Eyðbjørg Kass 20 ár í Norðurlandahúsinum

18. apríl hevði Eyðbjørg Fonsdal Kass arbeitt 20 ár í Norðurlandahúsinum.

Hon byrjaði góðar tvær vikur áðrenn húsið lat upp 8. mai 1983. Eyðbjørg, f. Fonsdal, er ættað úr Vestmanna. Sum ung fór hon til Danmarkar á handilsskúla. Liðug við skúlan hevði hon skrivstovustarv á Hotel Strand í Gilleleje. Tá hon flutti heim aftur til Føroya, arbeiddi hon í trý ár á skrivstovuni á Bacalao í Havn, har sum Fiskavirking er í dag. Eyðbjørg er gift við Ernst Kass, av Strondum, og tey búgva í Havn. Tey eiga trýggjar synir: Hans, Birgir og Jákup Sverri. Meðan børnini vóru smá arbeiddi Eyðbjørg heima í eini átta ár. Seinni arbeiddi hon sum avloysari á skrivstovuni á Støðisútbúgvingini og á Fróðskaparsetrinum. Hon hevði skrivstovustarv á Fornminnissavninum, áðrenn hon byrjaði í Norðurlandahúsinum í 1983. Hon arbeiðir á skrivstovuni í Norðurlandahúsinum og hevur ymiskar uppgávur sum t.d. ábyrgdina av billettavgreiðsluni og er við til at samskipa tiltøk í húsinum.