Fyrsta yrkingin, ið kom á prent hjá skaldinum J. H. O. Djurhuus, var yrkigin ?Summarnátt.? Hon stóð fyrstu ferð á prenti Í Tingakrossi tann 30/10-1901, og er hon nevniliga um eitt ungt, forelskað par, ið hugnar sær á sandinum eina summarnátt.
Kærleiki, loynidómar, guðalæra og sorg
Yrkingin er um eitt ásttikið ungt par, ið spákar niðri á sandinum tíðliga eina blíða føroyska summarnátt. Tey síggja hvussu sólin, ið er í ferð við at seta, gyllir havið við sínum seinastu strálum hetta friðarliga summarkvøld. Men á vánni situr ein havfrúgv, ið spyr tey um tey vita, hvat ið bylgjurnar og tað teskandi lotið siga teimum. Hon greiðir teimum frá, at bylgjurnar og lotið siga, at tey skulu droyma og fevnast, tí at stutt er summarstundin og brátt doyggja vit á kavanátt. Hon endurtekur, at tey skulu droyma og fevnast, tí brátt følna tær angandi blómurnar og tað blíða kvøldarlotið verður til álandi vetrarstorm og brim, og tá skal gentan standa við neystini og rópa út síni klaguróp. Men róp gentunnar skulu ikki verða hoyrd, tí at stormurin skal doyva tey. Hon kemur at hava mikla sorg, tí at vónir hennara doyggja. Men um gentan vil náa eydnuna, skal hon fara yvir um ánna og søkkja bæði gleði og sorg í ta gloymskugevandi bylgju. Um hon ger hetta, so skal eydnan verða henni vís og vara um aldur og ævir.
Alt hetta kann tulkast soleiðis, at gentan og drongurin ganga ógvuliga ásttikin eftir sandinum, meðan tey droyma seg burt og teska kærleiksorð sínamillum. Men tey gera meira enn at droyma og teska til hvønnannan. Úr reglu 5, 6, 7 og 8 kunnu vit tulka, at trá teirra verður so sterk, at tey koma í eina kynsliga øsing, ið ger at skilvísi hugur teirra fer frá teimum. Tey liggja bert á sandinum í heitari samlegu, uttan jarðbundnan huga. Í ørindi tvey liggja tey eftir teirra kynsliga fulnað møguliga á sandinum útlúgvaði, haldandi um hvørt annað og síggja meðan sólin, ið er í ferð við at seta, gyllir á tær blídligu aldurnar, ið koma blídliga skolandi niðan eftir sandinum, sum tá ið dreingir royna eftir gentum. Men so hendir tað - Brádliga verður náttin eisini sorgarfull. Madonnusíðan á gentuni tekur yvir. Tey bæði hava havt sín heita ástarleik, men møguliga iðrar gentan seg nú. Hon fer nú heldur at hugsa um tann andaliga kærleikan og sleppur teirri kynsligu tráanini. Ímyndin fyri hesum er havfrúgvin, ið brádliga situr á vánni og syngur. Havfrýr hava jú, sum vit vita, vakran og eggjandi yvirpart og eina rúnabindandi rødd, men undirparturin er fiskur, so eingin møguleiki er fyri kynsligari samveru yvirhøvur.
Í ørðindi trý kemur so tað duldarfulla fram. Hvat siga aldurnar? - Og hvat sigur lotið? -Gentan hugsar nú ivaleyst um, hvat ið framtíðin fer at bjóða henni og dronginum. Hon kemur at hugsa um, hvussu stutt summarið, ið her er ein ímynd uppá lívið, er. Tíðin gongur jú skjótt til tey skulu doyggja á kavanátt, ið her ímyndar teirra seinastu ellisár. Tí er tað, at hennara dulvit í fimta ørindi sigur við hana, at tey mugu droyma og fevnast áðrenn summarsangirnir tagna. Hetta vil siga tað sama sum, at tey skulu droyma seg burtur og fevnast í teirra andaliga kærleika, áðrenn ungdómur teirra er av. -Legg til merkis, at tey skulu droyma og fevnast. -Einki stendur um trá ella gyrnd. So hvat við kynslívinum?
Gentan hugsar eisini, at tað kann verða skjótt, at tær dandandi aldurnar gerast til skúmandi bárur. Hetta kann merkja, at tað kann skjótt henda, at teirra nú so hugnaliga lív gerst til eitt hart og trupult lív. Hvat um maðurin doyr? -Hetta síggja vit, at hon hugsar, við at lesa reglurnar, har ið havfrúgvin greiðir frá gentuni standandi einsamallari á strondini, grátandi og rópandi út móti briminum, og eisini við at lesa 11. reglu í fimta ørindi. Har stendur ?eydnan frá jørð fór burtur, við skuggastrendur hon svevur?. Og hetta sigur jú beinleiðis, at drongurin, ið er eydnan hjá gentuni, svevur við skuggastrendur, ið uttan iva ímynda deyðsríkið Hades. Hades er nevniliga eitt myrkt og dapurt stað, har sálir teirra deyðu hava eina tilveru sum bleikir, skapleysir skuggar. Her nýtir Janus myndir úr teirri, fyri honum so vælkendu, fornu grisku gudalæruni.
Sum tað stendur, hugsar hon, at harmljóð hennara fara ikki at verða hoyrd. Hon væntar ikki, at nakar fer at troysta hana, og tí má hon yvir um ánna. Hon má frá lívinum yvir í deyðan, fyri at verða andaliga sameinað við dreinginum aftur.
Myndin, ið skaldið her nýtir, er eisini úr teirri forngrisku gudalæruni. Áin, ið talan er um, er áðin Styx. Hendan áin er farleiðin frá lívinum til deyðan, frá tí deyðiliga, kjøtliga lívinum til tað ódeyðiliga andaliga lívið.
Í næstseinastu reglu verður nevnt, at hon skal ?søkkja gleði og sorg í ta gloymskugevandi byglju.? Hetta sigur jú, at tá ið tú fer frá lívinum til deyðan, tá er hvørki gleði ella sorg til. Tá er tilveran - um tú kann kalla tað so -, bert samljóð við hinar andarnir. Sum tað stendur í seinastu reglu: Tá fer eydnan at verða gentuni vís, og hon fer at vara um aldur og ævir. Tí tá fer hon at verða andaliga sameinað við dreinginum um aldur og ævir.
Tá eg nú sigi, at eydan fer at verða henni vís, tá ið hon kemur í deyðsríkið, kann tað ikki longur vera í deyðsríkinum Hades, at tey verða sameinaði. Nei, hon hugsar, at tey verða sameinaði í deyðsríkinum Elysion, har tey fáu útvaldu koma. Tí at í deyðsríkinum Elysion valdar ævigt vár, og vár ímyndar jú ungdóm og kærleika. Tá tey koma í Elysion verða tey nevniliga andaliga sameinaði í ævigum ungdómi og kærleika. Tey vóru jú tað vakrasta og prúðasta parið í landinum. Tey vóru best! Tískil mugu tey eisini koma til tað besta deyðsríkið.
Tá ein hevur lisið hesa yrkingina og roynt at tulka hana, kemur ein at hugsa um forna griska skaldið og heimspekingin Euripites, ið einaferð segði: ?Hvør veit um ikki lívið her er deyðin og deyðin hitt sanna lívið?? Tí um tað veruliga er sum eg sigi, at havfrúgvin er ein ímynd av tankunum hjá gentuni, so ivast gentan ikki í, at um tað hendir, at drongurin doyr, so er einasta loysnin tann, at hon drepur seg sjálva, fyri at verða sameinað við dreinginum í tí æviga andaliga lívinum. Og um ein vil, kann ein siga í tí sanna lívinum.
Sjálvt um nakrar av myndunum, ið eru nýttar, eru úr forngriskari gudalæru, eri eg tó vísur í, at talan er um eina unga føroyska gentu og ein ungan føroyskan drong. Tað, ið gentan er bangin fyri, kann møguliga vera, at drongurin skal ganga burtur við onkrari slupp. Yrkingingin er skrivað Í 1901, og tá vóru føroyingar byrjaðir at fiska við sluppum. Tað, at tey í triðja ørindi eru vakrasta, prúðasta parið Í landinum, kann eisini ímynda teirra framtíðarvónir, har hann kanska ynskir at gerast skipari.
Skipanin skapar huglag
Hendan yrking Janusar er skipað av fimm ørindum. Tað fyrsta ørindi er bygt upp av 8 reglum, tað næsta somuleiðis av 8, tað triðja hevur bert 6, tað fjórða 7 meðan tað seinasta hevur 14 reglur, ið allar eru longri enn reglurnar Í hinum ørindunum.
Í fyrsta ørindi eru endarím, ið ríma á kross. Hetta vil siga, at reglurnar bera upp á rím eftir skipanini a - b - a - b - d - ð - d - ð. Endarímini í fyrstu og triðju reglu eru heilrím og eru tey hesi: Føroyalandi og sandi. Somuleiðis eru endarímini trá ogfrá í fimtu og sjeyndu reglu heilrím. Í aðru og fjóðru og í sættu og áttandi reglu eru endarímini tó ikki heilrím, men hálvrím. Hálvrímini í aðru og fjórðu reglu eru orðini tíð og blíð. Her er talan um hálvrím, tí at sjálvljóðini (í?ini) falla saman, meðan ljóðskyldskapur er millum hjáljóðini t og l. Av tí at ð?ini ikki verða framborðin, er einki at siga um tey. Í hálvrímunum kvøldarloti og trotu í sættu og áttandi reglu, falla tey bæði seinastu hjáljóðini saman, meðan ljóðskyldskapur er millum bæði tey seinastu sjálvljóðini.
Í øðrum ørindi eru eisini endarím, men tó eru hesi ikki bygd upp eftir somu skipan, sum tey Í fyrsta ørindi. Í øðrum ørindi er skipanin soleiðis: a - a - a - a - a - a - b - b. Hetta vil siga, at vit fyrst hava eitt seksfladað parrím og síðani eitt vanligt parrím. Í hesum ørindinum er ikki talan um hálv endarím, men bert um heil.
Triðja ørindi hevur, eins og annað ørindi, parrím. Men hóast, at endarímini í hesum ørindi eisini eru skipað sum pør, líkist hetta ørindi tó ikki øðrum ørindi. Í hesum triðja ørindi er skipanin nevniliga soleiðis: a - a - b - b - d - d. Her er eisini, eins og í øðrum ørindi, bert talan um heil endarím.
Í fjórða ørindi eru reglurnar settar upp á rím eftir skipanini a - b - a - b - b - d - d. Her hava vit fyrst eitt slag av umgyrdum endarími, har fyrsta og triðja regla umgyrða aðru reglu. Síðani hava vit tvey parrím, skipaði av fjórðu og fimtu reglu og av sættu og sjeyndu reglu. Tó kann eisini sigast, at talan er um krossrím í fýra teimum fyrstu reglunum, har fyrsta og triðja bera upp á rím og somuleiðis onnur og fjórða.
Í skapi víkir fimta ørindi nógv frá hinum ørðindunum. Hetta ørindi er bygt upp á hexametur, eins og hetjukvæðini ?Odysseuskvæðið? og ?Iliadan? hjá gamla griska skaldinum Homer. Sum vit vita, so merkir griska orðið hexa seks á føroyskum. Og talið seks hevur nevniliga eisini stóran týdnig, tá ið skrivað verður á hexametur. Hetta nevniliga tí, at tá ið skrivað er á hexametur, tá merkir hetta at hvør regla í ørindinum hevur seks herðingarsterk stavilsi.
Ljóðløg og myndir
Ljóðlagið í yrkingini er ógvuliga skiftandi frá ørindi til ørindi. Ljóðlagið í fyrsta ørindi er bygt upp av røttum tvíliðum (trokæum). Hetta vil siga, at fyrst kemur eitt herðingarsterkt stavilsi, síðani eitt herðingarveikt, so aftur eitt herðingarsterk og aftur eitt herðingarveikt og so fram vegis. Hetta gevur eitt ávíst áhaldandi stev, ið ger, at ein fær eina mynd av einum tryggum, friðarligum og støðugum dámi yvir parinum á sandinum.
Annað ørindi er mest bygt upp av røttum tríliðum (daktylum). Tó eru nakrir rættir tvíliðir inn ímillum onkrastaðni. Rættir tríliðir eru soleiðis, at fyrst kemur eitt herðingarsterkt stavilsi, síðani tvey herðingarveik og so fram vegis. Í hesum ørindi kann ein fáa ta mynd burturúr ljóðlagnum, at tey herðingarsterku stavilsini mynda alduna, ið skolar niðan eftir sandinum, meðan tey herðingarveiku mynda alduna skolandi omanaftur.
Ljóðlagið í triðja ørindi lÍkist nógv tí í øðrum, og kann ein eisini her geva mynd av aldum skolandi niðan og oman eftir sandinum, eins og í øðrum ørindi.
Fjórða ørindi hevur sama ljóðlag sum fyrsta ørindi, og gevur hetta, eins og í tí fyrsta ørindinum, eina mynd av tí støðuga og sampakkandi dáminum yvir parinum.
Í fimta ørindi fáa vit við hexameturstílinum og teimum mongu røttu tríliðunum eina kenslu av tí alsamt vaksandi óhugnaliga dámi, ið røða havfrúgvarinnar ber. Vit fáa eina kenslu av einari alsamt harðnandi og ógvulsigari rødd, ið ber fram ein óhugnaligan spádóm. Teir røttu tríliðirnir kunnu eisini geva eina mynd av tí óvusliga briminum, men tá er neyðugt at lesa eitt sindur skjótt og hart.
Mótsagnir
Vit finna beinanvegin í fyrstu og aðru reglu í fyrsta ørindi mótsøgnina millum teirri blíðu og sorgarfullu summarnáttina í Føroyum. Sigast kann eisini, at mótsøgn er millum ungling og gentu, við tað at unglingur er kallkyn og genta er kvennkyn.
Í øðrum ørindi eru moyggjar og sveinar mótsagnir, og eisini kunnu reglurnar ?út tín harm og sorgina tyngjandi? og ?letur tú sveima hin vakrasta slátt? sigast at vera mótsagnir.
Í fjóðra ørindi er mótsøgn í tí, at náttarinnar bleiku blómur teska elskhugs heitu tónur og eisini er mótsøgn millum summarstund og kavanátt. Í fimta ørindi eru fleiri mótsagnir. Har er mótsøgn millum kvøldarlotið og álandi vetrarstorm, dandandi aldur og skúmandi bárur, vetrarstormarnir og summarið og til seinast millum gleði og sorg. Tó inniheldur hendan yrkingin ikki so nógvar mótsagnir í mun til longdina.
Súmbolisma
Yrkingin líkist tí modernistiska bókmentarákinum á tann hátt, at hon lýsir hjálparloysi menniskjans í einari tilveru, ið onga meining hevur. Tað er jú, sum vit síggja, eingin meining í tilveruni hjá gentuni í yrkingini, um hon ikki hevur drongin. Ja, ein fær ta fatan, at hon beinleiðis hugsar um at forgera sær, um tað nú skuldi hent, at drongurin knappliga ikki var har longur.
Yrkingin lýsir ikki eitt høpisleyst býarsamfelag, eins og vanligt er fyri modernistiskar yrkingar. Nei, hon lýsir heldur sinnisstøðuna hjá einari gentu í einari bygd í Føroyum. Heldur ikki er setningsbygnaðurin serliga kloyvdur ella fløktur, men ørindini eru tó ikki eins og ljóðlagið er skiftandi millum øll ørindini. Hetta vísir okkum, at Janus Djurhuus ikki hoyrdi til teir veruligu modernistarnir, og tað var hann jú eisini ov gamal til. Sagt verður nevniliga, at modernisman ikki reiðiliga fekk fótin fyri seg fyrr enn eftir seinna veraldarbardaga. Heldur kann sigast, at Janus hoyrdi við til byrjunarstøði til modernismuna.
Setur tú yrkingina í samband við tað súmbolistiska bókmentarákið, gongst betur í hond enn tað gjørdi við tí modernistiska rákinum. Tað er nevniliga so, at súmbolistiskir rithøvundar vildu, við hjálp av myndamáli, heldur lýsa menniskjalívið gjøgnum kenslur og hugsanir menniskjans, enn við at lýsa tað beinleiðis gjøgnum naturalistiskar upplivingar og eygleiðingar. Hetta vilja modernistarnir eisini, men teir gera hetta ikki so nógv við hjálp av gomlum myndum, sum t.d. fornum myndum úr grisku gudalæruni, eins og Janus gjørdi. Hetta var meira eyðkent fyri súmbolistarnir. Súmbolistarnir ?dyrka? eisini tað kensluborna í størri mun enn modernistarnir, og tað ger Janus nevniliga eisini í hesari yrkingini.
Súmbolisman var jú ein andgerð ímóti tí naturalistiska bókmentarákinum. Og í yrkingini ?Summarnátt? sæst, hvussu Janus roynir at prógva, at tú í staðin fyri bert at lýsa náttúruna beinleiðis, kann nýta náttúruna til at lýsa hugalag menniskjans. Eitt gott dømi um hetta er í seinasta ørindinum, har dandandi aldur verða til skúmandi bárur og glaður.
Mótsagnirnar í yrkingini eru nakrar, men tó ikki so mangar sum modernistiskir rithøvundar nýta. So um ein skal avgera hvørt av hesum báðum rákum, yrkingin hellir mest til, vil eg avgjørt siga, at hon hellir mest til súmbolistiska rákið.










