So er føroyski »Minn meg á« kalendarin komin aftur í aftur. Fyri fyrstu ferð í mong harrans ár.
Men hann líkist ikki tí gamla kalendaranum. Hann er størri og øðrvísi í stórt sæð allar mátar.
Kalendarin er bygdur upp sum ein vikukalendari. Byrjar við viku 27 í 1998 og endar við viku 26 í 1999.
At kalendarin í høvuðsheitum er ætlaður til skúlabrúks sæst skilliga.
Á fyrstu síðu inni í bókini, er ein skrásetingarsíða. Har kann skrivast hvør eigur kalendaran, hvar viðkomandi býr, telefonnummar, floksnummar og tað sum er so týdningarmikið í hesum teldutíðum, hvør teldupostadressan hjá viðkomandi er.
Á somu síðu er eisini møguligt at skráseta praktisku upplýsingarnar um skúlan og flokslæraran.
Men fyri tað at bókin í høvuðsheitum er ætla skúlanæmingum, so er einki til hindurs fyri, at onnur eisini kunnu brúka hana.
Í dagsyvirlitinum er pláss at skriva ymsar praktiskar upplýsingar, avtalur og líknandi.
Aftast í bókini er eitt gott adressukartotek, sum eins og í innganginum bæði hevur rúmd fyri teldupostadressu, telefonnummari og faksnummari.
Tað er forlagið Minn meg á, sum gevur kalendaran út og eins og í »gomlum« døgum er tað Annfinnur Zachariassen, sum stendur fyri útgávuni.
Alt gjørt í Føroyum
Bókin er gjørd í Føroyum burturav.
Poul Hansen, sum er teldusnillingur, hevur staðið fyri tí tekniska og hann hevur eisini gjørt umslagið til bókina.
Sune Joensen, fyrrverandi stjóri á Brunatryggingini, er málkønur maður og hann hevur gjørt Annfinni tann beina at rættlesa bókina.
Bókin er prenta hjá Einars Prent og innbundin hjá Bókbindarínum hjá Eyðfinni Jacobsen.
Bókbindingin kann eisini fara at vísa seg at vera einasti trupulleikin við bókini.
Tí ístaðin fyri at hon er ein »spiralbók«, sum vit kenna tær aðrastaðni frá, so er hon líma í rygginum.
Hetta kann møguliga gera, at bókin fer at detta sundur og tað er sera keðiligt, tí bókin er serstakliga væl úr hondum greidd.
Til henda kritikk sigur Annfinnur Zachariassen, at teir valdu at gera tað so í ár, tí eingin maskina er í landinum, sum kann binda inn í spiralar.
Teir kannað í løtuni møguleikarnar fyri, eitt nú at fáa tað gjørt í Íslandi, til næsta ár.
Orðatøk
Fyri aðruhvørja viku hevur Annfinnur gjørt sær tann ómak at finna orðatøk.
Sera skemtiligt og ikki eru tey illa vald.
Tá hugsað verður um, at tað unga ættarliðið er málbólkurin, so er orðatak sum »Tá ið ølið fer inn fer vitið út« ikki illa valt.
At tað so stendur undir Ólavsøkuvikuni ger ikki timingina verri.
Eitt annað orðatak er: »Ást fjalir lýti« og tað kunnu onnur enn tey ungu skriva undir uppá.
Gjørt 1998 eintøk
»Minn meg á«-kalendarin er ikki gjørdur í so ógvusliga nógvum eintøkum.
Bert 1998 eintøk og tey eru nummererað!
Slík útgáva er dýr at fáast við. Annfinnur Zachariassen sigur, at teir arbeiddu við ymsum møguleikum, men valdu henda av teirri orsøk, at annars skuldi pláss verða fyri enn fleiri lýsingum, og tað er ikki altíð so heppið.
Bókin kostar 45 krónur og tann prísurin liggur á sama støðið sum prísurin fyri teir útlendsku kalendararnar.
Verður hugt eftir góðskuni, so kann ikki sigast, at prísurin er høgur. Hartil kemur, at útgevararnir hava avgjørt at av hvørjum eintaki teir selja verða lætnar 5 krónur til Barnabata, so við at keypa henda kalendaran er tú eisini við at stuðla einum góðum endamáli, sum útgevararnir taka til í formælinum.
Komið við uppskotum
Tað er sjálvsagt at tá ein slík bók kemur út, so verða ikki øll nøgd, minni enn so.
Hetta eru útgevararnir eisini greiðir yvir og tí heita teir á øll tey, sum ætla sær at brúka bókina um at koma við skilagóðum hugskotum til møguligar broytingar.