Málting útkomið

Við Máltingi nummar 25 er sjøtul settur á níggjunda árgang

Fyrsta nummarið av máltíðarritinum Máltingi fyri 1999 er útkomið. Innihaldið er sum altíð áhugavert og spennandi.

Hvat er mlabri? Tað fæst at vita, tá ið tú lesur greinina eftir fráfarna professaran í málvísindum við lærda háskúlan í Keypmannahavn, Jørgen Rischel. Mlabri er eitt sera fáment mál í Tailandi, sum Rischel hevur kannað í mong ár. Hann samanber støðuna hjá hesum fámenta máli við støðuna hjá smámálunum um okkara leiðir, føroyskum og grønlendskum. Rischel tekur saman um við hesum orðum: "Um vit virða móðurmálið hjá okkum sjálvum og eisini hjálpa øðrum, sum tala fáment mál, so at tey duga at gera tað sama við móðurmálini hjá sær, tá er tað tvørturímóti ein vernd ímóti tí, at tann siðabundna mentanin rætt og slætt verður trokað burtur av McDonald-mentanini".

Hvør var Paie? Hesum greiðir Ulf Timmermann, dr. phil., frá í grein síni Hvat fer paie at siga okkum. Henda grein snýr seg um fornar tjóðir í Evropa. Vit kunnu her avdúka, at Paie er eitt sera gamalt og vanligt mannfólkanavn í Frísalandi. Greinin hjá Timmermann snýr seg um at geva eina frágreiðing um p´ið fremst í navninum, tí hetta ljóð var annars sera sjáldsamt sum byrjunarljóð í germanskum orðum. Málsøgan hevur lært okkum, at til indoevropeiskt p svarar vanliga germanskt f, og tá ið hetta ikki er galdandi fyri Paie, so er hann sjálvandi spennandi - eisini úr einum málsligum sjónarhorni.

Jeffrei Henriksen hevur ein stubba um yrkismál (terminologi) í málfrøðini, og hann skjýtur m.a. upp, at munur verður gjørdur á merkingarligari og orðalagsligari setningsgreining. Spurningurin, sum Jeffrei setur, er: hvat er høvuðsagnorðið í orðalagsligari setningsgreining. Hann kemur fram til, at tað er ymiskt í merkingarligari og orðalagsligari setningsgreining.

Enski professarin í norðurlendskum málum, Michael P. Barnes, sum hevur skrivað manga dygga greinina um føroyskt, sum hann skilur og talar til fulnar, hevur eitt ummæli av móðurmálsorðabókini. Hetta ummælið skal lesarin sjálvur sleppa at lesa. Tað er sakligt og væl undirbygt, og tað gevur ritstjórnini nakað at hugsa um til næstu útgávu.

Fólk kunnu tekna seg sum haldarar av Máltingi.