Eysturríkar: - Grikkaland hevur avloyst okkum

Í eysturíkskari pressu er nærum lætti, at eitt annað land er meiri eyðmýkt av Føroyum

Tað er ikki farið framvið í nøkrum ítróttarmiðlum nakrastaðni í Evropa, at Føroyar nú á tveimum sinnum hava vunnið á evropameistarunum frá 2004, Grikkalandi, og allarminst hjá okkara góðu, gomlu kenningum í Eysturríki.

 

Søguliga hava eysturríkar eina hálvaaðru marru ímóti Føroyum við 0-1 tapinum í Landskrona í 1990, og við 1-1 javnleikinum á Tórsvølli í 2008, tá Bogi Løkin við góðum máli vann Føroyum eitt stig. Eysturríkar fingu tó rættað kósina við einum 3-0 sigri á Føroyum á Tórsvølli í 2013. Heima hava eysturríkar vunnið 3-0, 3-1 og 6-0 á Føroyum.

 

Stóra eysturríkska blaðið "Kurier" skrivar, at nú avloysir Grikkaland Eysturríki, sum yndismótstøðuliðið hjá fótbóltsdvørginum, Føroyum. "Kurier" leggur eisini dent á, at Føroyar eru at finna á einum "sensasjónellum" fjórðaplássi í undanbólkinum, og eru bara fimm stig frá Ungarn, sum er á triðja plássi við 11 stigum. Triðja plássið gevur rætt til tveir play off-dystir um rættin at sleppa við til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar. 

 

"Kurier" brúkar eisini spaltupláss uppá at sitera griksku ítróttarmiðlarnar, sum allir skriva um tað "tjóðskaparligu eyðmýkingina", sum tað er at tapa fyri Føroyum á tveimum sinnum.

 

Ein kann lesa millum reglurnar, at tað er ein stóri lætti hjá fótbóltshugaðum eysturríkarum, at føroyingar hava fingið eitt annað lið at arga. 

 

Eysturríkar hava tó øll hesi 25 árini verið vinsælir ímóti føroyingum, sum hava ferðast í Eysturríki, og hava dugað at tikið tað við einum smíli. Nú livst at síggja, um føroysk ferðafólk í Grikkalandi fara at uppliva tað sama?