fyrverandi leiðari fyri donsku brintgranskingini, sigur við Politiken, at tað fer at taka ímillum 30 og 50 ár at broyta verandi orkuskipanir til at brúka brint. [...] síðstu viku um at seta nýggj mál fyri, hvussu nógv ídnaðarlondini skulu skerja luftdálkingina, eftir at Kyoto-sátmálin fer úr gildi í 2012. Einstøk lond, teirra millum Danmark, skutu upp, at ES-londini skulu [...] amerikonsku stjórnini at finna nýggja tøkni, sum kann skerja dálkingina. Men umhvørviskommiserurin hjá ES, Stavros Dimas, sigur seg bera ótta fyri, at George W. Bush, forseti, ætlar sær at brúka tosið um nýggja
einum ella tveimum eyka uppskotum, sum vit fara at bera niðan í tingið, sigur løgmaður. Hann vísir á, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran [...] tænastuni. - Hetta verður ikki gjørt, tí at valið nærkast. Men nú hava vit møguleika at nýta hugflogið og harvið at koma við góðum politiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út, sigur Jóannes Eidesgaard. [...] Eidesgaard, løgmaður, boðar frá, at hann hevur sett dagin til valið at vera um nágreiniliga eitt ár. - Je havi sett ein reyðan ring um valdagin, sum sambært stýrisskipanini eigur at vera í seinasta lagi 20. januar
skrivar NTB. Sagt verður, at 11 milliónir børn undir fimm ára aldur doyðu í 2002, og at í nógvum londum eru viðurskiftini versnandi. Niðurstøðan er, at 98 lond fara ikki at megna at røkka tí setta málinum [...] UNICEF, Carol Bellamy. -Heimssamfelagið er ført fyri at skerja barnadeyðan, men tað verður ikki gjørt. Eingin stjórn eigur at sleppa undan at skipa so fyri, at børnini fáa betri kor. Heimsins leiðarar hava sjálvir [...] mál, at talið á børnum, sum doyggja av sjúkum kring heimin, skuldi skerjast tveir triðingar innan 2015, men ein nýggj frágreiðing hjá barnahjálpargrunninum UNICEF vísir, at tað verður trupult at røkka
Sharon at sannføra Bush um, at Iran er ein hóttan, men Dick Cheney, varaforseti, hevði hug at halda við Sharon. Í hesum sambandi verður víst á, at í verulekanum gav Cheney Ísrael heimild til at søkja at [...] avgerðina at taka niðursetufólkini og herin úr Gaza-geiranum. Men eitt annað mál var eisini á skránni. Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at Sharon hevði nakrar njósnaramyndir við sær til USA, og at hetta vóru [...] sum sambært Sharon avdúkaðu, at Iran er í ferð við at útvega sær kjarnorkuvápn. USA hevur hermenn úr Afghanistan og Irak, og tí er Iran næstan kringsett, og tað fekk Sharon at biðja amerikonsku stjórnina
ikki at siga tær, men vit vóna tað, sjálvt um tað í løtuni einki vist er at siga um hetta. Hví fáa vit ikki mál? ?Tað er ein góður spurningur. Eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist okkum so at siga at halda [...] Men vit megna ikki at spæla okkum til møguleikar. Tað er ein veruleiki, at fleiri av spælarunum eru nýggir á besta liðnum, og tað tekur sína tíð at spæla ungar menn inn á liðið og at fáa fremmandar menn [...] . Hann er, at teir ikki fáa mál. Tað staðfestir venjarin John Christensen, eftir at VB í tveimum uppgerðum ímóti ÍF ? fyrst í steypakappingini og so í landskappingini ? ikki hevur megnað at spæla seg til
in, eftir at partafelagið nú loksins hevur ásett prísin fyri at nýta fasta sambandið undir Vestmannasund. Fólkaflokkurin hevði landsfund um vikuskifti, og har var semja um at gjaldið fyri at nýta tunnilin [...] Fólkaflokkinum, hvassliga at prísinum, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur ásett fyri at nýta tunnilin. Niðurstøðan í oddagreinini er, at høgi prísurin avgjørt er við til at halda ferðsluni niðri, tí [...] tí fólk fara stutt sagt at halda seg aftur við at nýta tunnilin. Óli Breckmann spyr millum annað, hví leiðslan fyri P/F Vágatunniln við makt roynir at halda bilaferðsluni um Vestmannasundi níðri á 350 bilum
VÍF, og tó at hon helst verður á vøllinum í kvøld, so kann hetta hugsast at darva nakað. Hjá Neistanum tykjast allar at vera tøkar til dystin, og einki er at ivast í, at tær fara á vøllin fyri at prógva, [...] Eiansta faktum, sum higartil hevur verið at líta á í bestu kvinnudeildini, er, at VB vinnur, tá tær eru á vøllinum. Fyri hini liðini hevur verið galdandi, at avrikini hava verið sera misjøvn, og tí tykist [...] einstøkum føri at vera púrasta opið, hvussu tað fer at hilnast. Mikudagin skulu StÍF og Neistin takast á Skála, og hesin dysturin er einki undantak í so máta. Fyri báðar partar er galdandi, at skulu tey hava
Eftir Fish Fair Onkur helt, at fjølmiðlarnir í ov stóran mun høvdu hug at fokusera ov nógv uppá turrleggingina av Norrønu, tá ið tað gjørdist greitt, at eingin skeinking fór at vera aftur við matinum umborð [...] møguligt, at heldur nógv bleiv gjørt burtur úr hesum. Hinvegin argaði tað mong ? fyri ikki at siga øll, tú møtti á North Atlantic Fish Fair, at føroyska rúsdrekkalógin er so ótíðarhóskandi, at tey, sum [...] er ikki at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at tað serliga vóru føroyingar, sum hildu hetta vera størstu skomm av verðini. 317 barrir Í staðin fyri at loyva matstovunum umborð á Norrønu at skeinkja
á einum máli um, at virusið stavar upprunaliga frá djórum, og at tað er mest sannlíkt, at tað er komið frá fugli. Men granskararnir viðganga samstundis, at tað kann gerast torført at fáa tað endaliga svarið [...] royndir benda á, at SARS-virusið er eitt sokallað coronavirus, og at eginleikar tess líkjast nógv coronavirus hjá fugli. Tí halda amerikansku granskararnir, at tað er ikki óhugsandi, at SARS-virusið upprunaliga [...] hendan spurningin. Eitt er, at tað er trupult at finna tað fuglaslagið, sum hevur virusið, og so er tað heldur ikki givið, at allir fuglarnir hava virusið í sær. Tað kann væl henda, at talan bert er um nakrar
Hendrik Old, at hann hevði ynskt, at landsstýrismaðurin virka fyri, at Skipara- og navigatørfelagnum og lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum aftur fara til samráðingarborðið. Hetta skal gerast við at heita á [...] á semingsmenninar, um at fáa partarnar saman aftur. Hendrik Old heldur, at semjan rakar fáar persónar hart. Harafturat heldur hann, at samráðingarnar áttu at verið fingnar frá hondini. Tá vit tosaðu við [...] segði, at tú altíð kanst heita á partarnar. Hann sigur seg vera samdan við Henrik Old í tí, at verkfallið rakar nøkur fólk meint, og tað líkist ongum, at teir ikki samráðast, sigur hann. Eftir at blaðið