Henrik Old, tingmaður, hevur sent eina áheitan til Bjarna Djurholm, landsstýrismann. Í áheitanini sigur Hendrik Old, at hann hevði ynskt, at landsstýrismaðurin virka fyri, at Skipara- og navigatørfelagnum og lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum aftur fara til samráðingarborðið. Hetta skal gerast við at heita á semingsmenninar, um at fáa partarnar saman aftur.
Hendrik Old heldur, at semjan rakar fáar persónar hart. Harafturat heldur hann, at samráðingarnar áttu at verið fingnar frá hondini.
Tá vit tosaðu við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, so hevði hann júst móttikið hetta. Hann var ikki heil greiður yvir, hvørjar heimildir hann hevur á økinum, men hann segði, at tú altíð kanst heita á partarnar. Hann sigur seg vera samdan við Henrik Old í tí, at verkfallið rakar nøkur fólk meint, og tað líkist ongum, at teir ikki samráðast, sigur hann.