheilsan og ítróttur eiga eisini at vera við í býarskipanini yvirhøvur. Føroyar eru sum skaptar at renna og súkkla í, men tað er alt ov ofta ov vandamikið.
Gøtukervið í kommununi skal útbyggjast, so tað í stórst møguligan mun ber til hjá fólki til gongu og á súkklu at sleppa undan bilaferðsluni.
Tann spírandi súkkluítrótturin væntar fyrst og fremst tryggleika, skal hann mennast. Tá ið foreldur tora at lata børnini súkkla frítt, fer eisini henda ítróttargrein at blóma.










