Síðani Føroyar í 1990 fóru upp í altjóða fótbóltskappingar hevur gongdin fyri tað mesta verið rætta vegin. Mikukvøldið varð við sjey tumma seymi sligið fast, at tað er upp á sítt pláss, at Føroyar eru við í altjóða kappingum. Tað er at vóna, at FIFA og UEFA lurta meiri eftir tí, ið gekk fyri seg á vøllinum, enn teir lurta eftir formonnum og stjórum í stóru europeisku feløgunum, sum vilja, at spælararnir heldur brúka meiri tíð og orku upp á Europa Cup, enn at teir brúka tíð og orku upp á at spæla landsdystir ímóti smátjóðunum.
Í sær sjálvum er tað altíð fasinerandi, tá ið tann lítli stríðist ímóti tí stóra. Serliga tá ið tann stóri ikki fær tey nógvu málini og vinnur stórsigurin, sum tað eigur at verða roknað við, at hann skal gera. Heilt víst er tað, at tað mikukvøldið sótu nógvar milliónir frammanfyri sjónvarpsskíggjar kring heimin og tóku á við Føroyum. Føroyar vunnu sær kreditt kring heimin.
Hvønn týdning tað hevur fyri Føroyar,at taka lut í so stórum kappingum, ber tað neyvan til at gera upp í pengum. Men tað er einki at ivast í, at tað eru nógvar milliónir. Eitt eru pengarnir, sum FSF og fótbóltsfeløgini fáa frá UEFA og FIFA. Tað eru nakrar milliónir um árið. Men tað eru heilt víst nógv fleiri milliónir, ið á annan hátt renna inn í føroyska húsarhaldskassan, og tað kann kanska renna uppaftur meiri henda vegin.
Ferðavinnan eigur í framtíðini at fáa gagn av, at kunnleikin um Føroyar í síni heild hesa tíðina er vaksin so nógv, tí Føroyar eru í bólki við Týsklandi. Stóri spurningurin er nú, hvussu Føroyar og ferðavinnan fara at megna at arbeiða víðari við hesum møguleikunum. Tað er upp til okkum sjálvi at gera tað av.
Eitt annað er, at Føroyar og útflutningsvinnan eigur at fáa goodwill burturúr positivu umrøðuni, ið fótbólturin gevur. Tað munnu vera nógvar samrøður við útlendsk viðskiftafólk, sum hesa seinatu tíðina hava havt ein fótbóltsligan inngang og kanska eisini útgang. Tað ber illa til at gera hetta upp í pengum, men tað eru heilt víst pengar í hesum, og vit kundu tikið onnur dømi um goddwill, ið fótbólturin ber við sær.
Føroysku fótbóltsfeløgini, FSF og spælararnir eru fremsta orsøkin til, at hetta ævintýrið er og vónandi framvegis verður ein góður veruleiki. Kommunurnar og landið hjálpa væl til við vøllum og karmum, og soleiðis eigur tað framvegis at vera.
Spælararnir vístu mikukvøldið, at tá ið teir arbeiða saman, og ein spælir fyri allar og allir fyri ein, sum Frank Arnesen og danska landsliðið sungu fyri næstan tjúgu árum síðani, so hilnast tað væl.
Hóast týskararnir at enda gjørdu tvey mál, eigur føroyska avrikið at vera undirstriking fyri øllum føroyingum um, at vit kunnu. Hóast vit eru smáir, kunnu vit vera knáir, og vit eiga ikki at smæðast burtur. Ikki í fótbólti og øðrum ítrótti, ikki í aðrari mentan og heldur ikki í vinnulívi, búskapi, politikki og á øllum øðrum økjum. Tað ræður um at arbeiða saman innanhýsis og at skapa gleðina og sjálvsálitið, ið skulu til. So skal tað nokk ganga væl. Tað vístu fótbóltsspælarnir aftur mikukvøldið, at tað kann gera. Takk fyri tað og góða eydnu.
Sosialurin