Fokuseraðu uppá turrleggingina

Í staðin fyri at loyva skeinking aftur við matinum umborð á Norrønu, brúktu fólk, sum við vóru, leigaðu kømrini til barrir

Eftir Fish Fair

Onkur helt, at fjølmiðlarnir í ov stóran mun høvdu hug at fokusera ov nógv uppá turrleggingina av Norrønu, tá ið tað gjørdist greitt, at eingin skeinking fór at vera aftur við matinum umborð.
Tað er møguligt, at heldur nógv bleiv gjørt burtur úr hesum. Hinvegin argaði tað mong ? fyri ikki at siga øll, tú møtti á North Atlantic Fish Fair, at føroyska rúsdrekkalógin er so ótíðarhóskandi, at tey, sum ótu umborð á Nørrønu, ikki skuldu kunna leska sær við eini øl ella víni afturvið tí annars so frálíka matinum umborð.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at tað serliga vóru føroyingar, sum hildu hetta vera størstu skomm av verðini.

317 barrir

Í staðin fyri at loyva matstovunum umborð á Norrønu at skeinkja øl og vín, gingu fólk í Rúsuna í Saltangará at keypa sær løgir, sum tey partvís bóru oman í kømrini umborð á Norrønu.
Í práti við Ólav Hovsgarð, skipara á Norrønu, segði hesin, at í staðin fyri at loyva skeinking á matstovuni, vóru nú 317 barrir umborð á Norrønu.
Hann hevði tó ikki hug at tosa meira um hetta, tí rúsdrekkalógin er ein politiskur spurningur.
Freistandi er tó at spyrja, hvar moralurin hjá okkum føroyingum er.