Jóannes Eidesgaard, løgmaður, boðar frá, at hann hevur sett dagin til valið at vera um nágreiniliga eitt ár.
- Je havi sett ein reyðan ring um valdagin, sum sambært stýrisskipanini eigur at vera í seinasta lagi 20. januar. Men av tí, at hesin dagurin er ein sunnudagur, so mugu vit flyta valið til leygardagin 19. januar, sigur løgmaður.
Spurdur, hvat løgmaður fer at brúka hetta síðsta árið til, sigur Jóannes Eidesgaard, at samgongan, og harvið eisini landsstýrismenninir, eru í tí hepnu og óvanligu støðu, at hava ein góðan meiriluta, umframt at fíggjarliga støðan í landinum er betri enn væntað, tá samgonguskjalið var undirskrivað.
- Tí hava okur í landsstýrinum gjørt av, at hvør landsstýrismaður kann koma við einum ella tveimum eyka uppskotum, sum vit fara at bera niðan í tingið, sigur løgmaður. Hann vísir á, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni.
- Hetta verður ikki gjørt, tí at valið nærkast. Men nú hava vit møguleika at nýta hugflogið og harvið at koma við góðum politiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út, sigur Jóannes Eidesgaard.
Kortini vil løgmaður ikki avdúka nakað um, hvat vit kunnu vænta okkum.