VB VENJARIN
Vágbingar hava ein stóran trupulleika. Hann er, at teir ikki fáa mál. Tað staðfestir venjarin John Christensen, eftir at VB í tveimum uppgerðum ímóti ÍF ? fyrst í steypakappingini og so í landskappingini ? ikki hevur megnað at spæla seg til stórar møguleikar og at skjóta mál í tveimum dystum á heimavølli.
- Vit eiga ein spæla, sum eitur Nenad Zivanovic. Hann er keyptur henda vegin fyri at spæla í álopinum og harvið vónandi at gera mál. Men loyvini hjá honum eru ikki í lagi, og tað er spell.
Verður hann við í Klaksvík?
-Eg dugi ikki at siga tær, men vit vóna tað, sjálvt um tað í løtuni einki vist er at siga um hetta.
Hví fáa vit ikki mál?
?Tað er ein góður spurningur. Eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist okkum so at siga at halda teimum burtur frá møguleikum. Men vit megna ikki at spæla okkum til møguleikar. Tað er ein veruleiki, at fleiri av spælarunum eru nýggir á besta liðnum, og tað tekur sína tíð at spæla ungar menn inn á liðið og at fáa fremmandar menn og føroyingar at spæla saman. Men vit mugu arbeiða við at betra um uppspælið og royndirnar ímóti málinum, staðfestir John Christensen, venjari hjá VB.