Meiri enn 30.000 børn doyggja hvønn dag

Hvønn einasta dag í árinum doyggja meiri enn 30.000 børn av sjúkum, sjálvt um tey kundu verið lekt.

Fyri nøkrum árum síðani setti ST sær sum mál, at talið á børnum, sum doyggja av sjúkum kring heimin, skuldi skerjast tveir triðingar innan 2015, men ein nýggj frágreiðing hjá barnahjálpargrunninum UNICEF vísir, at tað verður trupult at røkka málinum.

Frágreiðingin er skelkandi lesnaður, skrivar NTB. Sagt verður, at 11 milliónir børn undir fimm ára aldur doyðu í 2002, og at í nógvum londum eru viðurskiftini versnandi. Niðurstøðan er, at 98 lond fara ikki at megna at røkka tí setta málinum í 2015.

-Tað er ørkymlandi, at børn í so nógvum londum hava so smáar lívsmøguleikar í einari tíð, har vit javnan frætta um undurverk á tí tøknifrøðiliga økinum og innan læknavísindina, sigur leiðarin í UNICEF, Carol Bellamy.

-Heimssamfelagið er ført fyri at skerja barnadeyðan, men tað verður ikki gjørt. Eingin stjórn eigur at sleppa undan at skipa so fyri, at børnini fáa betri kor. Heimsins leiðarar hava sjálvir sett málið, og tí hava teir skyldu til at halda tað, sigur aðalskrivarin í norsku deildini hjá UNICEF, Kjersti F. Gjestvang, við norsku tíðindastovuna.

Í frágreiðingini hjá UNICEF stendur, at í 90 londum hava myndugleikarnir tikið stig til at bøta um korini hjá børnunum, men at tað samstundis gongur tann skeiva vegin í 98 øðrum londum.