orðaskiftið um fíggjarlógina á skránna, tá Fólkatingið lat upp aftur. Hon gjørdi eisini løgmanni greitt, at fíggjarlógar-orðaskiftið ikki byrjaði fyrr enn dagin eftir. Løgmaður sigur meir um seg sjálvan enn onnur [...] at løgmaður við hesum sigur meir um seg sjálvnan enn onnur. - Er tað rætt at løgmaður frá hægsta røðarapalli sýnir tinginum so lítla virðing? - Nú segði hann hetta í sambandi við Landsstýrið, men løgmaður [...] in til ráðs, men tað er hansara avgerð, sum telur. - Av tí at tingskipanin er broytt, eru ikki so góðar stundir longur. Áður skuldi fígjarlógin leggjast fram 1. september, men er nú tað broytt til 1. oktober
Hirtshals Av tveimum illum er tað frægari at taka fráferðina fríggjadag, heldur enn hósdag, burtur, heldur Páll Gregersen á Fiskavirkinum í Gøtu. Men hann er ikki serliga glaður fyri hetta kortini. Hann hevði [...] fráferðin er burtur, og tænastan harvið versnað. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur, at hann kortini ikki fer at gera nakað við hesa støðuna beinanvegin. Enn hevur hann bert frætt um hetta í pressuni [...] Skipafelagnum sigur, at broytingin, sum nú er gjørd, er í samráð við vinnuna, heldur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samferðslumálum, at tænastan er versnað. Tað, sum tiltalaði landsstýrismannin
at ætlanin er, at leiðslan skal koma til Føroya seinni í mánaðinum. Og okkurt er, sum bendir á, at leiðslan í Ísbú í Reykjavík meinar hetta í álvara, tí felagið í Føroyum er framvegis til. »Um so var, at [...] sum er ein av eigarunum av virkinum, sigur, at teir tó hava avgjørt, at hesaferð skal leigan gjaldast frammanundan. Fyribils er avtala gjørd við hetta nýggja felagið, sum eitur Sp/f F.I.S.K. um at leiga [...] fiskaarbeiði í húsinum hjá P/F Nósa. Hetta er sama virkið, sum íslendska felagið Ísbú leigaði seinasta vetur. Men Nósi fekk ikki allar pengarnar fyri leiguna frá Ísbú. Hetta hevur tó ikki rætt oyndfirðingar
heldur enn at gerast vinnulig oyðimarkarøkir har ongin/onki trívist. Helst er hetta heldur ikki hugsanin hjá einum meiriluta á tingi, hóast einkultir seinastu dagarnar hava sýnt hesum økjum annað enn tey [...] tað nærum ikki kann gerast betur. Nú er m.a. neyðugt at gera íløgur í at binda oyggjar saman har hetta er fíggjarliga skilagott. At hava eitt sakligt orðaskiftið um hesi viðurskiftir skuldi bert gagna. [...] áður er klárt, at meðan tað blómar í miðøkinum her á landi, eru døpur útlit á randarøkjum mangar staðir her á landi, har ikki longu er øskukalt. Teir fólkavaldu mugu gera sær greitt, at neyðugt er at byggja
- men hóast hetta skal landskassin kortini gjalda 8 mió. kr. til Tórsvøll í studningi í reinum pengum. Hetta er bara byrjanin, tí sambært uppskotið landsstýrisins, er her »bara« talan um 1. byggistig [...] ar íløgur, so kemur landskassin sambært tey at gjalda 0 kr. Um hetta er skemt ella veruleiki, fæst ikki at vita, fyrr enn fíggjarnevndin er liðug við sítt arbeiði. Taka tey uppá orðið Hví so ikki taka [...] fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998. Skemt ella veruleiki Hetta ljóðar næstan sum tá hønan verpur gullegg, so nú er bara at smíða, meðan jarnið er heitt. Landskassin hevur brúk fyri at gera íløgur fyri einar
tað teir seinnu árini skulu hava gjørt, er uttanum tos. Undanførðslan, at ríkistuðulin er orsøkin til at so illa er stýrt, er sama tvætli. Hetta er at líkna við, um ein arvar móðir sína og drekkur peningin [...] ysnin er einasta loysnin úr naggatódnini, og um føroyingar høvdu møtt samdir til samráðingarnar í 1946, so høvdu vit helst fingið eitt enn betri úrslit. Men tá sum nú rumblaðu summir heldur enn at virka [...] Tað er ikki at fara skeivur, at siga, at føroyskur politikkur áðrenn Javnaðarflokkin, hevði rent seg fastan í eitt kekl um samband ella loysing, meðan rættuligur politikkur um livikor borgaranna, lá djúpt
ansingarpláss eru skapt er tørvurin enn stórur, og í komandi tíðum verður nógv arbeiði lagt í at nøkta hendan tørvin. Innan eldrarøktina er støðan í høvuðsstaðnum alt annað enn góð. Á hesum øki hevur flokkurin [...] dentur hevur verið lagdur á barnaansingina er hesin tørvur langt frá nøktaður enn, hóast fleiri framstig eru hend. Herundir kann nevnast frítíðarskúli, sum er eitt kærkomið tilboð til foreldur at teimum [...] nærumhvørvinum og samstundis fáa neyðugu umsorganina. Dagtilhald fyri eldri er byrjað í gomlu hølunum hjá Føroya Banka, og hetta er eitt kærkomið tilboð í dagligdegnum hjá teimum eldru, sum annars klára seg
javnaðarhugsjónini fyri at takka. Men tíverri, nógv fólk vita hetta ikki og onnur sýnast at hava gloymt tað? Men enn er brúk fyri javnaðarflokkinum. Enn er flokkurin frægasta borganin fyri einum góðum samfelag [...] snúð seg um sjálvstýri ella samband, men við javnaðarflokkinum fekk politiska orðaskiftið størri innihald fyri tann einstaka borgaran. Nú tók politiska kjakið seg upp um kor fólksins ? ja um sonn lívsvirði [...] hava havt stór bakkøst inn í millum. Tað er himmalvíður munur á tí neyðarsamfelag, føroyingar høvdu í 1927, og so tí vælferðarsamfelag, okur hava ídag. Hetta er ikki minst javnaðarflokkinum, javnaðarrørsluni
uppskotið ikki aktuelt, um vit als ongar pengar skyldaðu, og tað er tað mest paradoksala við uppskotinum. Men tá Finnbogi Ísakson verður konfronteraður við hetta, so er svarið bert, at hetta er ikki veruleikin [...] rættiliga óskiljandi. Men uppskotið er, at danir skulu fíggja okkara tjóðveldið. Men tað er so komið fram, at sjálvt um vit øll onnur harmast um stóru landskassaskuldina, so er tað ein í løgtinginum, sum bar [...] fíggjarliga, jú lættari er tað at realisera loysingina. Annað er so, at eisini onkur hevur víst á, at vit mugu fáa greitt skuldarspurningin, aftan á at bankakanningin er liðug. Hetta skal greiðast við politiskum
Harumframt er skipan, ið nevnist ?Family Impact,? hetta hevur við sær at rætturin sendur boð eftir familjuni hjá offrinum. Hesi skulu siga sína hugsan um, hvørja revsing tann ákærdi skal hava. Hetta val er síðani [...] undan forboði fólkarætsins um at døma børn til deyðis? Jú, tað kann USA tí USA er altíð undantak í ST-reglugerð-ini. USA í ST høpi Tá ið aðalnevndin hjá ST í 1966 fekk sáttmálan um samborgara - og politisk [...] 1992 kom svarið og tað ljóðaði soleiðis: USA er fyrireikað at seta sáttmálan í gildi og fylgja honum, men á ávís-um økjum við nøkrum undantøkum. Bannið um at døma børn undir 18 ár til deyðis skal ikki