Eyðbjørn Lervig 70 ár

Ein heilsan til pápa á 70-ára degnum

Mánadagin tann 28. desember fyllir pápi 70 ár. Pápi er føddur og uppvaksin í Leirvík og hevur búð her í bygdini alt sítt lív, burtursæð frá teimum árunum hann gekk á skúla í Havn. Pápi er Leirvíkingur við stórum L. Heimbygdin hevur altíð staðið honum nær, og hann hevur altíð verið sera glaður fyri Leirvík og alt sum hoyrir henni til. 


Pápi fór, sum so nógvir aðrir ungir føroyingar tá í tíðini, til skips sum 14-ára gamal, og hevur verið sjómaður alt sítt lív. Hansara lívsstarv bleiv at verða skipari á vaktarskipinum Tjaldrinum. Har hann var skipari, frá tí at Tjaldrið kom til Føroyar í 1976 og til nú fyri einum mánað síðani, altso í næstan 34 ár. Hetta er lang tíð, og sigast má, at honum hevur dámt hetta starv sera væl, og hevur hann gingið upp í tað við lív og sál. Eg veit eisini frá øðrum, hvussu nógv hann er avhildin bæði millum teir hann hevur siglt saman við, og teimum hann annars er komin í samband við gjøgnum sítt arbeiðið, og tað eru ikki so fá. 


Umframt at hava verið skipari á Tjaldrinum øll hesi árini, hevur pápi eisini verið virkin í kommunalpolitikki. Hann sat í bygdarráðum í Leirvík frá 1974 og heilt til 1992 harav 8 ár sum borgarstjóri. Í gjøgnum hesi árini fór stór broyting fram í Leirvík. Honum dámdi sera væl hetta arbeiðið, og legði eisini sera nógva orku í tað, og sigast má at nógv kom burturúr. 


Tað sum altíð hevur eyðkent pápa er, at hann er altíð positivur og í góðum lag. Hetta hava vit sum standa honum nær notið gott av. Minnist aftur á so mangar góðar løtur vit syskini hava havt saman við pápa og mammu, og hvussu gott vit altíð hava havt tað. Vit kunnu av sonnum siga, at vit hava havt verðins bestu foreldur, og at vit hava havt besta uppvøkstur nakar kann ynskja sær. 


Nú tá vit eru blivin eldi og sjálvi hava fingið børn, er stuttligt at síggja hvussu góð abbabørnini eru við abba sín. Hann er teirra eitt og alt. Hann er altíð tann tey spyrja fyrst eftir, ja tey “forguda” hann og hann tey, einki er ómøguligt og einki er nóg gott fyri abbabørnini, tað munnu verða fá, sum eiga ein tílíkan abba sum okkara børn. Pápi hevur eitt ótrúligt tol serliga tá tá kemur til børn. Tað vísir seg eisini, at øll børn eru góð við pápa. Eg kann ikki lata verða við at siga frá, nú einum kvøldi vit sótu og prátaðu um, at nú fór pápi at fylla 70 ár og bleiv pensioneraður. Tá segði eitt av abbabørninum, at hon gleddi seg til at abbi fór at gevast at sigla við Tjaldrinum, tí so var hann altíð heima, og so kundi hon altíð fara inn til hann. Eg haldi at hetta vísir, hvussu glað tey eru fyri abba sín, og hvussu nógv tey halda av honum. 


Eg og pápi hava altíð staðið hvørjum øðrum sera nær, eg havi altíð kunna spurt hann um alt, og hava altíð fingið svar uppá mínar spurningar. Hann hevur mangan verið góður at hava havt til ráðgeva. Havi eg havt brúk fyri eini hjálpandi hond, er hann altíð klárur. Eg havi eisini altíð fingið fullan stuðul frá bæði mammu og pápa, til tað sum eg havi gjørt, og tað eri eg sera takksamur fyri. Eg og pápi hava nógv felags áhugamál, og hava tað altíð gott og stuttlig saman. Stutt sagt, so kann eg siga, at tú pápi er mín allar størsta fyrimynd, og eg vildi ynkst, at øll høvdu ein so góðan pápa sum eg. 


Pápi, nú tú fyllir sjeyti, vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta framyvir. Vit gleða okkum til føðingardagin, sum verður hildin tann 27. desember í Bovling í Leirvík.

heilsan

ERIK