sum P. W. skrivar, er m.a., at tíðin »at halda í hond«, er farin, t.v.s. hann leggur seg her út í eitt øki, sum einki hevur við starv hansara at gera, nevnliga sjukrarøktina . Tað er nógv fyri at svølgja: [...] ikki vend kemur í - og tað í stundini. Tað er kanska eitt eyðkenni fyri føroyingar, at tað, sum virkar væl, ikki má fáa lov at virka, tað skal brótast niður. Her havi eg 2 stovnar í huga, 2 stovnar, sum [...] varð. Eyðun Joensen, kliniskur psykologur legði kortini á borðið og var sera kontantur, sum hann altíð er. Síðani var samrøða við Pál Weihe, arbeiðsmedicinara. Eg skrivi ikki læknastjóra, tí eg góðtaki ikki
Fyrsta nummarið av máltíðarritinum Máltingi fyri 1999 er útkomið. Innihaldið er sum altíð áhugavert og spennandi. Hvat er mlabri? Tað fæst at vita, tá ið tú lesur greinina eftir fráfarna professaran í [...] ri setningsgreining. Spurningurin, sum Jeffrei setur, er: hvat er høvuðsagnorðið í orðalagsligari setningsgreining. Hann kemur fram til, at tað er ymiskt í merkingarligari og orðalagsligari setningsgreining [...] síni Hvat fer paie at siga okkum. Henda grein snýr seg um fornar tjóðir í Evropa. Vit kunnu her avdúka, at Paie er eitt sera gamalt og vanligt mannfólkanavn í Frísalandi. Greinin hjá Timmermann snýr seg um
vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøða, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu oynni, sum kortini í søgu okkara er rættiliga stór [...] skipið at føra fleiri ferðafólk inn. Og meðan vit bíða, er høvi at hyggja seg um og taka myndir. Neystadyrnar eru brotnar og bátur er eingin. Men kortini er neystið ikki óbygt. Tveir skarvsungar sita so fittir [...] grasfjaldari holu. Men av og á er eydnan betri enn skili, og skrúvan varð funnin aftur. Vit halda so fram uppeftir. Troyggjan er hongd um lendarnar, og sveittin lekur av enninum. Hitin er øgiligur hendan frágera
høvuðsstað, sum tað er øvugt, sigur Leivur Hansen, Borgarstjóri í Havn. Og hann dylir ikki fyri, at tað er júst oljan, sum mest bindur hesar tríggjar býirnar saman, hóast tað eisini er nógv annað at samstarva [...] samstarva um. Talan er ikki um vinabýarsamstarv, men kortini um eitt samstarv, har karmarnir skulu orðast í einum formligum skjali, sum borgarstjórarnir fara at undirskrivað. Leivur Hansen sigur, at samstarvið [...] mentan, ítrótt, undirvísing og annað. ?Men tað, sum bæði Stavangur og Aberdeen leggja stóran dent á, er at fáa eitt samstarv í lag á vinnuliga økinum eisini. Tað eru annars nøkur ár síðani, at Tórshavnar
ógvuliga lágt, hóast hetta er ein strævin og krevjandi útbúgving. Eisini er vert at hava í huga, hvussu stóra ávirkan pedagogar koma at hava á okkara komandi ættarlið. Tíbetur er tað so, at henda útbúgving [...] týdningin av hesi útbúgving. Fleiri slík dømi eru, men rúm er ikki fyri at nevna fleiri her. At nútíðarsamfelagið setir stór krøv til tann einstaka, er bæði gott og ringt, men tað kann ikki vera rætt, at ungfólk [...] sum eina sjálvfylgju, at man fer at lesa víðari, tá ið man er liðugur við eina miðnámsútbúgving - ger man ikki tað, so ert tú ein tapari. Hetta er ov galið, tí tað kann ikki vera rætt, at tey, sum gerast
venjaran hví hann er so nágreiniligur. Tað er jú talan um smádreingir, sum bert eru í 10-12 árs aldrinum. Er tað ikki alt ov tíðliga at byrja við so fastlagdari ætlan? ? Nei, tað er tað so avgjørt ikki [...] Eisini her skal ein broyting til, sigur Sivic. Samanumtikið, so heldur Sivic, at grundarlag er í Føroyum til, at fótbólturin kann gerast nógva ferðir betri. Leikaratilfarið er har, og tað er mest ein [...] . Tað er ikki rætti hugburðurin, tí tað er á teir yngru leikararnar Føroyar skulu byggja sína fótbóltsframtíð - ikki teir eldru. Kappingin frá øðrum ítróttargreinum er eisini sera hørð, og tí er neyðugt
tagnarskylda, og verður næstan sammett við njósning H. C. Hansen gav loyvi Søgan um tað sum fór fram er í stuttum tann, at H. C. Hansen á einum ráðharrafundi í Nato í desember 1957 gjørdi vart við, at danir [...] til at hava kjarnorkuvápn í Grønlandi. Dupulttýdningurin Niðurstøðan í greinini í Jyllands-postinum er, at tað neyvan hevur verið av tilvild, at H. C. Hansen hevur orðað seg, sum hann gjørdi. Orð hansara [...] forsætisráðharrans góvu pláss fyri einum dupulttýdningi, og tað var júst tí tey vórðu søgd á tann hátt. Tí er niðurstøðan hjá søgugranskarum eisini tann, at H. C. Hansen gekk ikki ímóti donskum kjarnorkupolitikki
Í dag 14. juli fyllir ein væl kendur porkeningur 90 ár. Tað er Zacharias Múller, vanliga nevndur Sakin á Klovanum. Foreldur hansara vóru Danjal Jacob ættaður úr Bøkkum og Sunnuvá fødd Bech ættað úr Hólinum [...] skynsemi at fremja útbyggingar og nýskapanir til gagns fyri bygdarfólkið tá og okkum sum nú búgva her. Hann var eisini limur í skúlanevndini í umleið 40 ár, tey flestu sum formaður. Eitt hitt størsta tiltak [...] samfelagsviðurskiftum, og hevur hann ognað sær vitan og kunnleika við at fylgja við í fjølmiðlunum, so tað er ein frægd, at tosa við hann. Javnaðarflokkinum hevur hann verið trúgvur frá fyrsta degi, og møtt trúliga
hugsa um, hvussu stutt summarið, ið her er ein ímynd uppá lívið, er. Tíðin gongur jú skjótt til tey skulu doyggja á kavanátt, ið her ímyndar teirra seinastu ellisár. Tí er tað, at hennara dulvit í fimta ørindi [...] sameinað við dreinginum aftur. Myndin, ið skaldið her nýtir, er eisini úr teirri forngrisku gudalæruni. Áin, ið talan er um, er áðin Styx. Hendan áin er farleiðin frá lívinum til deyðan, frá tí deyðiliga [...] Euripites, ið einaferð segði: ?Hvør veit um ikki lívið her er deyðin og deyðin hitt sanna lívið?? Tí um tað veruliga er sum eg sigi, at havfrúgvin er ein ímynd av tankunum hjá gentuni, so ivast gentan ikki
verið til hindurs fyri, at kommunan fór at útvega fleiri ansingarpláss. Hvussu stórur er tørvurin Trupulleikin er bert, hvussu nógv ansingarpláss hava vit tørv á? Øll hesi ár, skipanin hevur virkað, fóru/fara [...] stovnspláss. Framrokningar, ið lýsa ansingartørvin Um føðingardagurin hjá barninum er galdandi sum uppskrivingardagur, er tað als eingin orsøk til at skriva barnið upp fyrr enn ansingarpláss ynskist og tá [...] hagar. Spurningurin er, um land og kommuna hava rætt til at seta hesi fólk til síðis, bert tí at tey vórðu noydd til at fara av landinum at fáa sær útbúgving, tí í flestu førum ikki er møguleiki fyri at