á Føroyum á Tórsvølli í 2013. Heima hava eysturríkar vunnið 3-0, 3-1 og 6-0 á Føroyum. Stóra eysturríkska blaðið "Kurier" skrivar, at nú avloysir Grikkaland Eysturríki, sum yndismótstøðuliðið hjá fótbó [...] "Kurier" brúkar eisini spaltupláss uppá at sitera griksku ítróttarmiðlarnar, sum allir skriva um tað "tjóðskaparligu eyðmýkingina", sum tað er at tapa fyri Føroyum á tveimum sinnum. Ein kann lesa millum reglurnar [...] at finna á einum "sensasjónellum" fjórðaplássi í undanbólkinum, og eru bara fimm stig frá Ungarn, sum er á triðja plássi við 11 stigum. Triðja plássið gevur rætt til tveir play off-dystir um rættin at
okkara allarfremstu leiklistafólkum. Hon er ein úrmælingur á sínum øki, sum í nógv ár hevur ríkað føroyska mentanararvin, og sum vit eisini vænta at uppliva meira av í framtíðini. Hon hevur drúgvar og [...] sannur einari, sum fylgir hjartanum heldur enn streyminum. Og við einmansavrikum í heimsflokki hevur hon í fleiri umførum gjørt fortíðina livandi fyri okkum, við at sett sjóneykuna á avrik, sum okkara forfedrar [...] áhugi hennara fyri sjónleiki, og her tók hon fyrstu fetini fram ímóti pallinum sum 15 ára gomul. Tá slapp hon at royna seg sum teskara í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Síðani hevur hon vant og arbeitt seg upp
Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við Niclasi Normann, einum ungum manni av hollendska skipinum Westerbeek, sum fór á land í Suðuroy í 1742. Sum leikur fer, verða vit [...] Freydis læs eg fyri fyrstu um Katrinu Joensdóttir, sum doyr í tí fyrra skalvalopinum saman við tvíburunum, sum hon hevði fingið saman við Niclasi Normann, sum var við skipinum Westerbeek, greiðir Eyð Matras [...] tveir tímar. - Tað er ikki bara sum at siga, at spæla ein leik av hesum slagnum, sum eg enntá sjálv havi skrivað. Tað er trupult at skriva ein tekst til sín sjálvan, sum tú seinni skal læra uttanat og spæla
hann hevði súkkluna heima í bilhúsi sínum. Ungi maðurin, Oliver Arbjerg, er sjálvur súkklari, og hevur roynt hvussu tað er, tá súkklan verður tikin og hvørvur, og tí hevur hann nærum sum ítriv at halda eyga [...] við flottu gulu súkkluni, so hann hugsaði at, her ruggaði ikki rætt. Oliver vendi sær til mannin, sum tó ikki beinanveg vildi av við súkkluna, men hinvegin gjørdist heldur illur í sær Men maðurin valdi [...] so reyðu hjørtuni. Eyð skrivar millum annað, at hon undrast og er fegin um, at tað finnast ungfólk sum Oliver, ið tordi at gera nakað við støðuna, og andlit til andlits seta seg í samband við mannin, hóast
synir: Hans, Birgir og Jákup Sverri. Meðan børnini vóru smá arbeiddi Eyðbjørg heima í eini átta ár. Seinni arbeiddi hon sum avloysari á skrivstovuni á Støðisútbúgvingini og á Fróðskaparsetrinum. Hon hevði [...] byrjaði góðar tvær vikur áðrenn húsið lat upp 8. mai 1983. Eyðbjørg, f. Fonsdal, er ættað úr Vestmanna. Sum ung fór hon til Danmarkar á handilsskúla. Liðug við skúlan hevði hon skrivstovustarv á Hotel Strand [...] Gilleleje. Tá hon flutti heim aftur til Føroya, arbeiddi hon í trý ár á skrivstovuni á Bacalao í Havn, har sum Fiskavirking er í dag. Eyðbjørg er gift við Ernst Kass, av Strondum, og tey búgva í Havn. Tey eiga
hann hevur altíð verið sera glaður fyri Leirvík og alt sum hoyrir henni til. Pápi fór, sum so nógvir aðrir ungir føroyingar tá í tíðini, til skips sum 14-ára gamal, og hevur verið sjómaður alt sítt lív. Hansara [...] 8 ár sum borgarstjóri. Í gjøgnum hesi árini fór stór broyting fram í Leirvík. Honum dámdi sera væl hetta arbeiðið, og legði eisini sera nógva orku í tað, og sigast má at nógv kom burturúr. Tað sum altíð [...] hann tey, einki er ómøguligt og einki er nóg gott fyri abbabørnini, tað munnu verða fá, sum eiga ein tílíkan abba sum okkara børn. Pápi hevur eitt ótrúligt tol serliga tá tá kemur til børn. Tað vísir seg
Okur høvdu sera góð barnaár og tað eru okur sera takksom fyri. Pabba sum var nógv ár til skips, var altíð um okkum, um hann var heima. Hann gjørdi m.a træskoytur til okkum um veturin og gjørdi okkum træflakar [...] góð minnir eftir um teg. Eg takki tær fyri alt sum tú vart fyri okkum øll góði pabba. Má Harrin styrkja teg góða mamma, nú tú hevur mist ein góðan mann, sum tú og okur øll elskaði yvir alt. “Størri kærleika [...] heilsufólkum sum vóru um pápa okkara hesu seinastu mongu árini og hjálpti honum á betri leið. Takk til Patrick de Neergaard prest, fyri vøkru orðini í kirkjuni og á grøvini. Annars vil eg takka øllum sum hjálpti
kanningar tilsamans í hesum sjúklingabólkum kundu verið gjørdar her heima, um ein 3T MR-skannari var í Føroyum. Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, so kunnu vit vænta at talið fer at vaksa [...] 3 Tesla MR-skannara. Skannarin fer at hava við sær, at vit kunnu gera fleiri kanningar í Føroyum, sum í dag verða gjørdar uttanlands, serliga innan prostatakrabba og bróstkrabba. Sambært arbeiðsbólki
og tøkni sum heild saman fyri at finna tað úttrykkið, sum mær dámar. Forðar tilfarið mær í at úttrykka eitthvørt, eg vil, fari eg víðari. Væl dámar henni at skera í træ ella linolium, tað sum eitur háprent [...] fløkta, sigur Astri Luihn, sum bæði arbeiðir heima og á verkstaði í býnum. Eyðmjúk Astri Luihn er ættað úr Oslo, men hevur búð í Havn seinastu nógvu árini. - Tá ið eg kom til Føroya sum ung helt eg meg vera [...] r. - Eg tosi eitt friðarligt mál, sum fólk skulu hava á vegginum leingi fyri at koma inní og skilja. List, sum er bráðvøkur, doyr eftir stuttari tíð. Á sama hátt sum fordómar, tú hevur um eitt fólk ella
nógvir, sum lærdu har, og arbeiðini eru fleiri, sum virkið hevði ábyrgdina av. Eitt nú stóðu tey fyri elútbyggingini í flestu bygdunum í Norðoyggjum og í Leirvík. Í sínum nógva og víðfevnda virki sum sála [...] eru betri stundir til alt tað praktiska, sum honum altíð hevur dámað so væl, men sum tað ikki hava verið so góðar stundir til. Hann plagar at lýsa seg sjálvan sum eitt sindur fesjutan og altíð at hava havt [...] Jákupi, sum hann røkir við kønari hond, og sum hann er á floti við og luttekur á regattaðum við. Lias í Rættará smíðaði bátin í 1920. Tá ið Eyðun var smádrongur, var hetta ein av mongu deksbátunum, sum lá fyri