Í sambandi við handanina av Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls á Posthúshjørninum í Klaksvík fyrr í kvøld, grundgav Jógvan Skorheim, borgarstjóri, soleiðis, áðrenn hann handaði Eyð Matras heiðurin og gávukekk upp á 75 túsund krónur, sum vinnulívið í Klaksvík og kommununan hava latið:
Eins og undanfarnu tvey árini fara vit at heiðra einum lokalum listafólki við Listavirðisløn Nólsoyar Pálls.
Áður hava vit heiðrað tónleikara og myndlistamanni, og í ár hevur nevndin valt at heiðra eitt av okkara allarfremstu leiklistafólkum.
Hon er ein úrmælingur á sínum øki, sum í nógv ár hevur ríkað føroyska mentanararvin, og sum vit eisini vænta at uppliva meira av í framtíðini.
Hon hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir innan sína listagrein, og hon hevur lyft listina í Klaksvík upp á eitt yrkisstøði við sínum fantastisku evnum til at rúnarbinda áskoðararnar.
Hon er ein sannur einari, sum fylgir hjartanum heldur enn streyminum.
Og við einmansavrikum í heimsflokki hevur hon í fleiri umførum gjørt fortíðina livandi fyri okkum, við at sett sjóneykuna á avrik, sum okkara forfedrar hava megnað í gomlum døgum.
Í hesum høpi hevur hon eisini víst fyrimyndaligar dygdir í at varpa ljós á undangongukvinnur, sum hava slóðað fyri við dirvi og árræði.
Ígjøgnum árini hevur hon virkað bæði frammanfyri og aftanfyri leiktjøldini. Og vit hava bæði sæð hana í filmum í sjónvarpinum og hoyrt hana lesa søgu í útvarpinum.
Hon hevur áður fingið Ársins Herðaklapp frá Tjóðpallinum og MÁF, fyri síni einastandi avrik á og nærhendis sjónleikapallum. Men í kvøld verður hon heiðrað í Klaksvík.
Her vaknaði áhugi hennara fyri sjónleiki, og her tók hon fyrstu fetini fram ímóti pallinum sum 15 ára gomul. Tá slapp hon at royna seg sum teskara í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Síðani hevur hon vant og arbeitt seg upp. Teskarin í myrkrinum er vorðin stjørnan á pallinum.
Unga og evnaríka gentan í Klaksvík er vorðin víðagitin, ikki bara í Føroyum, men eisini í øðrum norðanlondum.
Hon hevur drigið hópin av áskoðarum úr øllum landinum til Klaksvíkar, og hon hevur knýtt samband til Íslands, haðani hennara hollasti samstarvsfelagi og inspiratiónskelda - Sigrún Valbergsdóttir - stavar.
Hon er í roynd og veru ein lokal listastjørna, sum skínur bjart bæði heima og úti.
Listavirðisløn Nólsoyar Pálls 2015 verður latin EYÐ MATRAS.
mynd: nordlysid.fo