eg fái boð frá honum um, at í morgin, sunnudagin eftir kirkjutíð, fara vit útferð á Slættaratind. Tað sær út til góð líkindi. Jú, so var farið. Millum onnur vóru skótar við í ferðini. Eg hevði tríggjar [...] eg visti nýtti nógvar løtur um summarið at fara gongutúrar í fjøllini ? bæði her nærhendis og aðrar staðir kring oyggjar okkara. Sjálvandi havi eg gingið nógv í fjøllini nærhendis heimbygdini. Eitt nú sum [...] gingið. Her hugsi eg um allar tær løtur, sum mær untist at vera í haganum saman við mínum góða vini, Alfred Klein. Vit vóru báðir røktingarmenn í Innandals, har okkara háborna Blábjørg trónar ímóti vestri,
meg á, sum gevur kalendaran út og eins og í »gomlum« døgum er tað Annfinnur Zachariassen, sum stendur fyri útgávuni. Alt gjørt í Føroyum Bókin er gjørd í Føroyum burturav. Poul Hansen, sum er teldusnillingur [...] , at teir valdu at gera tað so í ár, tí eingin maskina er í landinum, sum kann binda inn í spiralar. Teir kannað í løtuni møguleikarnar fyri, eitt nú at fáa tað gjørt í Íslandi, til næsta ár. Orðatøk Fyri [...] ein vikukalendari. Byrjar við viku 27 í 1998 og endar við viku 26 í 1999. At kalendarin í høvuðsheitum er ætlaður til skúlabrúks sæst skilliga. Á fyrstu síðu inni í bókini, er ein skrásetingarsíða. Har
talvfelagið í nýggjari tíð er heldur ikki til longur. Felagið hevði ikki heimstað í Føroyum, men í Keypmannahavn. Talvfelagið Føroyar, stovnað í 1984. Í 90-unum og fyrstu árini eftir aldamótið var kremið í føroyskari [...] kapping í 2020 vegna korona. Føroyar hava telvað í alt 347 landsdystir móti 132 ymiskum londum á hesum 25 olympiadunum. Tá eru landsdystir í EM, í kappingini Small Nations fyri smátjóðir í Evropa, í 8-la [...] Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992. Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina. Tann
Í gongini standa kuffertini pakkaði. Í tí, hon setur seg við borðið, avdúkar rithøvundurin Lisbeth Nebelong, at summarfuglarnir í búkinum leika í ríkiliga í beint nú. Ikki av at skula í flogfarið til [...] Lisbeth Nebelong, sum júst hevur verið í Føroyum og savna tilfar, so hon kann leggja seinastu hond á sína aðru føroysku skaldsøgu. Gongst sum ætlað kemur bókin út í heyst. Í pápasa fótasporum ella? Bókin um [...] tvinga hann at umhugsa alla sína framtíð í einum heilt øðrum ljósi og møguliga í einum heilt øðrum landi. Tað eru tankar sum hesir, eg í løtuni royni at seta meg inn í, greiðir Lisbeth frá. Ein mannfólkaverð
tað yvirhøvur ber til at koma í Føroyum. Tey skulu nevniliga halda jól úti í Stóru Dìmun. Men hóast tað fjarskotið, ber í øllum førum til at siga, at Eva er komin heim, tí í Stóru Dímun er hon ættað og har [...] jólamanninum í ár. Hann hevur ikki verið úti í Dímun í fleiri ár, nú tey yngstu systkini hjá Evu ikki eru óvitar longur. Men nú hava tey so aftur fingið smáfólk í húsi, so hvør veit, hvussu verður í ár. Fyrireikar [...] verandi eftir. Hjá teimum var liðugt at keypa, tá ið tey stigu umborð aftur á tyrluna og høvdu tey gloymt okkurt, gjørdust ikki við, tí í Dìmun er onki við at leypa í eina kiosk, hvørja ferð, tey komu í tankar
skipa skótahjálpina. Skótahjálpin í ár 2002 er ætlað at fara til tvær verkætlanir, eina heima á landi og eina úti í heimi. Harumframt fer í mesta lagi ein triðingur í grunn, sum Skótahjálpin umsitur. Verkætlanin [...] heimin, og Skótahjálpin fer aftur í ár til verka í góðum treysti. Skótahjálpin kann einans verða sum ein dropi í havinum, men tað ber ikki til bara at setast hendur í favn og spyrja: »Hvat nyttar tað sindri [...] sum Frelsunarherurin í Noregi stuðlar. Genturnar, sum annar verða illa viðfarnar í støðuni, hava eisini peningaliga hjálp fyri neyðini. Tær eru sera takksamar fyri hjálpina úr Føroyum. Ein slakur triðingur
á við Føroyum. Føroyar vunnu sær kreditt kring heimin. Hvønn týdning tað hevur fyri Føroyar,at taka lut í so stórum kappingum, ber tað neyvan til at gera upp í pengum. Men tað er einki at ivast í, at tað [...] Føroyar í 1990 fóru upp í altjóða fótbóltskappingar hevur gongdin fyri tað mesta verið rætta vegin. Mikukvøldið varð við sjey tumma seymi sligið fast, at tað er upp á sítt pláss, at Føroyar eru við í altjóða [...] altjóða kappingum. Tað er at vóna, at FIFA og UEFA lurta meiri eftir tí, ið gekk fyri seg á vøllinum, enn teir lurta eftir formonnum og stjórum í stóru europeisku feløgunum, sum vilja, at spælararnir heldur
livandi tónlistini í Føroyum, um at gloyma smáligheitirnar og negativitetin. Landið er for lítið til klandur Og so haldi eg, at tað er smáligt, at ein, sum verður ummældur fer út í miðlar at viðmerkja [...] at eg eri objektivur, kundi ikki funnið upp á tað. Men eg tori hóast alt at skriva tað í einum miðli, sum flest fólk lesa, sjálvt um onkur heldur tað vera eitt "skræpublað" (citat frá kjak.fo). Hareftir [...] bert natúrligt. Tað hevði verið ólukksáliga keðiligt, um øll skuldu sungið í sama kórinum, og allir sangirnir skuldu verið í G. Duga tit ikki at síggja, at (fremmanda-orð) divergerandi meiningar skapa
við 1,1 mia. + brúkt 1 mia. í framtíðar pensjónsskatti Veruleikin er eisini, at í hesum valskeiðnum (2012-2015) hava hallini hjá landskassanum samanlagt verið 1,1 mia. kr.. Í sama tíðarskeiði hevur landsstýrið [...] lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta landið í heiminum, um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Síðan 1998 er framleiðsla okkara, BTÚ, eisini farin úr 7,4 mia. kr. árliga upp í 15,7 [...] gongdini, og fáa yvirskot og haldføri aftur í føroyska landshúsarhaldið. Altjóða rentan hevur verið metlág, lágir oljuprísir, nýtt milliardavirði er komið inn í búskapin umvegis størri uppisjóvartilfeingi
Fríggjakvøldið fara góð nøvn á pallin í høllini í Læraraskúlanum. Orsøkin er, at tey taka lut í eini stuðulskonsert, ið hevur til endamáls at fáa til vega faddrar, ið stuðla neyðstøddum børnum. Angela [...] faddrar til børn í Ukraine og á Filipsoyggjum, sigur Angela, sum beinanvegin játtaði, tá Skandinaviksa Barnamissiónin heitti á hana. Bosse Wallenberg og onnur frá felagskapinum vitja í Føroyum í hesum døgum [...] eitt sindur móð, men í góðum lag. Á Filipsoyggjunum Angela veit hinvegin, hvat hjálpararbeiði hevur at siga, og hvussu ein lítil upphædd í okkara verð kann gerast stór hjálp aðrastaðni. Í 1998 var hon, saman