Flott og sera kreativ framsýning

Hóskvøldið 1. desember var ein spennandi framsýning av einari verkætlan hjá annað árslærlingum á Hárfríðkanardeildini á Tekniska Skúla í Havn

Framsýningin byrjaði við at hárfríðkanarlærlingarnir presenteraðu seg og søgdu frá, hvat tær fóru at sýna fram. Tær skuldu arbeiða við einum ávísum evni, har uppgávan var at skapa eina heildarmynd av einum umhvørvið saman við einari modell. Evnini hetta kvøldið vóru: Afrika, Havið, Vetur, Strond, Catwalk, Cowboy, Brúður 2050, Skógar-álvur og Galla.

Síðan komu modellirnar inn, og tað má sigast, at hugflogið var væl brúkt - tað var stuttligt at síggja hvussu fjølbroytt og kreativt tær høvdu arbeitt við hár, makeup, bodypaint og klæðum. Samanspælið ímillum hesar 9 lærlingarnar var sera væl eydnað, bæði við tónleikinum og framførsluni.

Tað er soleiðis, at á skúlanum læra lærlingarnir at hugsa keativt og at síggja kundan sum eina heild. Hárið er ein partur av samleikanum hjá teimum flestu.

Lærutíðin er tilsamans fýra ár, harav ganga lærlingarnir 60 vikur á Tekniska Skúlanum, har m.a. lært verður um tað søguliga í samband við móta, mótarák, um stíl og um at arbeiða kreativt/dekorativt. Tí er tað ein spennandi avbjóðing fyri lærlingarnar at sleppa at prýða eina modell, akkurát sum tær sjálvar ynskja.

Hesar modellirnar vóru flottar og heildarmyndin sera góð og kreativ.


Myndatekstur:

1. mynd: 487
Modell: Mona Mikkelsen, styling: Ann L. Henriksen

2. mynd: 507
Modell: Erna Jakobsen, styling: Heidi D. Olsen

3. mynd: 520
Modell: Ingun Jøkladal, styling: Súsanna Jøkladal

4. mynd: 7534
Modell: Sigrið Petersen, styling: Mathilda Pætursdóttir

5. mynd: 547
Modell: Óluva Poulsen, styling: Súsanna Skylv

6. mynd: 7551
Modell: Jórun Bech, styling: Guðrið Hjalt

7. mynd: 7562
Modell. Tóra Láberg, styling: Kristin Bjørk Tungá

8. mynd: 7502
Modell: Ragnfríð Jacobsen, styling: Anja Klæmintsdóttir

9. mynd 465 / 475
Her standa frisørlærlingarnir við hvør sín bás, áðrenn modellirnar komu inn at sýna fram