Eyð bjóðar sær sjálvari av

- Eg útseti og útstilli meg sjálva nógv við bæði at skriva og spæla leikin einsamøll. Eg stúrdi eitt sindur fyri framførsluni, tí hetta er sárbært, sigur Eyð Matras, sum í hesum døgum spælir einmansleikin Í Mínum Hondum

Anna er søgufrøðingur og býr í Danmark, men er nú heima í Føroyum og ansar mammu síni, sum er illa sjúk. Hon fær avloysarastarv á Fróðskaparsetrinum og fer at skriva ein fyrilestur um sambandið millum Asia og Føroya í 18. øld. Anna hevur altíð kent seg øðrvísi, og tá ið mamman doyr, finnur hon eitt bræv og eitt armband við grønari perlu, sum fanga hana. Anna fer at kanna, hvat hetta hevur at týða, og loynidómar úr fortíðini verða avdúkaðir.

Hetta er byrjanin til nýggja sjónleikin Í Mínum Hondum, sum Eyð Matras hevur skrivað og spælir í Spaniastovu í Klaksvík í hesum døgum.

Anna granskar á bókasavninum og lesur um Katrinu Joensdatter, konu Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við Niclasi Normann, einum ungum manni av hollendska skipinum Westerbeek, sum fór á land í Suðuroy í 1742.

Sum leikur fer, verða vit drigin millum fortíð og nútíð, og so líðandi verða træðrirnir greiddir um upprunan hjá Onnu.

Leikurin lýsir eitt tíðarskeið í Føroya søgu, tá ið mong vóru fátæk, undirbrotlig og innitokin. Gjøgnum Onnu uppliva vit lívið hjá eini kvinnu fyri tríhundrað árum síðani, hennara stríð ímóti órættvísi og tráanina eftir kærleika og nærleika. Lívið hjá Onnu verður sett í perspektiv, tá ið hon sjálv skal taka týdningarmiklar avgerðir um sítt lív.

Leikurin “Í Mínum Hondum” er íspunnin søga, men byggir á veruligar hendingar og sagnir. Vit hoyra um seyðatjóvin Árant Úti á Bø í Svínoy, um manningina á hollendska skipinum Westerbeek, sum gisti í Føroyum veturin 1743/44 og um skalvalopini í Gerðum 1745 og 1765.


Spennandi søga

Sjónleikarin Eyð Matras hevur skrivað leikin, og hon kom á sporið av søguni, tá ið hon arbeiddi við einum øðrum leiki, Sjóvevur, fyri nøkrum árum síðani.

- Tá ið eg arbeiddi við Sjóvevur, sat eg á Bókasavninum í Klaksvík, og onkursvegna kom eitt pappír mær í hendi, har Freydis Poulsen hevði skrivað um skalvalopini í Klaksvík í 1745 og 1765. Tey havi eg ofta hoyrt um, men í skrivinum hjá Freydis læs eg fyri fyrstu um Katrinu Joensdóttir, sum doyr í tí fyrra skalvalopinum saman við tvíburunum, sum hon hevði fingið saman við Niclasi Normann, sum var við skipinum Westerbeek, greiðir Eyð Matras frá.

- Eg helt, at tað kundi verið áhugavert at farið at kanna søguna um Kristinu nærri. Hvussu hennara lagna var, hvussu hon mundi hava tað, og hvat hon mundi hugsað, tá ið hon finnur út av, at hon er upp á vegin og veit, hvat hon so hevur í væntu. Eg hevði eina undarliga fyristilling um, at menniskju fyri 300 árum síðani høvdu ikki tær kenslurnar, sum vit hava í dag, at tey vóru meira innistongd, men tað hevur verið spennandi at roynt at sett seg inn í teirra lív og teirra tankar.


Blanda fakta og fiktion

Leikurin ferðast kring nakrar søguligar hendingar og verulig fólk, men søgan verður bundin saman av fiktion og drama.

- Tað hevur verið stórt arbeiði at granska søguna. Tað, sum er spennandi við hesum, er, at nógv av hesum er fakta. Men so er eisini fiktiónin í leikinum, sum tvinnar søguna saman. Í dag havi eg eitt sindur ilt við at skilja ímillum, hvat er satt og hvat er fiktion í hesari søguni. Eg blívi eitt sindur yvirraskað av, at eg tosi við hvørt, sum um Anna er ein veruligur persónur, so kanska hongur søgan væl saman, sigur Eyð Matras.

Hon hevur drúgvar royndur sum sjónleikari, men hon hevur eisini áður roynt at skriva leik.

- Eg eri eisini journalistur, so tað at skriva, er ikki so langt frá mær. Hetta er í grundini eitt sindur tilvildarligt, at eg havi skrivað hendan leikin sjálv. Søgan um Katrinu Joensdóttir var dragandi, eg helt, at hon mátti skrivast, og tað var eingin uttan eg at skriva hana, so tað gjørdi eg bara, sigur hon.

- Tá ið vit tosa um føroyska søgu og menniskju í søguni, so eru tað ofta menninar, tað verður fokuserað uppá. Men vit vita eisini, at tað hava verið nógvar kvinnulagnur, og tað hevur verið áhugavert at kanna, hvussu lagnurnar hjá kvinnuni hava útviklað seg. Hvussu vóru tankarnir og kenslurnar hjá kvinnunum fyri 300 árum síðani.


Krevjandi framførsla

Í Mínum Hondum er einmansleikur, har Eyð Matras er einsamøll á pallinum við avmarkaðari pallseting í tveir tímar.

- Tað er ikki bara sum at siga, at spæla ein leik av hesum slagnum, sum eg enntá sjálv havi skrivað. Tað er trupult at skriva ein tekst til sín sjálvan, sum tú seinni skal læra uttanat og spæla. Eg havi jú sitið leingi við tekstinum og roynt at broytt hann fyri at fáa hann at sita. Men tað hevur verið ein stór avbjóðing og eitt stórt arbeiði so at taka tekstin til mín og spæla hann aftur sum leik, sigur Eyð Matras.

- Eg havi ikki valt mær lættast uppgávuna, og eg rokni ikki við, at einhvør hevði farið í holt við hetta. Eg útseti og útstilli meg sjálva nógv við bæði at skriva og spæla leikin einsamøll. Eg stúrdi eitt sindur fyri framførsluni, tí hetta er sárbært. Eg stilli meg sjálva fram og spæli einsamøll ein leik, sum varðar tveir tímar við einum steðgi. Tíbetur hevur móttøkan verið góð, eg veit ikki, hvussu stuttligt tað hevði verið, um leikurin bleiv sáplaður niður, sigur hon.

Eyð Matras hevur verið í sjáldsomu støðuni, at hon hevur skrivað leiklutirnar, sum hon sjálv skal spæla, og tað er rættiliga óvanligt hjá sjónleikarum.

- Eg var til ræddarvenjing, tí eg skal syngja í leikinum, og so sigi eg við konuna, sum undirvísti mær, at eg skilti ikki, hví eg skuldi syngja, tí eg havi ongantíð hildið meg dugað serliga væl at syngja. So sigur hon við meg “jamen, tú hevur sjálv skrivað hetta”. Og tað passar sjálvandi. Ótilvitað havi eg kanska givið mær nakrar avbjóðingar, sum eg kundi hugsað mær at tikið á meg sum sjónleikari. Eg bæði syngi, havi langar dramatiskar monologar og spæli okkurt meira skemtiligt í hesum leikinum. So tað ber til at siga, at eg sleppi at liva mínar sum sjónleikari út í hesum leikinum, sigur Eyð Matras.

Leikurin Í Mínum Hondum kann síggjast í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 19.00 og sunnudagin kl. 16.00



Myndatekstur:


- Eg bæði syngi, havi langar dramatiskar monologar og spæli okkurt meira skemtiligt í hesum leikinum. So tað ber til at siga, at eg sleppi at liva mínar sum sjónleikari út í hesum leikinum, sigur Eyð Matras

Mynd: Bárður Lydersen




(í kassa fyri seg)


Fakta

Leikur: Í Mínum Hondum

Leikhús: Spaniastova (Leikalund) í Klaksvík

Leikari og høvundur: Eyð Matras

Leikstjóri og leikgerð: Sigrún Valbergsdóttir

Búni: Marjun Jóannesardóttir

Myndir/sniðgeving: Edward Fuglø

Ljós: Árni Baldvinsson

Lagsmíð og venjing: Karl Martin Samuelsen: “Tann vænasta perlan”

Hjálparfólk: Sára Skarðenni

Smyrsl: Margee Dam

Foto: Bárður Lydersen

Rættlestur og týðing: Sveinur Ísheim Tummasson