Seinnapartin í gjár, hósdagin kl 15, lat upp framsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum, har Sosialurin og Dimmalætting í plakatformi vísa fram nakað av tí, sum hevur verið at sæð í bløðunum um Norðurlandahúsið og tiltøk í húsinum seinastu 20 árini.
Talan er bara um eitt úrval, tí skuldi alt tilfarið verið við, hevði tað fylt nógv meira.
? Hetta er ein framsýning, sum vit hava gjørt saman við Sosialinum og Dimmalætting fyri á tann hátt at vísa, hvussu tey hava umrøtt húsið hesi árini, sigur Birgir Kruse, samskipari í Norðurlandahúsinum.
? Samstundis sýna vit fram lutir, sum hava verið nýttir til sjónleikir o. a. framførslu í húsinum hesi árini, sigur hann.
Innast í Dansistovuni hongu eitt relief, sum William Heinesen hevur gjørt. Tað kallast »Marran«, og sýnir tað fimm figurar, sum dansa um mánan. »Marran« var eisini myndaevnið á fyrstu ársplakatini hjá Norðurlandahúsinum í 1983.
Á framsýningini sæst eisini eitt friðingarskjal, sum Tórshavnar Býráð lat húsinum á tíggju ára degnum tann 8. mai í 1993. Har stendur m. a. skrivað:
»Hetta er friðingarskjal til fløtuna í Sortudíki, matr. nr. 1452a og skal frá hesum degi einki verða broytt ella bygt uttan at báðir partar vilja, at so skal vera.«
Skjalið er undirskrivað at Lisbeth L. Petersen, borgarstjóra í Havn.
Seinnapartin varð eisini ársplakatin fyri 2003 avdúkað. Hana hevur Bárður Jákupsson, listarmaður, gjørt, og er myndaevnið á henni »brúgvar« ? tað sama sum var evnið í kantatuni hjá Karsten Hoydal og Vagn Holmboe til vígsluna í 1983. Tá sang kór undir leiðslu av Ólavi Hátún við 130 røddum kantatuna, og aftur til gallakonsertina í gjárkvøldið (hóskvøld) framførir kór undir leiðslu av Ólavi Hátún somu kantatu.
Framsýningin í Dansistovuni verður opin allan hendan mánaðin tá húsið er opið, gerandisdagar millum kl 10 og 18, sunnu- og halgidagar millum kl 14 og 18.