Hjá teimum flestu eru jólini høgtíðin, sum ber av øllum. Tað er eisini høgtíðin, har fólk fegin ferðast bæði langt og leingi fyri at kunna verða saman við vinum og skyldfólki og tað man verða sjálvdan, at heimlongsulin stendur so sterkur sum á jólum, har hugnalig samvera er sjálv ímyndin av jólahugnanum.
Í so máta vera jólini hjá Evu og Jógvan Jón og lítlu dóttur teirra eitt sindur øðrvísi. Hóast tey kundu hildið jól í Havn hjá ølli, teimum, tey kenna, hava tey gjørt av halda jól so langt burtur frá øðrum fólki, sum tað yvirhøvur ber til at koma í Føroyum.
Tey skulu nevniliga halda jól úti í Stóru Dìmun.
Men hóast tað fjarskotið, ber í øllum førum til at siga, at Eva er komin heim, tí í Stóru Dímun er hon ættað og har hevur hon slitið sínar barnaskógvar.
Eva úr Dìmun er dóttir bóndahjúnini í Dímun og sostatt er hetta ikki fyrstu jólini hon heldur í Dímun. Men hetta verður fyrstu ferð, at hon, Jógvan Jón og mánaðar gamla didda teirra skulu halda jól úti í Dìmun sum eitt húski.
Og tað dylja tey ikki fyri, at tey gleða seg til.
? Nú eru vit akkurát blivin foreldur og tað setir sjálvsagt ein serligan dám yvir hesi jólini, sigur Eva.
Tey trý verða nú ikki heilt einsamøll á jólum, tí foreldur og trý systkin hennara koma eisini til Dìmunar at halda jól og kanska tey hjá Jógvani Jón við.
Mugu skapa okkara egnu jól
Hóast hon er úr Dìmun, helt hon øll síni fyrstu barnajól í Havn.
?Tá ið eg var heilt lítil, var ongin tyrla og tá búðu vit ikki í Dìmun um veturin, tí tað var at vera ov avskorin frá umheiminum. Hesi árini hildu tey sostatt eisini jól í Havn.
Eva sigur, at hon var akkurat farin í skúla, táið tyrlan kom og síðani tá hevur hon hildið jól úti í Dímun.
? Tyrlan hevur havt ein ótrúligan týdning fyri okkum. Var hon ikki, høvdu vit heldur ikki búð her úti um veturin, slær hon fast.
Hon veit ikki um tað er so øgiliga stórur munur á at halda jól úti í Dímun og at halda jól inni á fastlandinum.
? Men tað er tað nokk kortini, tá ið vit hugsa okkum um. Inni á fastlandinum fáa fólk ein stóran part av jólunum upp í hendurnar, um vit kunnu siga tað so. Tað er pyntað allastaðni og samkomur og undirhald trýtur ikki. Úti í Dímun er tað ongin, sum ger jólahugnan fyri okkum. Her eru tað vit sjálvi, sum hava ábyrgdina av jólunum og tí, jólahugnaði, sum er. Her mugu vit skapa jólini sjálvi, sigur Eva úr Dímun.
Men so eru jólafyrireikingarnar í Dímun kanska eisini eitt sindur øðrvísi enn so nógva aðrastaðni.
? Jólafyrireikingin í Dìmun er fyri ein stóran part merkt av, at hetta er ein bóndagarður, tí fastur táttur hjá okkum uppundir jól er at gera garnatálgina og at fáa kjøtið úr hjallinum og sent kring landið til tey, sum hava keypt kjøt frá okkum. Sostatt eru tað í summum førum onnur viðurskifti sum merka jólini her úti, enn inni á meginlandinum.
Og tá ið Eva lítur aftur á barnadagar sínar, minnist hon tað eisini sum eina serliga hending, tá ið tey fóru at keypa jólagávur.
Tað var ikki sum hjá nógvum, har tey kroysta jólakeypið inn ímillum alt annað onkran rokutan og strongdan gerandisdag beint uppundir jólaaftan.
? Tað var ein rættilig útferð.Vit fóru til Havnar við tyrluni og so vóru vit í Havn í eina lítla viku, har við keyptu gávur og alt annað, sum vit skulud brúka á jólum.
Eva sigur, at jólakeypið hjá teimum mátti leggjast betri til rættis enn hjá teimum flestu, tí tað, sum ikki var við, tá iðå tey fóru útaftur á Dímun, tað bleiv verandi eftir. Hjá teimum var liðugt at keypa, tá ið tey stigu umborð aftur á tyrluna og høvdu tey gloymt okkurt, gjørdust ikki við, tí í Dìmun er onki við at leypa í eina kiosk, hvørja ferð, tey komu í tankar um okkurt, tey høvdu gloymt í síðstu løtu.
Og hóast tey eru langt frá øðrum fólki, hava tey sama hug til at hugna um og at pynta sum aðrastaðni - kanska enntá meiri enn aðrastaðni
? Jólafyrireikingin hjá okkum er kanska meiri intens enn aðrastaðni. Tað, eg minnist, hava vit altíð pyntað, bakað og fyrireika jólamánaðin at tamb.
Dunna og gás
Annars heldur hon, at jólini í Dímum sum heilt eru sum aðrastaðni: Eini heilt vanlig jól.
Tollaksmessudag er fast, at tá verður jólatræið pyntað. Jólaftansmorgun plaga tey ikki at eta nakað fast, men hann verður mest brúktur til at gera klárt til um kvøldið
Í Dímun verður borðreitt við mest vanliga jóladøgveraðnum: Dunnu og gás.
Men tey hava ikki møguleika fyri at fara í kirkju á jólum og tí plaga tey at lesa lestur fyri døgverða. Tá ið Eva var lítil, plagar abbi hennara, gamli bóndin, at lesa lesturin, men seinni hevur pápi hennara, sum nú er bóndi, átikið sær tann leiklutin; tey gomlu bóndahjúnini hava ikki hildið jól í Dímun tey síðstu árini.
Til lesturin hava tey nakrar fastar sangir, men annars dansa tey eisini um jólatræ og syngja jólasangir.
? Jólaaftan hava vit havt gás og dunnu til døgverða alt tað, eg minnist: Men fyrsta jóladag er tað fast at hava breyð og skinsa-kjøt.
Eva Úr Dímun sigur, at hetta eru teirra jól - so tað er kanska tað lættast at halda, at hetta er tann einasti rætti mátin at halda jól uppá.
Aðrastaðni eru jólini kanska meiri merkt av handilsligum áhugamálum.
Men hon vil ikki siga, hvat er rætt ella hvat er skeivt. Ella hvat er betri máti at halda jól uppá, ella hvat er verri.
? Men eg haldi, at vit hava betri møguleika at vera í pakt við okkum sjálvi og at vera saman við okkara skyldfólki á ein øðrvísi máta, enn vanligt, tí her er tað ikki so nógv utaneftir sum "órógvar" samveruna. Og tá ið vit øll annars eru samlað, er tað sum oftast tí tað er okkurt arbeiði at gera, tað kann vera hoyggingin ella slaktið.
? Annars er tað ikki so ofta at tað eydnast at savna alt húskið, so tað gleðast vit eisini um og á jólum hava vit eisini frið at hugna okkum saman, uttan at hava arbeiði at hugsa um.
? Hjá okkum er so ongastaðni at fara, so hjá tað er ikki so nógv at hugsa um, hvat vit skulu gera, ella hvagar vit skulu fara.
Og so kunnu tey eisini vera púra vís í og tað er, at hjá teimum detta ongir óvæntaðir gestir inn á gólvið á jólum.
Tað skuldi kanska bara verið um tey fáa vitjan av jólamanninum í ár.
Hann hevur ikki verið úti í Dímun í fleiri ár, nú tey yngstu systkini hjá Evu ikki eru óvitar longur. Men nú hava tey so aftur fingið smáfólk í húsi, so hvør veit, hvussu verður í ár.
Fyrireikar seg til at festa
Hetta hálva árið, tey hava búð í Dìmun, hava tey verið húskallar á garðinum og hendan tíðin hevur verið eitt slag av royndartíð um tað ber til at kalla tað so.
Ein partur av steðginum í Dímun er at vita, hvat Jógvan Jón sigur til at búgva úti í óbygdum í orðsins rætta týdningi.
? Vit ætla at vita, hvussu hann trívist í Dímun og fyribils hevur tað gingið avbera væl.
Og gongur sum ætlað,er tað eisini neyðugt, at hann trívist í Dímun, tí tað liggur í luftini, at ein vakran dag skal tað vera Eva, sum festir garðin í Dìmun.
Men enn er tað ikki komið so langt, at nakar dagur er ásettur fyri, nær pápi hennara letur seg pensjónerað frá bóndalívinum.
Hóast Dímun er fjarskotið, heldur Eva ikki at tað er nakar trupulleiki hjá børnum at veksa upp í Dímun.
? Serliga nú síðani tyrlan er komin, er sambandið við meginøkið nógv batnað og var tað ikki komið, hevði ikki verið hugsingur um hjá mær at búsett meg herúti við smábørnum.
Sjálv hevur hon góð minni frá hennara egnu barnaárum í Dímun og tí hevur hon góðar vónir um at tað fer at rigga.
? Eg haldi ikki, at tað var so nógv øðrvísi enn hjá børnum á so nógvum øðrum smáplássum. Tað, sum hevur størstan týdning er at vit trívast í tí, sum vit gera. Annars tóku vit nógv lut í tí, sum var at at gera á garðinum.
Og so øll dýrini.
? Vit høvdu øll møgulig dýr her úti, bæði húsdýr og kelidýr, men kettu høvdu vit ongantíð. Tað vildu vit ikki fáa okkum fyri at verja fuglin. Annars høvdu vt pisur um summarið, hund og kaninur. Ja eg haldi, at fyriuttan kettuna, eru tað fá dýr, vit ikki hava havt.
Nú á døgum eru tey í Dímun ikki heilt so avskorin. Tyrlan er ein fortreyt fyri búseting í Dímun alt árið og alnetið, sjónvarp og parabol flyta allan heimin út í fjarastu krókar, eisini Dìmun og tey fáa post hvønn mikudag og hvønn fríggjadag. Annars flúgur tyrlan eisini sunnudag.
Hendan dagin, vit tosaðu við tey, høvdu tey fingið heilsusystrina á vitjan at kanna eftir, um alt visti vælvið hjá teirri lítlu.
Hon var komin út Havn og Eva dylir ikki fyri, hvussu fegin hon er um tað.
? Tað hevur ómetaligan stóran týdning fyri okkum, tí tað merkir, at vit fáa somu umsorgan fyri okkara lítla barnið sum tey fáa, sum búgva inni á meginlandinum. Onkursvegna taka vit tað eisini sum eina almenna viðurkenning av, at vit hava búsett okkum á útoyggj.
Hon sigur, at skuldu tey farið til Havnar til heilsusystir, hevði tað tikið tríggjar dagar!
Annars sigur Eva, at slaktið var heilt gott í ár.
Tey fingu nógv lomb og hon metir, at miðalvektin á lombunum var um 28 pund og tað er gott hjá teimum, tí seyðurin í Dímun er minni enn nógva staðni norðanfyri.