Karl Anton Klein
Tónlistamaður
ART leiðari
Dittaði mær at skriva eitt ummæli av konsert í Gøtu við bólkunum Braquet, The story ends, Dimmi og Sic.
Haldi ikki sjálvur, at tað var so galið (ummælið altso). Men tað fellur nøkrum av luttakarunum fyri bróstið, at eg havi eina aðra meining um, hvat eg haldi vera gott enn tey.
Fyrst er at siga, at eitt ummæli er subjektivt t.e., at ein persónur sigur frá, hvat hann ella hon hevur upplivað
Onki objektivt tvætl
Eg havi ongantíð pástaðið, at eg eri objektivur, kundi ikki funnið upp á tað. Men eg tori hóast alt at skriva tað í einum miðli, sum flest fólk lesa, sjálvt um onkur heldur tað vera eitt "skræpublað" (citat frá kjak.fo).
Hareftir haldi eg tað vera eitt sindur lortutt, at tit halda eitt duldarkjak um meg og mín persón á eini síðu á alnótini, sum eg ikki havi tíð til at frekventera.
Annars haldi eg, at orðið skal og eigur at vera frítt, sjálvt um onkur tykkara heldur tað mótsætta.
Tað eg havi skrivað um hesar bólkar standi eg fult og fast við. Um onkur ikki er á einum máli við mær er bert natúrligt. Tað hevði verið ólukksáliga keðiligt, um øll skuldu sungið í sama kórinum, og allir sangirnir skuldu verið í G. Duga tit ikki at síggja, at (fremmanda-orð) divergerandi meiningar skapa dynamikk ? Ella er tað alt ov høgt ?
Og Jón G´óði - at siga meg vera anti G´sligan er at taka munnin ov fullan. Um tú hevði lisið tað eg havi skrivað og hugt eftir hvat eg havi skrivað hevði tú eisini sæð, at eg ikki gloymi at minna á, at G eisini er til, og at tað er alla virðing vert sum verður gjørt har. At eg so ikki detti á reyvina av øllum tykkara tiltøkum, tað má eg hóast alt hava loyvi til. Men tá tit uppføra tykkum sum um tit hava uppfunnið tann djúpa tallerkin, so hoppi eg av.
Ì nøkur ár havi eg roynt at verið við til at betra um umstøðurnar hjá tónleikarunum. Vit hava fingið úrslit, men enn hava vit ikki spunnið gull. Og tað er neyvan eitt tiltak í Gøtu uttan at ART limir luttaka. Og gera tað við gleði. Tí er tað nokk so keðiligt, at tú, Jón, ert so negativur (tað er nokk inspirerað av mínum vánaliga ummæli) kanska eitt anfall av heystdepressión ?
Hvat ger eina góða grein?
Er tað hvussu langt er millum Ð ini ella hvussu mangar miðalvarpingar eru ?
Nei, eg spyrji bara.
Aðrar viðmerkingar kundu verið gjørdar um hetta duldarkjak.fo. Men eg velji at steðga her og biðja tykkum, sum royna at gera tað liviligt fyri tí livandi tónlistini í Føroyum, um at gloyma smáligheitirnar og negativitetin.
Landið er for lítið til klandur
Og so haldi eg, at tað er smáligt, at ein, sum verður ummældur fer út í miðlar at viðmerkja ummæli.
Tað eru bert amatørar, ið gera slíkt.
Kritikkur er góður, sjálvt um hann ikki gongur akkurát eftir tínum høvdi.
Minnast skal eisini til, at tað var uppleggið frá pallinum, sum var inspiratión til hatta "vánaliga ummælið".
Ps. Nú var tað ikki bara Jón, sum skrivaði. Ikki er vert at taka støðu til summi av hinum innsløgunum. M.a. skilji eg ikki, hví citat um stórsinni verða brúkt, tá tað einasta, ið kemur fram, er snævurskygni.