Sum ongantíð áður er klárt, at meðan tað blómar í miðøkinum her á landi, eru døpur útlit á randarøkjum mangar staðir her á landi, har ikki longu er øskukalt.
Teir fólkavaldu mugu gera sær greitt, at neyðugt er at byggja alt landið upp, soleiðis at randarøkini eisini eru við í framtíðar menning Føroya, heldur enn at gerast vinnulig oyðimarkarøkir har ongin/onki trívist. Helst er hetta heldur ikki hugsanin hjá einum meiriluta á tingi, hóast einkultir seinastu dagarnar hava sýnt hesum økjum annað enn tey hava uppiborið. Tað eru nevniliga hesi økir, ið merkja kreppuna, so tað stendur eftir.
Tað skuldi verið óneyðugt at bygt hetta lítla land upp soleiðis at útjaðaraøkir eru yvirhøvur. Tað er ein veruleiki at tað, ið skapar útjaðaraøkið í Føroyum eru firðirnir, sundini og fjøllini. Avstandirnir í hesum landi eru stuttir, so teir eru ikki trupulleikin. Serliga seinastu áratíggini eru vega- og tunnilssambandið til flestu økir ment, so tað nærum ikki kann gerast betur.
Nú er m.a. neyðugt at gera íløgur í at binda oyggjar saman har hetta er fíggjarliga skilagott. At hava eitt sakligt orðaskiftið um hesi viðurskiftir skuldi bert gagna. At einstakir eru ímóti, uttan at nakað skilagott argument er til taks, byggir ikki hetta land upp - heldur tvørturímóti.
Viðvíkjandi samferðsluni, er rímiligt at norðoyingar, suðuroyingar, sandoyingar, vágafólk og onnur útjaðaraøkir hava avgerðandi orðið at siga, hvussu samferðslan til teirra økir skal verða framyvir. Onki er meira rímiligt, tí tað eru í stóran mun hesi, sum vita hvat best tænir teirra øki. Tað er neyðugt, at hesi økir stuðla hvør øðrum í hesum ynskjum.
At gera skilagóða íløgur skulu vit ikki vera bangin fyri. Tí hon vinnir seg skjótt innaftur.
Harafturímóti eiga vit ikki at gera íløgur og dupultíløgur, ið vit ikki hava ráð at gjalda og sum ongantíð vinnur seg inn. Tí tá endurtaka vit 80-ini - og tað má ikki henda aftur.
Alt ósømiligt tos um at taka matin úr munni á fólkum á útjaðaraøkjum - fyri møguliga at fáa nakrar stemmur í miðøkinum til eitt komandi val - skuldi hildið uppat, tí at ongin fer væl av at annar fer illa. Slík framferð er sera óføroysk.
Tað vit hava brúk fyri, er at fáa fleiri arbeiðspláss samanløgd í landinum, og tá serliga í útjaðaraøkjum, har meðan inntøkan sýnir, at ov lítið er til av arbeiðsplássum, serliga orsaka av at samferðslan til hesi økir er ov vánalig. Fleiri arbeiðspláss kundu givið grundarlag fyri at lækka skattir og avgjøld, ið síðan aftur vildu givið betri møguleikar hjá vinnuni, ið so aftur gav fleiri arbeiðspláss o.s.v.
Mangar staðir her á landi, serliga á útjaðaraøkjunum, liva foreldur frá hondini í munnin og ansa teirra børnum heima, av tí at onki arbeiði er at fara til. Nógv »liva« av ALS og Almannastovu - sjálvt um tey ynsktu annað.
Politikkarar kundu lagt til rættis, at barnaansing ikki var/verður heilt óneyðug úti á randarøkjunum, tí hetta avspeglar, at onki arbeiði er í hesum økjum. Somuleiðis kundi verið skipað fyri, at tørvurin fyri barnaansing gjørdist meira javnur her á landi, við t.d. at almenn arbeiðspláss vóru nøkurlunda javnt býtt ímillum økini. Seinasta valskeið eru fleiri hundrað almenn størv sett. Men ikki í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Norðoyggjum, Eysturoy osv.
Undirritaði kundu hugsað sær, at Landsstýrið og Føroya Løgting lata stuðul til randarøkini í Føroyum (hjálp til sjálvhjálp), soleiðis at arbeiðspláss ikki hvørva. Skal t.d. Tvøroyri, Sandur og Miðvágur o.s.v. ið hava kommunuskattaprocent uppá 23% hava nakran møguleika framyvir, er neyðugt at fólk eru á staðnum við arbeiði. Og hetta vildi verið til gagn fyri landið alt.
Eitt av fáu virkjunum, sum hevur givið eitt yvirskot undir Føroya Fiskavirking, nevniliga tað í Miðvági, skal møguliga latast aftur. Um so verður, eru her nóg nógv fólk sum missa arbeiði. Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu ganga fyri onki mitt í øllum fiskiríkidøminum, í heimsins reinasta havumhvørvi, meðan bæði føroysk og útlendsk skip sigla framvið oyggjunum søkklagin av fiski. Her eiga politikkarar at gera nakað beinanvegin. Tað kann ikki góðtakast at hetta virkið verður læst, meðan vit seinastu árini hava sæð, at mangar milliónir eru nýttar at nútímansgera onnur virkir. Politikkarar mugu og skulu syrgja fyri, at ikki ein stórur partur av arbeiðsmegini í oynni missir sítt livibreyð. At eitt slíkt virki letur aftur her á oynni, hevur sera negativan týdning fyri alla oynna, og vildi svara til at t.d. skipasmiðjan og landssjúkrahúsið hvurvu sum arbeiðspláss í Tórshavn. Slíkt má ikki henda. At geva eitt sindur í stuðuli, so hetta ikki hendir, er helst væl givið út.
Heitt verður á okkara landspolitikarar um at føra landspolitik - nevniliga ein politikk sum ger at fólk og vinna kunna trívast og liva í øllum pørtum av Føroyum.
Marjus Dam
Miðvágur