Búskapartølini, ið samgongan ikki vísir tær ...

Tað eru langt frá øll búskapartøl, ið samgongan velur at upplýsa um, nú val er í hondum. Her eru nøkur av teimum tølum, ið samgongan ikki vil vísa tær.

 

Seinastu árini hava vit havt søguliga góðar fyritreytir fyri, at venda búskaparligu gongdini, og fáa yvirskot og haldføri aftur í føroyska landshúsarhaldið. Altjóða rentan hevur verið metlág, lágir oljuprísir, nýtt milliardavirði er komið inn í búskapin umvegis størri uppisjóvartilfeingi, høgir altjóða laksaprísir, og alivinnan hevur heldur ongantíð staðið seg so væl sum nú – eina heila mia. í árligum yvirskoti. Um landskassin ikki hevur yvirskot í hesum døgum - nær so?

 

Veruliga hallið hjá landinum als ikki minkað – hóast søguliga góðar fyritreytir
Veruleikin er tíverri, at hóast søguligu góðu fyritreytirnar, og ein vøkstur í samlaðu framleiðsluni (BTÚ) seinastu 4 árini á umleið 2,5 milliardir kr., so hevur landið framhaldandi stórt hall. Verður hædd tikin fyri, at henda samgongan eisini inntøkuførir framtíðar pensjónsskatt (byrjaði 1. januar 2012), so er veruliga hallið enntá als ikki minkað síðan samgongan tók við. Tvørturímóti. Hetta ber boð um, at førdi fíggjarpolitikkurin seinastu árini hevur verið grundleggjandi skeivur.

Mynd I. Úrslit landskassans við og uttan forskattaðum pensjónum (2007-2015), mió. kr.

 

Økt skuldina við 1,1 mia. + brúkt 1 mia. í framtíðar pensjónsskatti
Veruleikin er eisini, at í hesum valskeiðnum (2012-2015) hava hallini hjá landskassanum samanlagt verið 1,1 mia. kr.. Í sama tíðarskeiði hevur landsstýrið hartil valt - umvegis forskatting av pensjónum - at brúkt 1 heila milliard kr. av framtíðar pensjónsskatti. Hetta er peningur, ið kemur at mangla seinni, tá eitt alsamt vaksandi tal av penjónistum ikki fara at skula rinda skatt til land og kommunur, samstundis sum tørvur verður á alsamt fleiri eldratænastum.

Mynd II. Samanlagda landskassahallið og brúktar framtíðar pensjónsskattainntøkur í valskeiðnum (2012-2015), mió. kr.

 

Samanumtikið hevur verandi samgonga í 4 ár brúkt omanfyri 2 milliardir kr. – í miðal omanfyri 500 mió. kr. árliga – ið hon ikki hevur havt inntøkur til. Úrslitið er eisini, at bruttoskuldin hjá landinum nú er farin uppum 6 mia. kr. (sambært Búskaparráðnum). Hækkar rentan bara 1%, merkir hetta um 60 mió. kr. í øktum rentuútreiðslum av bruttoskuldini, og harvið 60 mió. kr. minni til eitt nú almennar tænastur. Vit eiga sjálvandi at byrja at rinda skuld, heldur enn at økja skuldina, sum skjótast. Og hetta ber væl til.

 

Sjálvandi ber væl til at venda gongdini
Vit eru millum allar ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta landið í heiminum, um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Síðan 1998 er framleiðsla okkara, BTÚ, eisini farin úr 7,4 mia. kr. árliga upp í 15,7 mia. kr. Ein vøkstur á 8,3 mia. kr. (leypandi prísir).  Okkara BTÚ var í 2014 komin upp á heilar 314.000 kr. pr. íbúgva. Hetta er eitt nú meira enn Ísland, sum í 2014 lá á 294.000 kr. pr. íbúgva. Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleiki uttan, at vit hava gagnnýtt okkara menningarmøguleikar. Og  vit hava ovurstórar møguleikar. Bæði við fleiri nýskipanum, ið framhaldandi bíða eftir at verða framdar, og eisini um vit virðisøkja okkara fiskatilfeingi eins nógv og fleiri aðrar tjóðir – og fáa atgongd til fríhandilssáttmálar ájavnt við onnur lond. Gera vit hetta, so verður mett, at útflutningsvirði okkara vil kunna økjast við 6 mia. kr. Hartil eru ovurstórir møguleikar eitt nú at menna okkara ferðavinnu, ið longu fevnir um  4-500 størv og hevur ein umsetning uppá um 600 mió. kr. Hetta eru bert nakrir av fleiri menningarmøguleikum okkara fyri framman.

Saman fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum
So tað er bara at koma í gongd. Men tað krevur eina nýggja stjórn, ið megnar og vil fremja neyðugu átøkini, fyri at røkka einum sjálvbjargnum og haldførum føroyskum búskapi, ið kann verða grundarlagið undir einum framkomnum samfelag og vinnulívi í menning – til fyrimuns fyri alt fólkið – og fyri bæði núverandi og komandi ættarlið.
Tá røkka vit eisini einum sjálvbjargnum og sjálvstøðugum Føroyum saman.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi