Havnin upp í spennandi samstarv við tveir stórar oljubýir

? Tað eru líka nógv útlendsku oljubýirnir, sum eru altráðir eftir at fáa samstarv í lag við Havnina sum øvugt, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn

Tórshavnar kommuna fer nú undir eitt spennandi samstarv við tveir týðandi býir í Evropa.

Tað eru ongir minni enn sjálvir norski oljuhøvuðstaðurin, Stavangur, og brestski oljuhøvuðsstaðurin, Aberdeen, sum Tórshavnar Kommuna nú fer at taka upp samstarv við.

Men tað eru minst líka nógv teir báðir mest týðandi oljubýirnir í Evropa, sum vilja hava samstarv ílag við okkara høvuðsstað, sum tað er øvugt, sigur Leivur Hansen, Borgarstjóri í Havn.

Og hann dylir ikki fyri, at tað er júst oljan, sum mest bindur hesar tríggjar býirnar saman, hóast tað eisini er nógv annað at samstarva um.

Talan er ikki um vinabýarsamstarv, men kortini um eitt samstarv, har karmarnir skulu orðast í einum formligum skjali, sum borgarstjórarnir fara at undirskrivað.

Leivur Hansen sigur, at samstarvið fer at fevna um ymisk, bæði mentan, ítrótt, undirvísing og annað.

?Men tað, sum bæði Stavangur og Aberdeen leggja stóran dent á, er at fáa eitt samstarv í lag á vinnuliga økinum eisini.

Tað eru annars nøkur ár síðani, at Tórshavnar Býráð vendi sær til býráðið í Aberdeen og í Stavangri, at kanna møguleikarnir fyri einum slíkum samstarvi. Tá var ongin áhugi.

? Tað, vit tá hugsaðu mest um í einum samstarvi við Aberdeen var at fáa ílag eitt samstarv ímillum skúlar fyri málið skyld.

? Nú hevur so býráðið í Aberdeen nýliga svarað okkum aftur og boðað frá, at áhugin er sera stórur fyri at taka samstarv upp. Men nú verður lagt upp til eitt samstarv á fleiri økjum, bæði um ítrótt, undirvísing og mentan yvirhøvur, men ikki minst, á vinnuliga økinum.

Sambandið við Stavangur kom ílag, nú Stavanger Sjøfartsmuseum var í Føroyum. Tey høvdu bræv við frá borgarstjóranum í Stavanger til starvsfelagan í Havn, har hann vónaði at hetta kundi vera fyrsta stigið til eitt samstarv á ymsum økjum ímillum báðar býirnar.

Beint eftir ólavsøka koma so umboð fyri Aberdeen á almenna vitjan til Havnar, har ætlanin er at tosa um eina samstarvsavtalu.

? Býráðið í Aberdeen hevur skotið upp, at avtalan verður undirskrivað á oljustevnuni, sum verður í Aberdeen í september.

Leivur Hansen sigur, at Tórshavnar Býráð er sera áhugað fyri at fáa hesar báðar samstarvsavtalurnar við Stavangur og Aberdeen í lag. Hetta eru avtalur, sum býráðsformaðurin sær nakað stórt í, tí báðir býirnir hava drúgvar royndir í oljuvinnuni og tað kann væl hugsast at koma okkum til góðar, nú vit royn at menna okkara egnu oljuvinnu

? Tá ið hesar avtalurnar eru gjørdar, hevur Havnin í einum háli fingið skipað samstarv við teir báðar mest týðandi oljubýirnar í Evropa, sigur Leivur Hansen.

? Samstundis hava vit tá eitt skipað samstarv t vørtur um alt Atlantshav, líka úr Nuuk, um Reykjavík, til Aberdeen og yvir í Stavangur - við Havnini mitt í miðjuni, sigur Leivur Hansen.