Næsta mánaðin sýnir listakvinnan Astri Luihn fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Á framsýningini, sum lat upp hósdagin, eru 30 verk, ið øll eru gjørd seinasta árið.
Astri Luihn hoyrir til tað nýggja rákið í føroyskari myndlist, sum ikki bara vísir landsløg, men eisini setir menniskjans tilveru og hennara spurningar inn í samanhang. Náttúran og lívið í fuglabjørgum eru myndaevni, hon nýtir nógv, men oftast við einum sumbolskum tráð til menniskjans sosialu samveru.
- Íblásturin finni eg alla staðni. Annað hvørt tað er í haganum ella framvið fuglabjørgunum. Eg ímyndi ikki bara tað eg síggi, men eisini mínar kenslur. Bjørgini eitt nú eru ikki bara vøkur og hugtakandi, men tey eru eisini ræðandi. Ljósið er blendandi og ljóðið ógvuliga hart. Bjørgini eru so stór og menniskjan verður so lítil afturímóti. Hetta hugtekur meg nógv, sigur Astri Luihn.
Astri Luihn dámar væl at arbeiða við myndarøðum.
- Ofta geri eg einar tíggju myndir yvir saman myndaevni, har eg royni at fara í dýpdina, ella eg nýti sama slag av tøkni. Síðani fari eg víðari til tað næsta. Tað er frígerandi fyri eitt listafólk at gera røðir av myndum. Hinvegin kann tað eisini vera avmarkandi, greiðir Astri Luihn frá.
Astri Luihn er ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir í síni list.
- Mær dámar væl at eksperimentera. Eg royni alla tíðina ymisk sløg av máling og svertu, og blandi máling, grafikk og tøkni sum heild saman fyri at finna tað úttrykkið, sum mær dámar. Forðar tilfarið mær í at úttrykka eitthvørt, eg vil, fari eg víðari.
Væl dámar henni at skera í træ ella linolium, tað sum eitur háprent. Hetta verður síðani málað á lørift og prentað.
- Sker tú í træ ella linolium, ber illa til at fjala nakað. Eins og ein blýantstekning. Tað einfalda er mangan truplari enn tað fløkta, sigur Astri Luihn, sum bæði arbeiðir heima og á verkstaði í býnum.
Eyðmjúk
Astri Luihn er ættað úr Oslo, men hevur búð í Havn seinastu nógvu árini.
- Tá ið eg kom til Føroya sum ung helt eg meg vera øgiliga vitandi um tað mesta. Men eg fann út av, at eg visti ógvuliga lítið - um náttúruna, veður, vind, og hvussu fólk liva saman. Føroyingar hava altíð ferðast og upplivað nógv, í mun til stórbýarfólk, sum í so máta ikki hava verið so nógv úti um seg. Í býunum hava fleiri ættarlið livað á einum stað og upplivað tað sama. Í dag eri eg meiri eyðmjúk enn eg var í yngri árum, og hetta royni eg at fáa fram í mínum verkum, sigur Astri Luihn.
Hon er lítillátin í síni list. Als ikki rópandi. Hyggja vit at eini mynd, hon gjørdi fyri tveimum árum síðani, síggja vit eitt fuglaberg, har ein fuglur situr einsamallur á eini rók, kagandi yvir á hinar. Hvørki litir ella figurar eru hetjukendir.
- Eg tosi eitt friðarligt mál, sum fólk skulu hava á vegginum leingi fyri at koma inní og skilja. List, sum er bráðvøkur, doyr eftir stuttari tíð. Á sama hátt sum fordómar, tú hevur um eitt fólk ella land, fella til jarðar, tá ið tú kemur at kenna viðkomandi, sigur Astri Luihn.
Seinnu árini hevur Astri Luihn tikið nógv lut á framsýningum uttanlands, eitt nú fyri stuttum í New York, har hon sýndi fram saman við øðrum føroyingum. Næsta stóra framsýningin uttanlands, verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn eina ferð seint næsta ár. Sjey listafólk úr Føroyum sýna fram saman við øðrum norðurlendingum, og øll fáa tey gott pláss hvør.
- Eftir framsýningina í Suðuroy, fari eg at arbeiða fram ímóti framsýningini næsta ár burturav, sigur hon.
Hetta er fyrstu ferð Astri Luihn hevur einkarframsýning í Suðuroy.
- Eru suðuroyingar hugaðir fyri at hava eitt virkið mentunarlív, eiga teir ikki at vera bangnir fyri at koma á gátt í Gallarí Oynni. Suðuroyingar hava átt eitt tað besta listafólkið í Føroyum nakrantíð, Ruth Smith. Fremmandafólk eru ógvuliga hugtikin av hennara list.
Fatan og karmar
Tað er so sum so við fatan føroyinga av listafólki. Mangan verður skotið teimum í skógvarnar, at tey grenja so illa. Og nakað er kanska um tað, heldur Astri Luihn.
- Men listafólk grenja hvørki meir ella minni enn onnur fólk. Einasta listafólk vilja er at vísa og selja list. Vit krevja ikki pengar fyri einki at gera.
- Tað er eingin mótsetningur millum sjúkrahús og ellisheim og mentunarlív. Gransking vísir, at fólk støðast væl í einum ríkum mentunarlívi. Har eru vinnumøguleikar, har vilja fólk búgva og har koma ungfólk aftur eftir lokna útbúgving. Er einki mentunarlív, flyta fólk og koma ikki aftur, og eingir pengar eru til tað neyðugasta. Tí er sera skilagott at gera íløgur í mentan, sigur Astri Luihn.
Astri Luihn harmast um, at so lítið av list verður selt nú á døgum.
- Í áttatiárunum varð nógv meiri selt, og tá gingu bankarnir á odda við at stuðla. Á Várframsýningum verður lítið selt. Niðurgongdin byrjaði við kreppuni, men hóast vit meiri og minni eru komin burtur úr henni, eru fólk ikki farin at keypa list aftur í sama mun. Fólk vita ikki av, at tað kostar lítið meiri at keypa upprunalist sum endurprent.
Pengar áttu at verðið settir av á fíggjarlógini til list, heldur Astri Luihn.
- Aðra staðni setir tað almenna eina ávísa prosentupphædd av til list, tá ið eitthvørt nýbyggarí verður gjørt. Í Noregi er tað 2 prosent, og í hinum norðurlondunum liggur tað millum 1 og 2 prosent. Um vit høvdu gjørt á sama hátt í Føroyum, hevði tað munað væl. Ístaðin fyri hava vit sæð í Føroyum, at Mentamálastýrið keypir ein gamlan málning fyri fjórðingsmiljón krónur, sum landið átti ein líknandi av frammanundan. Tá kunnu vit veruliga spyrja okkum sjálvi, um landsstýrismaðurin ikki veit betur, ella um hann ikki hevur ráðgevar, sum kundu sagt honum tað. Tað er í øllum førum synd at brúka so nógvar pengar uppá ein málning, ein replikk, sum tað eitur, ið Mikines hevur málað betur og sum landið frammanundan eigur.
Starvs- og virðislønirnar til listafólk, sum hóast alt eru komnar seinnu árini, eru at fegnast um, heldur Astri Luihn, men tær muna ov lítið.
- Tað er trupult at liva av myndlist í Føroyum, og nógvar útreiðslur eru bundnar av at vera listafólk sum heild. Framsýningar kosta listafólkunum nógv og sjáldan er yvirskot hóast tú selur eitt sindur. Hinvegin er tað ein gleði at vera listafólk, at sleppa at gera tað, tú hevur hug til. Eisini eri eg sera glað fyri at búgva í einum landi sum Føroyum, tá ið vit hugsa um, hvat hendir aðrastaðni. Vit hava ikki orð fyri tí sum hendi til dømis í New York, annað enn at vit kanska skilja betur, hvussu gott vit hava tað her. Listin og listafólk eiga at vera við til at vísa, hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Ein leiklutur hjá listafólki er mangan at vísa umstøðurnar í landinum, tey liva í. Í so máta er tann føroyska myndlistin fantastisk, sigur Astri Luihn at enda í viðtali.