SARS kann stava frá fugli

Nógv bendir nú á, at tann herviliga lungnasjúkan SARS er vorðin flutt frá fugli til fólk.

Granskarar um allan heim royna í hesum døgum at útvega sær allan hugsandi kunnleika til ta nýggju herviligu lungnasjúkuna SARS, sum longu hevur kravt mong mannalív eftir stuttari tíð.

Amerikanskir granskarar siga, at teirra royndir benda á, at SARS-virusið er eitt sokallað coronavirus, og at eginleikar tess líkjast nógv coronavirus hjá fugli. Tí halda amerikansku granskararnir, at tað er ikki óhugsandi, at SARS-virusið upprunaliga stavar frá fugli.

Men enn kenna granskararnir ikki allar eginleikarnar hjá SARS-virusinum. Vanliga elvir coronavirus bert til vanligt krím hjá fólki, men SARS-virusið vísir seg at hava ein øðrvísi arvaeginleika, siga granskararnir, og tí er í grundini talan um eitt higartil ókent virus, hóast læknavísindin kennir nakrar av tess eginleikum.

Flestu granskararnir tykjast á einum máli um, at virusið stavar upprunaliga frá djórum, og at tað er mest sannlíkt, at tað er komið frá fugli. Men granskararnir viðganga samstundis, at tað kann gerast torført at fáa tað endaliga svarið upp á hendan spurningin. Eitt er, at tað er trupult at finna tað fuglaslagið, sum hevur virusið, og so er tað heldur ikki givið, at allir fuglarnir hava virusið í sær. Tað kann væl henda, at talan bert er um nakrar fáar fuglar, og so mikið truplari kann tað gerast at loysa gátuna.