Nýggj tøkni kann ikki bjarga veðurlagnum

Tað fer at taka nógv ár at umleggja verandi orkuskipanir til nýggja tøkni, og tí kunnu vit ikki bíða eftir, siga serfrøðingar. Tí er neyðugt við tiltøkum nú fyri at tálma veðurlagsbroytingunum

Umhvørvismálaráðharrarnir hjá ES samdust í síðstu viku um at seta nýggj mál fyri, hvussu nógv ídnaðarlondini skulu skerja luftdálkingina, eftir at Kyoto-sátmálin fer úr gildi í 2012.
Einstøk lond, teirra millum Danmark, skutu upp, at ES-londini skulu eisini fylgja við, hvat kemur burtur úr uppskotinum hjá amerikonsku stjórnini at finna nýggja tøkni, sum kann skerja dálkingina. Men umhvørviskommiserurin hjá ES, Stavros Dimas, sigur seg bera ótta fyri, at George W. Bush, forseti, ætlar sær at brúka tosið um nýggja tøkni sum umbering fyri at sleppa undan at gera nakað av tí, sum Kyoto-sáttmálin sigur.
? Tað hevði verið óført, um vit kundu loyst trupulleikarnar við veðurlagsbroytingunum við nýggjari tøkni, men tað letur seg ikki gera. Tað er neyðugt at skerja dálkingina nú. Vit kunnu ikki bíða eftir framtíðini, sigur Stavros Dimas við Politiken.
Danskir granskarar eru komnir langt við royndum at brúka brint sum brennievni til bilar, men danskir serfrøðingar eru samdir við Stavros Dimas í, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn tann nýggja tøknin fer at gera nakran mun. Bent Sørensen, professari á lærda háskúlanum í Roskilde og fyrverandi leiðari fyri donsku brintgranskingini, sigur við Politiken, at tað fer at taka ímillum 30 og 50 ár at broyta verandi orkuskipanir til at brúka brint.