Men hetta var tað, sum hendi meg á sumri 1990. Eg hevði fleiri ferðir borið upp á mál við Ditlev Róin, sum eg visti nýtti nógvar løtur um summarið at fara gongutúrar í fjøllini ? bæði her nærhendis og aðrar staðir kring oyggjar okkara. Sjálvandi havi eg gingið nógv í fjøllini nærhendis heimbygdini. Eitt nú sum seyðamaður bleiv nógv gingið. Her hugsi eg um allar tær løtur, sum mær untist at vera í haganum saman við mínum góða vini, Alfred Klein. Vit vóru báðir røktingarmenn í Innandals, har okkara háborna Blábjørg trónar ímóti vestri, sum ein verja um Fuglafjørð. Jú, har vóru mangar vónir, men eisini møðsamar løtur.
Men tað, ið eg hevði borið upp á mál við Ditlev, var, at eg mangan hevði ynskt mær at koma upp á Slættaratind. Men nú vóru vónirnar við at bresta. Aldurin var komin. Men so hendi tað, at eg fái boð frá honum um, at í morgin, sunnudagin eftir kirkjutíð, fara vit útferð á Slættaratind. Tað sær út til góð líkindi.
Jú, so var farið. Millum onnur vóru skótar við í ferðini. Eg hevði tríggjar abbasynir við mær. Vildi so fegin, at teir skuldu vera við og uppliva, hvussu vakurt tað er at koma upp á fjøllini. Tveir teirra vóru 16 ára gamlir, og tann triði var 22 ára gamal og var komin úr Danmørk við gentu síni at vitja. So her lá tað væl fyri at fáa eina vakra uppliving.
Vit koyrdu nú við bilum norður á Eiðisskarð, har lærarin í Funningi, Andor Sivertsen, sum var biðin um at vera ferðaleiðari, stóð klárur at fylgja okkum upp á tindin.
Tað gekk væl niðan brekkuna. Vit gingu á skák niðan, so tað fall ikki so tungt. Men tann, ið gongur í hagaum, má støðga á og njóta ta vøkru sjón at síggja land okkara í sínum vakrasta skrúð ein summardag. Hetta eru løtur, tú kemur at minnast alt lívið, og her rennur mær til hugs sangin hjá Mikkjali á Ryggi:
Kom upp á fjallatind,
lít yvir Føroyalandið,
so undurføgur mynd,
her lyftist upp vár andi.
Her runga túsund mál
um rók og reyn og røð.
Gev ljóð mín glaða sál,
um kapp við fuglin kvøð.
Jú, vit eiga eitt vakurt land, sum alt ov fá geva sær far um.
Ferðin hendan dagin gekk sera væl. Vit komu upp á tindin. Tað var klárt, og hvat var tað ikki vakurt at síggja tind við tind víða um og so sund og firðir. Men, sum so mangan hjá okkum, so komu vakrir mjørkaflókar og huldu tindin, so vit blivu ikki leingi sitandi. Tá ið vit høvdu etið ábit, fóru vit at fjakka okkum omanaftur.
Men tað er nakað meira, sum eigur at koma við á hesi fer. Við á gongutúrinum niðan á hægsta fjall okkara hendan dagin var ein ung mamma við sínum 3-ára gamla soni, sum æt Magnus. Tað gekk spakuliga hjá teimum niðaneftir. Tí bað hon okkum um ikki at bíða eftir sær. Hon kom so langt, sum tað gekk. Men, tá ið vit vóru á veg niður aftur, var hon komin tætt niðan undir ovasta hamaran. Tá ið Andor fekk at vita um mammuna og sonin, sigur hann ? (eg helt tað vera so vakurt): »Hetta man vera tann minsti, ið hevur verið her uppi. Hann skal koma niðaná«. Og so fór hann við Magnusi upp ovasta hamaran. Vakurt gjørt av Andori.
Jú, vit høvdu ein góðan dag og fóru fegin oman aftur brekkuna. Eg ivist ikki í, at vit vóru mong, ið takkaðu okkara Skapara fyri hendan dagin. Frá mær skal Hann eisini eiga mína stóru tøkk fyri, at hann gav mær ? 70-ára gomlum ? kreftir at vera við. Tí skal tað eisini vera ein áheitan frá mær til øll yngri fólk: »Nýtið hendan møguleikan at ganga í okkara vøkru náttúru meðan tit kunnu og orka. Tað er lekidómur fyri bæði sál og likam.
Sleppið tykkum niðanfrá úr bensinosanum. Ein tøkk til tykkum, sum eru við at skipa fyri slíkum ferðum.
Eg vil enda hesar hugleiðingarnar við sanginum hjá Jacob Hansen (Havnar Jákupi):
Fagurt ert tú, fosturlandið,
tá um kvøld við gyltumbrandi
fjallatindur fevndur er,
álvarsamt mót himni peikar,
vónbros undir brúnumleikar,
nú hann kvøldsins krúnuber.










