Fríggjakvøldið fara góð nøvn á pallin í høllini í Læraraskúlanum. Orsøkin er, at tey taka lut í eini stuðulskonsert, ið hevur til endamáls at fáa til vega faddrar, ið stuðla neyðstøddum børnum.
Angela Petersen hevur játtað at samskipað tiltakið og hevur hon hesa vikuna havt úr at gera, tí hon hevur ikki drúgvar royndir sum konsertfyrireikari, hóast hon kennir til at standa á palli.
- Eg játtaði, tá heitt verð á meg um at standa fyri konsertini, men eg havi uppdagað hesa vikuna, hvussu nógv kann ganga illa og hvussu nógv skal til, áðrenn eitt slíkt tiltak riggar, sigur Angela eitt sindur móð, men í góðum lag.
Á Filipsoyggjunum
Angela veit hinvegin, hvat hjálpararbeiði hevur at siga, og hvussu ein lítil upphædd í okkara verð kann gerast stór hjálp aðrastaðni.
Í 1998 var hon, saman við øðrum, í Manilla á Filipsoyggjunum og tók lut í hjálpararbeiði og sá annars, hvussu hjálpin virkar og at tað ikki er satt, tá sagt verður, at onki munar og at meginparturin fer til umsiting og annað.
- Eg havi sæð, at tað virkar og at alt ikki fer til umsiting. Og endamálið hesaferð er at skaffa faddrar til børn í Ukraine og á Filipsoyggjum, sigur Angela, sum beinanvegin játtaði, tá Skandinaviksa Barnamissiónin heitti á hana.
Bosse Wallenberg og onnur frá felagskapinum vitja í Føroyum í hesum døgum.
Angela Petersen og Jákup Jacobsen vera frásøgufólk á konsertini.
- Har fái eg høvi at siga, at tað er effektivt at vera faddur. Tað er ein føst flyting, ið ikki merkist, men sum munar, sigur Angela.
Góð nøvn
Angela fegnast um, at góð nøvn hava játtað at taka lut á konsertini, sum verður klokkan 21 í annaðkvøld.
Dropar taka lut, og tað er barnakór hjá Sigrið Sivertsen. Tey hava eisini gjørt nýggjar sangir til konsertina. FELA er bólkur við trimum systrum, ið syngja. Magni Christiansen og Sigrið Rasmussen eru við og Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lamhauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra kotið. Tá tey eru á palli, verður eisni eitt myndashow víst, ið er úr Manilla. Og Ludnilla úr Ukraina vísir myndir frá hjálpararbeiði í Ukraina.
Angela segði, tá vit fingu orð á hana, at enn bíðar hon eftir svari frá onkrum afturat, ið møguliga verður við, og hon fegnast annars um, at tað hevur gingið rættiliga væl at fáa luttakarar.
- Og tað er longu eydnast fólkunum frá Skandinavisku Barnamissiónini at fáa eini 60 faddrar í Føroyum, og teimum vil eg fegin takka, leggur Angela dent á.
Hjálp ella deyði
Og ongin ivi er um, at hetta er nakað, ið Angela fegin ger og nakað, ið hon gongur høgt uppí.
- Eg geri tað, tí eg veit at tað riggar. Um vit ikki gera tað, so ger ongin tað, og so er mest sannlíkt, at børnini doyggja. Høvdu tað verið míni børn, ið vóru neyðstødd, so hevði eg í hvussu er viljað ynskt, at tey fingu hjálp, sigur Angela við álvara í røddini.
Og hon leggur afturat:
- Og um vit ikki kunnu gera tað nú her hjá okkum, hvør skal so? Tí vit merkja ikki, um vit lata eina lítla upphædd, kanska 100 krónur mánaðrliga, men hinvegin verða kanska fleiri hjálpt á henda hátt.
Konsertin í Læraraskúlahøllini byrjar klokkan 21 fríggjakvøldið.
FAKTA:
Stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið klokkan 21:00
Frásøgufólk; Angela og Jákup
Luttakarar;
Dropar; barnakór hjá Sigrið Sivertsen. Tey hava eisini gjørt nýggjar sangir til konsertina.
FELA er bólkur við trimum systrum, ið syngja.
Magni Christiansen.
Sigrið Rasmussen.
Ung Stjørnuskot, har Jóannes Lamhauge eisni er við. Hann er kendur frá sangleikinum um litfagra kotið. Tá tey eru á palli, verður eisni eitt myndashow víst, ið er úr Manilla.
Ludnilla úr Ukraina vísir myndir frá hjálpararbeiði í Ukraina.
Endamál; at fáa til vega faddrar, ið hjálpa neyðstøddum børnum í Ukraine og á Filipsoyggjum










