Av tí at Fólkatingið lat upp týsdagin, var orðsskiftið um fíggjarlógina í tinginum av tí sama sett at byrja mikudagin.
- Sjálv fólkatingsetanin var fyrrapartin, og tí var møguleiki at sleppa heimaftur, áðrenn orðaskiftið um fíggjarlógina byrjaði dagin eftir, sigur Jógvan I. Olsen.
Hann hevur onga viðmerking til atfinningarnar hjá løgmanni um, at tað var óhoyrt at hava orðaskifti um fíggjarlógina, tá Fólkatingið lat upp og løgmaður var burturstaddur.
Vil ikki í bløðini
Spurdur hvussu hann kendi tað at tingmenn av løgmanni vóru skírdir blæubørn, sigur Jógvan I. Olsen, at tað hevur hann ikki hug at fara í bløðini við.
Hann vil heldur tosa um, hvussu tingfundir verða lagdir til rættis, og hví tað ikki vóru stundir at bíða við fíggjarlógar-orðaskiftinum.
- Tað áliggur tingformanninum at leggja tingfundirnar til rættis. Hann kann spyrja formansskapin til ráðs, men tað er hansara avgerð, sum telur.
- Av tí at tingskipanin er broytt, eru ikki so góðar stundir longur. Áður skuldi fígjarlógin leggjast fram 1. september, men er nú tað broytt til 1. oktober. Tað merkir, at vit hava havt ein heilan mánað minni at viðgera uppskotið, sum skal lýsast áðrenn árið er úti.
- Annað, ið eisini ger seg galdandi í ár er, at formansskapurin í tinginum hevur tosað við norska starvsbrøður sínar Stórtinginum, um viðurskifti við komandi oljulóggávuni hjá føroyingum.
Vinnunevndin
til Noregs
- Vit hava tosað við teir um at fáa vitan um, hvussu teir arbeiddu, tá oljulóggávan har skuldi smíðast.
Avtalað varð, at vinnumálanevndin, sum telur sjey tinglimir, skuldu fara til Noregs í hesi viku. Ferðin var løgdu til rættis, og avtalur gjørdar við ávísu myndugleikar og Stórtingið.
Tí skuldu tvey stórmál, fíggjarlógin og kirkjulógin, sum er løgd fram aftur í ár, viðgerast í farnu viku. Tað hevði skund at fáa tingarbeiðið frá hondini, áðrenn vinnumálanevndin fór til Noregs, sigur Jógvan I. Olsen.
Tað var Marita Petersen, sum sat í formanssessinum, tá Edmund Joensen hevði at formansskapinum fyri at seta orðaskiftið um fíggjarlógina á skránna, tá Fólkatingið lat upp aftur.
Hon gjørdi eisini løgmanni greitt, at fíggjarlógar-orðaskiftið ikki byrjaði fyrr enn dagin eftir.
Løgmaður sigur meir um seg sjálvan enn onnur
- Hvat heldur tú um at løgmaður kallar tinglimir blæubørn?
- Blæubørnini eru tey, sum hann situr í Landsstýrinum saman við, sigur Marita Petersen. Hon hevur onga viðmerking, men heldur kortini, at løgmaður við hesum sigur meir um seg sjálvnan enn onnur.
- Er tað rætt at løgmaður frá hægsta røðarapalli sýnir tinginum so lítla virðing?
- Nú segði hann hetta í sambandi við Landsstýrið, men løgmaður ber seg at sum hann vil, so leingi sum hann sleppur, og so leingi sum ein meirluti í tinginum góðtekur tað.
- Tað er eisini ein spurningur, hvussu løgmaður prioriterar. Hann kundi t.d. tosa við tingformannin um hetta áðrenn hann fór avstað, men hann kundi eisini verið heimafturkomin, sigur Marita Petersen.